Om dette arrangement

Tid
23:00
Pris
Gratis
Bibliotek
Målgruppe

Amnesty International: Skriva fyri lívi

Skriva fyri lívi á Býarbókasavninum fríggjadagin 30. november kl. 10-14 og leygardagin 1. desember kl. 10-17

Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heim skriva brøv.

Skriva fyri lívi er tað størsta árliga mannarættindaátakið hjá Amnesty International. Um allan heim skriva fólk sum tú brøv til frama fyri fólk, sum hava bráðtørv á hjálp. Gjøgnum máttin í at taka lógvatak saman sannføra brøvini embætisfólk hjá stjórnum kring heimin um at leyslata fólk, sum eru fongslað av órøttum, og gevast við øðrum ágangi. Fólk sum Atenu, sum er fongslað í Iran fyri at hava mótmælt avrættingum, og Geraldine, sum er ákærd fyri at geva ungfólki áræði.

Les meira á heimasíðuni hjá Amnesty International