Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Tænastur

Býarbókasavnið

Býarbókasavnið

Á bókasavninum eru tríggjar deildir: útlán fyri vaksin, lesistova og barnabókasavn

Øllum stendur í boði at brúka bókasavnið ókeypis.
Stovnar av ymsum slag kunnu læna á bókasavninum.
Lyfta er á bókasavninum, so rørslutarnað sleppa inn.

Útlánið fyri vaksin
Bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, dvd-filmar
Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum.

Bókasavnið hevur allar føroyskar ljóðbøkur og eitt úrval av donskum. Prentað yvirlit fæst á bókasavninum. Ljóðbøkurnar eru á bandi, fløgum og mp3. Mp3 er fløga, ið kann spælast á flestu fløguspælarum ella á telduni. Bond verða ikki keypt longur.

Dvd-filmar eru eisini til láns.

Lesistovan
Avísir, tíðarrit, leksika, hondbøkur
Bókasavnið heldur øll føroysk bløð og tíðarrit og eitt úrval av útlendskum. Tey nýggjastu liggja frammi. Eldri tíðarrit kunnu lænast heim við.
Hondbøkur, leksika og orðabøkur eru eisini á lesistovuni.
Bókasavnið hevur eisini teknað hald til eitt úrval av leksika og hondbókum á netinum, tó er bert atgeingi á bókasavninum.

Barnabókasavnið
BarnabókasavniðÁ barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp til ymiskar aldursbólkar.
Barnabókasavnið hevur flestallar føroyskar barnabøkur og eitt stórt úrval av donskum barnabókum.
Útlán er av dvd-filmum og ljóðbókum.
Spæliteldur eru til tey yngru børnini og ein hugnaoyggj við leikum til tey smæstu. Til børnini í skúlaaldri er Nintendo-Wii.

Sjálvgreiðsla
Um heimasíðuna www.bbs.fo ber til at leita eftir tilfari á bókasavninum og bíleggja tað. Eisini ber til at endurnýggja lán.

Fjarlán
Ynskir tú at læna eina bók ella grein, sum bókasavnið ikki eigur, royna vit at útvega tilfarið frá einum útlendskum bókasavni.

Býrt tú ikki í Føroyum
Fólk, sum búgva í einum øðrum Norðurlandi, kunnu læna umvegis bókasavnið, har tey búgva.

Teldur, skannari og printarar
Nýtslan er ókeypis, men kostnaðurin at prenta út er 1 kr. fyri arkið.
Tíð kann bíleggjast frammanundan.

Kopimaskina og fax
Kostnaðurin er 1 kr. fyri arkið í A4-stødd, 2 kr. fyri A3 og 50 oyru fyri A5. Fyri litkopi er kostnaðurin 2,50 kr. (A5) 5 kr. (A4) og 10 kr. (A3).
Kostnaðurin fyri fax er 2 kr. fyri síðuna.