Upplestur
Upplestur

Bøkur á polskum, rumenskum, thailendskum og tagalog

Kort nyt
22.01.21
Býarbókasavnið er fyri øll og hevur tilfar til børn, ung og vaksin, og nú fer bókasavnið eisini at fevna um fleiri mál.

Tær flestu bøkurnar á Býarbókasavninum eru á føroyskum, donskum og enskum, men bókasavnið hevur eisini minni søvn av týskum, fronskum og sponskum bókum til taks. Sum partur av einum integratiónsátaki hjá Tórshavnar kommunu hevur barnabókasavnið nú eisini fingið eitt savn av barna- og ungdómsbókum á polskum, rumenskum, thailendskum og tagalog, sum er almenna málið á Filipsoyggjunum.

Í fyrstu syftu er talan bert um umleið 100 bøkur, og tær flestu eru á polskum og rumenskum. Ætlanin er alsamt at endurnýggja og vaksa um savnið, so úrvalið av bókum á hesum málum fer at verða størri.