Summarbókin 2021 - lesikapping fyri børn og ung
Summarbókin 2021 - lesikapping fyri børn og ung

Summarbókin - Kapping fyri børn og ung

Kort nyt
02.07.21
Les og vinn gávukort á kr. 300,- frá bókahandlum.

Tað er gott at lesa - og serliga í summarfrítíðini, tá ongin skúlagongd er. Fyri at gera tað eitt sindur stuttligari at lesa, hava vit gjørt eina lesikapping. 

Kappingin er fyri børn og ung í aldrinum 6-16 ár. 

Reglurnar eru í trimum stigum:

  1. Les í minsta lagi eina bók (men tú ert vælkomin at lesa fleiri)
  2. Vel í minsta lagi seks avbjóðingar á listunum, sum vit hava gjørt
  3. Lat okkum eitt ella fleiri bókaummæli - í seinasta lagi 21. august

Kom á bókasavnið eftir pappíri at skriva ummælir á. Tú kanst eisini prenta plakatina út og skriva títt ummæli á baksíðuna. 

Ivast tú í hvat tú skalt lesa, ert tú sera vælkomin inn á barnabókasavnið at biðja um uppskot.

Vit gleða okkum at fáa nógv ummælir inn.

Góðan summarlesihug!