Kollasjuverkstova, Kirstin Helgadóttir
Kollasjuverkstova, Kirstin Helgadóttir

Kollasjuverkstova við Kirstini Helgadóttir 31. okt. 2021

Kort nyt
24.10.21
Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari.

Nú verður aftur høvi at royna síni skapanarevnir á bókasavninum. Vit fáa vitjan av Kirstin Helgadóttir, listakvinnu, sum fer at leggja okkum lag á. Kirstin hevur útbúgving sum grafiskur sniðgevi, og hevur arbeitt nógv við kollasjum. 

Hetta er aðru ferð, at Kirstin stendur fyri eini kollasjuverkstovu á bókasavninum. Í mai var ein verkstova, har luttakararnir vóru sera ágrýtnir og væl nøgdir. 

Verkstovan verður skipað soleiðis, at tilfar so sum lím, saksar og kartong liggur frammi saman við myndabókum og bløðum, sum bókasavnið hevur burturbeint.

Umframt at tú letur tíni skapanarevnir fáa frítt flog, so er eisini ein endurnýtsluhugburður knýttur at hesum tiltaki. Burturbeindar bøkur og bløð kunnu blíva til listaverk.

Tiltakið er frá kl. 14.00 til 16.30 og er alment og ókeypis.