Spælistovan er nú opin hvønn dag
Spælistovan er nú opin hvønn dag

Spælistovan opin hvønn dag

Kort nyt
15.02.22
Víðkaðar upplatingartíðir í spælistovuni. Nú er opið hvønn dag!

Frá í dag, 15. februar 2022, víðka vit enn einaferð upplatingartíðirnar í spælistovuni. Tilboðið hevur verið sera væl móttikið, og tískil hava vit nú gjørt av at lata spælistovuna upp hvønn morgun, samstundis sum bókasavnið annars letur upp. Tó letur spælistovan aftur ein tíma áðrenn bókasavnið.

Tað vil siga, at spælistovan er opin soleiðis:
Mánadag til hósdag kl. 9-19
Fríggjadag kl. 9-17
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-16

Í skjótt trý ár hevur spælistovan verið eitt eyka tilboð á Býarbókasavninum. Opið var fyrst tveir dagar um vikuna, seinni tríggjar dagar, og seinasta árið hvønn gerandisdag. Framyvir verður opið hvønn dag. Gerandisdagar er spælistovan ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni, og foreldrum ella avvarðandi teirra. Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tilboðið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð. Við víðkaðu upplatingartíðunum út á kvøldið og í vikuskiftinum kunnu onnur børn og familjur eisini fáa gleði av tilboðnum.

Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn hitta onnur í somu støðu, og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu. 

Býarbókasavnið sær hetta eisini sum ein góðan møguleika at vísa bæði foreldrum og børnum møguleikarnar á barnabókasavninum. Spælistovan er á somu hædd sum barnabókasavnið, og er eitt ókeypis tilboð.