Om dette arrangement
Bogudstilling om William Heinesen
Vit hava funnið fram bøkur, sum lýsa William Heinesen sum skald, essayist, myndlistamann og menniskja.
Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur saman við ymsum áhugapørtum arbeitt við ætlan um at taka lut í altjóða ikonbýarsamstarvi á mentamálaøkinum, har Havnin verður sokallaður William Heinesen-ikonbýur.
Nógvir býir í Evropa eru partar av ikonbýarsamstarvinum, har tey á skipaðan hátt heiðra einum týðandi og heimskendum listafólki, sum hevur serligt tilknýti til býin. Hetta verður gjørt bæði fyri at styrkja samleikan og stoltleikan hjá býnum sjálvum, men eisini sum liður í mentanarferðavinnuni, har miðlan og nýggj gransking eru týðandi tættir, og har býarrúmið eisini er pallur.
Bergur Rønne Moberg, ið er serfrøðingur í virki William Heinesens, greiddi frá mongu møguleikunum at fáa William Heinesen meira fram í ljósið í býarrúminum, bæði sum liður í mentanarferðavinnuni, men eisini at draga til býin eitt nú størri granskingarráðstevnur. Týðandi partur er eisini at tryggja, at komandi ættarlið eisini kenna William Heinesen og tann týdning, sum virki hansara hevur havt og framhaldandi hevur fyri føroyskt mentalív og samfelag.
Fyri framman hjá kommununi er at fáa skipað neyðug samstørv um ikonbýarætlanina og leggja ætlanir fyri átøk og tiltøk. Í hesum sambandi vildu bæði Fróðskaparsetrið og H.C. Andersens Centret fegin samstarva og geva góð ráð um ætlanina at gera Havnina til William Heinesen-ikonbý.