Broyting: Filmar fyri stig á Filmstriben
Ókeypis atgongd til góðskufilmar
Býarbókasavnið hevur í nøkur ár bjóðað brúkarum sínum atgongd til donsku skipanina Filmstriben.dk, og møguleikin hevur verið væl móttikin. Her ber til at síggja nógvar góðar filmar, so sum vanligar spælifilmar, heimildarfilmar og stuttfilmar – púra ókeypis fyri brúkaran. Bókasavnið hevur teknað eitt hald upp á atgongd til skipanina, tó upp til eitt ásett hámark.
Frá 4 filmum til 16 stig
Frá 1. juni 2021 broytist frymilin fyri uppteljing av, hvussu nógvar filmar, hvør einstakur lánari kann læna hvønn mánað – og hvussu nógvar filmar, bókasavnið samanlagt kann læna út hvønn mánað. Í haldinum hjá Býarbókasavninum er ásett eitt samlað hámark fyri nýtslu av Filmstriben. Frammanundan hevur hvør lánari havt eitt hámark, sum var fýra filmar hvønn mánað. Hetta broytist nú soleiðis, at hvør lánari hevur 16 stig at brúka hvønn mánað. Hetta merkir í veruleikanum, at brúkarin fær betri treytir og kann síggja fleiri filmar enn áður.
Nú eru filmarnir skipaðir í bólkar, har teir longstu filmarnir kosta fýra stig, og styttri filmar kosta úr trimum niður í eitt stig. Á byrjanarsíðuni sæst, hvussu nógv stig, tú hevur brúkt og enn eigur á hendan mánaðin. Vónandi eru okkara brúkarar glaðir fyri hesa broyting.
Yvirskipað kann sigast, at stigakostnaðurin fyri filmarnar er hesin:
- Spælifilmar og einstakir heimildarfilmar – 4 stig
- Heimildarfilmar yvir 30 min – 3 stig
- Filmar upp til 30 min – 2 stig
- Filmar upp til 15 min – 1 stig