Ferðast í egnum landi
Kort nyt
09.07.19
Bókaframsýning í gongini á 1. og 3. hædd
Tú sleppur illa undan bókunum, tá tú fert at ferðast – tær eru ein týðandi partur av fyrireikingini til ferðina, og kanska eru tær eisini íblástur til, hvagar tú velur at fara?
Ofta sleppa bøkurnar eisini við út at ferðast, onkuntíð sum ferðaleiðarar, viðhvørt sum uppslagsbøkur og ofta sum dagdvølja og hugnaligt ítriv.
Vit hava leitað fram eitt lítið úrval av yrkisbókum um at ferðast og góðum bókum at hava við í skjáttuni.
Bøkurnar til vaksin finnur tú í trappugongini á 1. hædd, og bøkurnar til børn eru í trappugongini á 3. hædd. Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, kanst tú altíð spyrja bókavørðin :)