• Bog

Karitas við ongum heiti

Søgan fer fram í byrjanini av 1900-talinum og er um eina unga íslendska kvinnu. Karitas er yngst av fimm systkjum, og mamman er einsamøll við børnunum, eftir at pápin gekk burtur. Hægsta ynski hjá mammuni er, at øll børnini skulu fáa eina útbúgving, og við treiskni eydnast tað teimum. Karitas, sum hevur sera góð listarlig evnir, sleppur inn á listaskúla í Keypmannahavn, har hon fær útbúgving. Hon flytur heimaftur við einum dreymi um at mála, men so hittir hon tann vakra Sigmar, sum er fiskimaður. Tey fáa eitt barn, sum hon er einsamøll um meginpartin av tíðini, men tá hon so eisini fær tvíburar, orkar hon ikki meir og letur systrini elsta barnið og flytur sjálv við teimum smáu til eina lítla bygd. Dreymurin um at mála livir framvegis, men tá Sigmar eftir 14 ár kemur aftur, má hon enn einaferð velja millum kærleikan og listina

Se alle eksemplarer

Henter beholdningsoplysninger...