Bók
Bók

Om dette arrangement

Tid
18:30 - 20:00
Pris
Gratis
Bibliotek
Målgruppe

Lesiringarnir hittast

Vit tosa um bøkurnar, vit hava lisið og fáa okkum ein drekkamunn afturvið

Býarbókasavnið hevur í mong ár skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og útvegar bøkurnar, ið lisnar verða.

Vit hittast vanliga fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað kl. 18.30-20.00.

Skráin vetrarhálvuna 2021/22:

  • 6. september
  • 4. oktober
  • 1. november
  • 6. desember
  • 3. januar
  • 7. februar
  • 7. mars
  • 4. apríl 

Hevur tú hug at vera við í lesiringi, ert tú vælkomin at skriva til Vígdis Bjarnadóttir ella ringja 302020.

Tags