Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Tre aper

Tre aperEin turkiskur politikari, sum er uppstillaður til valið, er orsøk til, at ein maður doyr í eini ferðsluvanlukku. Hetta kemur illa við, og tí fær hann bilførara sín at átaka sær skyldina aftur fyri góða samsýning. Bilførarin, sum hevur konu og ein vaksnan son, fer inn at sita. Men familjan hevur brúk fyri pengum, og tá tá konan fer til politikaran, endar tað við, at hon fer at fríggja við honum.

Sonurin fær kunnleika til hetta, men maðurin veit av ongum. Hann varnast kortini skjótt, at alt ruggar ikki rætt, men samskiftið í familjuni gongur trekt, tað eru ikki tey nógvu orðini, ið verða søgd.

Nuri Bilge Ceylan hevur gjørt filmin, og tað eru ikki tær dramatisku hendingarnar, sum eru í miðdeplinum, men spenningurin liggur meira í eygleiðingunum av persónunum, teirra andlitsbrái og kropsburði.

Tre aper (2008). 1 tími 45 min.