Summarbókin 2022
Summarbókin 2022

Vit takka øllum, sum tóku lut í okkara lesiavbjóðing, Summarbókini 2022

Kort nyt
24.08.22
44 ørk komu inn, og vit hava kastað lut og sent boð til tey hepnu. Kári 11 ár, Halla Sofía 6 ár og Rakul 11 ár hava vunnið hvør sítt gávukort at nýta í Gamla bókahandli. Tey gera sjálvi av, um gávukortið skal brúkast til eina bók ella okkurt heilt annað.

Sera ymiskar bøkur vórðu lisnar í summarferiuni. Flestu eru krabbabøkur, men raðið um træhúsið eftir Andy Griffiths má sigast at vera rættiliga væl umtókt, og Harry Potter-bøkurnar eftir Joanne K. Rowling eru enn nógv umhildnar.

Materialer