Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Breaking Dawn

Breaking DawnBókin eitur: Breaking Dawn

Bókin er skrivað av: Stephenie Meyer

Hetta haldi eg um bókina: Breaking Dawn er fjórða og síðsta bókin í røðini um Isabellu Swan, sum er forelskað í Edward Cullen, einum vampýri, og bestivinur hennara er varúlvurin, Jacob Black.

Fyrru bøkurnar í røðini eita Twilight, New Moon og Eclipse. Tað ber til at lesa bøkurnar sjálvstøðugar, men eg haldi at tú fært mest burturúr, um tú veitst, hvat er hent áðrenn, og so skilur tú betri persónarnar.

Tað er altíð onkur, ið liggur Isabellu Swan eftir lívinum, og í hesi bókini møtir hon aftur nøkrum vampýrum, sum vilja drepa hana og ikki bara hana, men eisini familjuna hjá henni.

Bókin fangar lesaran beinavegin í fyrsta parti og allan vegin gjøgnum bókina.

Eg sigi ikki so nógv um, hvat hendi í sjálvi bókini av tí, at eg kann koma til at gera bókina minni spennandi fyri lesaran og ikki minst taka nakað av spenninginum gjøgnum hinar bøkurnar eisini.

Bókin er á enskum. Men Twilight og New Moon eru eisini á donskum, og Eclipse kemur út fyrsta dagin á donskum eisini.

Stephenie Meyer dugir at fanga lesaran og veit, hvussu tú fært lesaran til at vilja lesa meiri, sjálvt tá ið bókin endar.

Bókin er góð og hon er verd at lesa.

Slag av bók: Fantasy

Karakterur Sample ImageSample ImageSample ImageSample ImageSample Image

Ummælt av: Linda 14 ár Tórshavn