Ljóðbók - vár
Ljóðbók - vár

E-bókasavnið er opið

Kort nyt
23.03.20
Hóast ítøkiliga bókasavnið er stongt, kanst tú framvegis samskifta við okkum

Býarbókasavnið  er fyribils stongt, men vit svara øllum fyrispurningum, ið verða sendir umvegis okkara teldupost: bbs@bbs.fo.
Í vikuskiftinum avgreiða vit tó ongar fyrispurningar.

Lán, innlating og bíleggingar
Vit avgreiða ikki útlán/innlating og fjarlán, meðan bókasavnið er stongt. Av tí at Býarbókasavnið er stongt fyribils, verður einki gjald roknað fyri ov seina innlating, um tú letur lænta bókasavnstilfarið inn í vikuni eftir, at Býarbókasavnið er latið upp aftur.
Hevur tú bílagt tilfar, er bíleggingin framvegis galdandi, tá vit lata upp aftur.

Nýggjur lánari
Um tú vilt skrásetast sum lánari, mást tú senda okkum hesar upplýsingarnar:
•    Fult navn
•    Bústað
•    Føðingardag og -ár
•    Telefonnummar
•    Teldupostadressu
So senda vit tær lánaranummar og loynital við telduposti, og tú fært lánarakortið við postinum.

Annars vísa vit til teigin E-bókasavnið, har tú sært allar elektronisku tænasturnar, sum tú hevur atgongd til við einum lánarakorti frá Býarbókasavninum.