|

Ingrid er ein 48 ára gomul karrierukvinna, fráskild og einlig mamma. Hon hevur samband við ein giftan mann, sum er 20 ár eldri enn hon, men tað gongur ikki so væl teirra millum.
Ein dagin, meðan hon er stødd uttanlands, eru boð eftir henni, tí sonurin er tikin fyri harðskap. Næstu dagarnir fara við nógvari sjálvrannsakan. Hvør er orsøkin til, at sambandið við sonin er so vánaligt, hví er hann komin í hóslag við smákriminellar dreingir, og hví skal so lítið til, at tilvera hennara, sum sýntist at vera so góð, nú er um at rapa? Og hvar kann hon finna svarið, er tað í sínum egna uppvøkstri ella kanska í uppvøkstrinum hjá mammuni? Og hvussu kemur hon víðari? Jens Christian Grøndahl: Fire dage i marts (2009). 332 síður |