Leyst starv

Souchef til Býarbókasavnið

Kort nyt
05.02.19
Stillingen som 1. bibliotekar og souchef på Býarbókasavnið er ledig

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú hevur ávirkan og góðar møguleikar at mennast. Sum 1. bókavørður skalt tú saman við hinum í leiðsluni standa á odda fyri at veita borgarunum í Tórshavnar kommunu eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu.

STARVIÐ
Sum 1. bókavørður ert tú varaleiðari stovnsins. Tín uppgáva er at tryggja eitt høgt og tíðarhóskandi tænastustig, og í tøttum samstarvi við býarbókavørðin menna stovnin, tænastur og samstarv sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá 1. bókavørðinum eru:

•    At vera leiðari fyri økið Tænastur og menning
•    At luttaka í leiðslutoymi stovnsins
•    At menna og leiða toymir saman við øðrum starvsfólkum
•    At umsita bókarøkt/savnsrøkt, herundir at skipa bókaval, viðlíkahald, burturbeining v.m.
•    At standa fyri átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins
•    At skipa fyri almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
•    At umsita og menna vaktarskipan fyri útlán og barnabókasavn
•    At luttaka í vaktarskipanini umleið 30% av arbeiðstíðini
•    At hjálpa til, tá ið tørvur er á tí

Harumframt tekur 1. bókavørðurin eftir tørvi lut í øðrum vanligum bókavarðaarbeiði.

FØRLEIKAKRØV O.A.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður ella hava samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi í mun til starvið. Eisini krevst góður kunnleiki til og førleiki at nýta og vegleiða onnur at nýta bókasavnsskipanir.

Leiðsluskeið ella -útbúgving er ein fyrimunur, men kann fáast í lag eftir setan.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Umráðandi er, at umsøkjarin er málsøkjandi og framsøkin, hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar og hevur leiðslueginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastustøðið. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í 8. lønarflokki.

UM TÚ YNSKIR AT VITA MEIRA
Meira fæst at vita um starvið við at senda teldupost til Vónbjørt Vang, býarbókavørð og leiðara á Býarbókasavninum, ella við at ringja til býarbókavørðin á tel 257242.

UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. februar 2019. Merk umsóknina „1. bókavørður / varaleiðari til Býarbókasavnið“.

BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Um árið koma umleið 120.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali. Meira fæst at vita um Býarbókasavnið her á heimasíðuni.

Materialer
Reservér
  • Bog

Forbered dig til jobsamtalen

(2005)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Skriv en jobansøgning der virker : professionel vejledning i alle jobsøgningens faser

Af Michael Mortensen (1999)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Headhunterens guide til det gode CV

Af Belinda Bramsnæs (2016)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Vejen til jobbet : din guide ud af arbejdsløshed

Af Trine Just Jørgensen (2013)
Læs mere