Fólkabókasavnið í broyting, pallborðskjak
Fólkabókasavnið í broyting, pallborðskjak

Om dette arrangement

Tid
19:00 - 20:00
Pris
Gratis
Bibliotek
Målgruppe

Fólkabókasavnið í broyting - pallborðskjak

Pallborðskjak um endamál, uppgávur og raðfestingar verður á Býarbókasavninum.

Býarbókasavnið skipar fyri pallborðskjaki undir heitinum fólkabókasavnið í broyting, og kjakast verður um fólkabókasøvn, endamál, uppgávur og raðfestingar.

Tað verður Ivan Hentze Niclasen, sum kemur at stýra kjakinum. Við pallborðið fara 4 fólk at sita, sum hava meiningar og hugsjónir um fólkabókasøvn í Føroyum: 

  • Hildur Patursson
  • Pætur Marjunarson Dahl
  • Vónbjørt Vang, býarbókavørður
  • Sigurð Vang, leiðari á mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu

Tiltakið er partur av skránni hjá Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Men gevið gætur, at hetta tiltakið er ikki í Norðurlandahúsinum, men á Býarbóksavninum.