|
Teknikapping á barnabókasavninum |
|
Í sambandi víð umhvørvisvikuna verður teknikapping frá mánadegnum 3. mai til mikudagin 12. mai. Evnið á umhvørvisvikuni er áin, vágin og fjøran. Á barnabókasavninum fara vit at hava bøkur frammi, sum kunnu nýtast til íblástur.
Besta tekning í bólkinum “Børn undir skúlaaldur” vinnur eitt árshald frá barnabókaklubbanum. Besta tekning í bólkinum “Børn 1.- 3. flokkur” vinnur eitt Nintendo DSI. Besta tekning í bólkinum “Børn 4. flokkur og eldri” vinnur ein Ipod. Vinnararnir verða kosnir fríggjakvøldið 14. mai á pallinum, har tann Grøna konsertin verður. Tekningarnar verða sýndar fram á barnabókasavninum frá mánadegnum 17. mai og vikuna út Tú kanst síggja meira um tiltøkini í umhvørvisvikuni her
|