Annfríð Hansen og Svend Højgaard
Annfríð Hansen og Svend Højgaard

Nýggj starvsfólk

Kort nyt
09.03.21
Tvey nýggj fólk eru byrjað í starvi á bókasavninum 1. mars 2021.

Annfríð Hansen er skrivstovuútbúgvin og er sett sum skrivstovufólk. Annfríð er 43 ár og býr í Rituvík.

Svend Højgaard er útbúgvin bókavørður í 2010 við kandidati í Biblioteks- og informationsvidenskab, og hann er settur sum bókavørður. Svend er 47 ár og býr á Skála.

Tey hava bæði arbeitt á Býarbókasavninum fyrr, Annfríð í 2018-19 og Svend sum leiðari í 2011-12.