Lesiringar

Dámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Á Býarbókasavninum verður skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og útvegar bøkurnar, ið lisnar verða.

Um tú hevur hug at luttaka, kanst tú skriva til Vónbjørt Vang, Johonnu Cathrinu Mørkøre, Randi Nolsøe ella ringja á tel 302030.

Hesir tríggir lesiringarnir skipaðu seg á fundi mánakvøldið 26. november 2018:

Ein góð bók I
Lesa til 28. januar: "Mánasteinur" eftir Sjón

Ein góð bók II
Lesa til 28. januar: "Der vokser et træ i Brooklyn" eftir Betty Smith

Ævisøgur
Lesa til 28. januar: "Denne dag, et liv" eftir Jens Andersen

Lesiringarnir koma saman kl. 19 hesi mánakvøldini:
28. januar
25. februar
25. mars
29. apríl
27. mai

Materialer

Reservér
  • Lydbog (cd-mp3)

Guernseys litterære kartoffeltærteklub : roman (mp3)

Af Mary Ann Shaffer (2010)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Jane Austen-klubben

Af Karen Joy Fowler (2006)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Seks vandringer i fiktionens skov

Af Umberto Eco (2006)
Læs mere
Reservér
  • Bog

Turen går til bøgernes verden

Af Kathrine Tschemerinsky (2017)
Læs mere