Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
The Reader

The ReaderFilmurin byrjar í Týsklandi í 1958. Tann 15 ára gamli Michael Berg gerst knappliga sjúkur á veg heim úr skúla, men ein fremmand kvinna tekur sær av honum og syrgir fyri, at hann kemur heim. Hann hevur skarlaksfepur, og tá í tíðini vóru bestu ráðini sjúkralega í fleiri mánaðir. Tá Michael er vorðin frískur aftur, fer hann við blómum at takka kvinnuni, sum hjálpti honum. Hóast aldursmunurin er stórur, so tekur seg upp eitt heitt ástarsamband teirra millum, og tað fær stóran týdning fyri tann unga Michael. Kvinnan eitur Hanna Schmitz, og henni dámar so væl, tá Michael á vitjanum sínum lesur úr heimsbókmentunum fyri henni, men knappliga ein dagin er hon horvin.

Michael fer at lesa løgfrøði, og í samband við lesnaðin skal hann fylgja einum rættarmáli. Stórur er hvøkkurin, tá tann høvuðsákærda er Hanna, sum hevur verið vaktarfólk í Auschwitz og fær lívlangt fongsul. Michael minnist aftur á, hvussu væl henni dámdi hansara upplestur og fer at senda henni bond, har hann sjálvur hevur lisið inn bøkur. Hanna hevur eisini eitt annað loyndarmál, hon er analfabetur, men í fongslinum lærir hon seg at lesa við hjálp frá innlisnu bondunum hjá Michael og bókum úr fongsulsbókasavninum. Tey hittast aftur, beint áðrenn hon verður leyslatin, men alt gongur ikki sum væntað.

Hetta er ein filmur um at gera upp við sína fortíð, um skuldarkenslur, ábyrgd og fyrigeving.

Kate Winslet fekk fleiri virðislønir fyri sín leiklut sum Hanna Schmitz, men týski sjónleikarin David Kross sum tann ungi Michael er eisini verdur at leggja merki til.

Filmurin byggir á skaldsøguna Der Vorleser (Højtlæseren) eftir Bernhard Schlink.

The Reader (2008). 1 tími 59 minuttir.