Grein

Ver til staðar við tínum barni

Eftir Barbaru

Á barnabókasavninum hevur tú kanska lagt til merkis, at nýggj klistrimerki eru komin á gólvið? Barnabókasavnið er eitt gott stað at koma fyri at brúka tíð við tínum barni. Fyri at verða órógvað sum minst, heita vit á foreldrini um ikki at hava fartelefonina frammi. Vit hava fleiri hugnaligar krókar, har tit kunnu hyggja í eina bók saman, spæla spøl ella tekna. Vit eru so fegin um, at so nógv børn og vaksin vitja barnabókasavnið