Bindiskeið
Bindiskeið

Om dette arrangement

Tid
19:00 - 21:30
Pris
Gratis
Bibliotek
Målgruppe

Bindiskeið - ókeypis luttøka

Ókeypis bindiskeið á bókasavninum.

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið á Býarbókasavninum mikudagin 9. februar 2022 klokkan 19.00 - 21.30.

Vit fara at binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fara vit at binda raglan og at knýta "the magic knot".

At hava við :

  • Ermastokkar nr. 4 umleið
  • Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
  • Saks

Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% galdandi í eina viku í Navia-handlunum.

Tilmelding í avgreiðsluni ella á telduposti: bbs@bbs.fo

Verið vælkomin!