Ungdómsbók. Sára sat sum eitt samankropið dýr við ørmunum upp um oyruni og við afturlatnum eygum. Orðini raktu hana sum koyrlasløg. Hon vildi einki hoyra, hon vildi einki vita; hon royndi av øllum alvi at byrgja seg inni. Kasta seg inn í myrkrið og prikkarnar, sum dansaðu fyri eygunum, og verða verandi har.
Se alle eksemplarer
Henter beholdningsoplysninger...