Bindiskeið
Eitt nýtt bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia
Eftir tvey sera væl umtókt bindiskeið í februar í ár, hava vit bjóðað Sáru á vitjan aftur at halda bindiskeið.
Innihaldið hesuferð verður øðrvísi enn seinast. Vit fara at binda hol- og strukturmynstur. Eisini fara vit at læsa av við nál og binda raglan.
At hava við:
- stokkar uml. nr. 4
- hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
- stoppinál og saks
Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost á bbs@bbs.fo. (G.G.: Hesuferð er ongin tilmelding á Facebook.)
Skeiðið er fullteknað tá 35 luttakarar eru tilmeldaðir.
Tags