Barnaval 2019
Barnaval 2019

Barnaval er útskrivað á Býarbókasavninum

Kort nyt
22.08.19
Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend úr barnabókunum.

Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða til 31. august kl. 17, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll, sum eru 12 ár og yngri og ómyndig.

Áðrenn valið fara valevnini at seta upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis.

Endamálið við barnavalinum er at læra børnini um demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.

Valnevndin vónar, at luttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á Býarbókasavnið komandi tíðina.
 

Materialer