Jógvan og Trond, M.A.Jacobsen virðisløn 2021
Jógvan og Trond, M.A.Jacobsen virðisløn 2021

Jógvan og Trond are awarded M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021

Kort nyt
12.10.21
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir.