|
Bókin eitur : Tú ert deyður, Teitur (Kalt blóð 4)
Bókin er skrivað av: Jørn Jensen Hetta haldi eg um bókina: Teitur fer inn á eitt posthús. Tá hann er inni har, koma posthúsrænarar at stjala pengar. Teitur veit hvør tann eini rænarin er, tí hann sær, at húgvan hjá honum fer av høvdinum. Rænarin veit hetta, og tí taka teir Teit við sær, tá teir fara avstað í bilinum. Sigrið fer at leita eftir Teiti, hon veit alt fyri eitt, hvar hann er. Men um hon kann bjarga honum – tað mugu tit sjálvi lesa um. Bókin er sera spennandi. Permumyndin er eisini sera góð. Í august kemur væntandi 5. bókin í Kalt blóð-røðini, so skundið tykkum at spyrja eftir bókini. Slag av bók: Óhugni Karakterur      Ummælt av: Villiam 8 ár Tórshavn
|