Umhvørvisvikan 2019
Umhvørvisvikan 2019

Umhvørvisvikan - tiltøk á Býarbókasavninum

Kort nyt
02.05.19
Tvey tiltøk verða á Býarbókasavninum í sambandi við Umhvørvisvikuna 2019

Evnið fyri Umhvørvisvikuna í ár er skundmóti, sum í stuttum lýsir tað fyribrigdið, at klædnaframleiðarar gera vørur, sum fylgja seinasta mótanum, og sum kunnu keypast fyri rímiligar prísir, men sum skjótt verða ómodernað og ofta eisini hava vánaliga góðsku. Hetta hevur við sær ovurnýtslu, tí at klæðir, sum vóru modernað fyri einum ári síðani og kanska enn ikki eru slitin, verða skift út við tað, sum er modernað nú.

Á Býarbókasavninum eru vit errin av at hýsa tveimum tiltøkum, sum hava til endamáls at gagnnýta klæðir, sum við fyrsta eygnabrái ikki kunnu brúkast longur:

6. og 7. mai: "The Needle has a Point". Kom við á forvitnisliga verkstovu um Sashiko- og Kogin-brodering við Tine Wessel (DK). Tilmelding krevst.

7. og 9. mai: "Stoppa heldur enn at shoppa". Lær at stoppa hosur við Herbjørg Dalsgarð

Her sært tú alla skránna fyri Umhvørvisvikuna 2019

Materialer