Jólini nærkast í hvørjum, og tá ynskja øll at vera í Føroyum. Øll ganga runt og gleða seg, men spentastur av øllum er Trølla Pætur. Hann hevur fingið gott eygað á ein gulan bil og meykar Trølla Ommuna um at fáa ein líknandi. Men tað eru jólamennirnir, ið koma við gávunum, og aftur í ár koma teir sjóvegis ta drúgvu ferðina við jólaskipinum. Jólamenn eru raskir at minnast børnini, men eru eisini herviligir at gloyma tíð og stað. Fáar dagar uppundir jól verða allir purraðir út og upp til arbeiðis. Jólaskipið skal pyntast og riggast til, oljutunnur skulu umborð, gávurnar skulu fáast til høldar og jólarøðan skal skrivast

Se alle eksemplarer

Henter beholdningsoplysninger...