Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
New Moon

New MoonBókin eitur: New Moon

Bókin er skrivað av: Stephenie Meyer

Hetta haldi eg um bókina: New Moon, sum er nr. 2 av  Twilight bókunum hjá Stephenie Meyer, er ein sera væl skrivað kærleiks- og ævintýrsøga.


Hon handlar um Bellu, sum er forelskað í vampýrinum Edward.

Edward Cullen er saman við vampýrfamiljuni hjá sær ein av fáu vampýrunum, sum ikki drekka menniskjablóð, men klára seg við at drekka djórablóð, men hóast hann klárar at halda seg frá blóðinum hjá Bellu, sum er so nógv meira freistandi fyri hann enn nakrar annar, er tað farligt fyri hana at umgangast vampýrar.
Bella er líkaglað, hvussu farligt tað er, men Edward heldur seg vera noyddan at fara frá henni, fyri at hon skal vera trygg.

Bella verður so eftir í lítla býinum Forks og veit, at hon ongantíð skal síggja Edward aftur.
Hon er heilt knúst av sorg og ístaðin fyri at koma víðari við lívinum, er hon ólukkulig og sansar ikki tað, sum hendir rundan um hana.

Hon finnur tó troyst í Jacob Black, sum býr á reservatinum við La Push.
Hann verður skjótt besti vinur hennara, og hon er næstan lukkulig, tá hon er saman við honum.
Tó er tað ringt, eftirsum hann hevur hana sum meir enn ein vin.
Tað hevði verið so lætt hjá henni bara at valt Jacob, men kann tað nakrantíð blíva nóg nógv aftaná tað, hon hevði við Edward? Nei, hon hevur brúk fyri meira.

So eru tað hesi undarligu deyðsføllini, og fólk, sum siga seg at hava sæð óveruliga stórar bjarnir í skóginum.

 

Lesarin verður drigin inn í eina ævintýrverð, har vampýrar og varúlvar liva, uttan at vanlig fólk vita av tí, og mitt í ruðuleikanum er Bella, sum hóast allan forvirringin veit, at hon ikki kann liva uttan Edward.

Man verður gripin av Bellu, sum heldur vil doyggja enn at skiljast frá sínum stóra kærleika, men at kortini verður noydd at skiljast frá honum.

So er tað alt tað við Jacob, og hvussu nógv lættari alt hevði verið, um hon var saman við honum.
Hon hevur tað gott saman við Jacob, men hevur brúk fyri meira.
Nógvar gentur hava roynt at verið ósikrar í muninum ímillum tað at elska ein vin og so tað at ordiliga vera forelskaðar.

Tað besta við bókini er nokk, at hóast tað er ein ævintýrbók við vampýrum og øðrum, virkar alt so veruligt.

Har er ein spennandi stemningur ígjøgnum alla bókina, og hon er næstan ikki til at leggja frá sær. Hon er avgjørt verd at lesa.
 
Hon er kanska ikki so løtt hjá for ungum at skilja, men hon er løtt at lesa.
Slag av bók: Kærleiki

Karakterur Sample ImageSample ImageSample ImageSample ImageSample Image


Slag av bók: Kærleiki

Ummælt av: Judit 13 ár Tórshavn