Servas
Servas

Information about the event

Time
15:00 - 16:00
Price
Free
Target

Ferðast út í heim og búgv heima hjá teimum lokalu við Servas

Ferðast út í heim og vitja tey lokalu heima hjá teimum sjálvum

Kom og hoyr um, hvussu tú kanst ferðast við Servas.

Servas er ein altjóða non-profit-felagsskapur, sum gevur tær møguleika at ferðast kring heimin og búgva ókeypis hjá fólki í meir enn 50 londum.

Mikudagin 8. mai kl. 16 kemur Karin Mejding, Servas-limur í meir enn 20 ár, at greiða frá um hendan spennandi og serstaka ferðahátt.
Karin fer at greiða frá út frá egnum royndum, bæði sum vertur og ferðandi.

Meginreglan fyri Servas er, at tú í hægsta lagi kanst búgva tvær nætur hjá vertum, og tá skalt tú ikki gjalda fyri nakað. Servas er fyri øll uttan mun til aldur. Felagsskapurin varð settur á stovn í 1949 og hevur stórt virksemi kring allan heim. Í ár hátíðarheldur felagsskapurin 70 ár stovningardag.

Framløgan varir umleið 1 tíma.

Kaffi og te verður at fáa.

Materials