Býarmenning og bókasøvn, pallborðskjak - video
Í sambandi við Bókadagar 2023 í Norðurlandahúsinum skipaðu Føroysku bókasøvnini fyri pallborðskjaki undir heitinum "Býarmenning og fólkabókasøvn".
Hvussu skapa vit bestu samanrenningina millum býin, býarmenningina og bókasavnið?
Fólkabókasavnið er bæði ein tænasta og eitt fysiskt stað og kann fatast sum eitt víðkað býarrúm. Eitt rúm í býnum, sum er karmur um upplivingar, kreativitet og sosiala samveru, men eisini um læring, lesing og hugdýping.
Kann bókasavnið vera við at mynda býin og geva býnum samleika og samanhang?
Hvussu kann fólkabókasavnið vera við at menna spennandi, kreativar og innovativar býir, har fólk trívast og støðast?
Tað var Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, sum stýrdi kjakinum, og við pallborðið sótu: Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar kommunu og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Pallborðskjakið var alment og ókeypis.
Her er leinki til kjakið, sum liggur á Youtube: Býarmenning og fólkabókasøvn, kjak tann 18. nov. 2023