Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Den himmelske mand

Den himmelske mandBókin eitur Den himmelske mand

Bókin er skrivað av: Paul Hattaway

Hetta haldi eg um bókina: Bókin er frá veruleikanum og fyrigongur í Kina í nýggjari tíð. Høvuðspersónurin er ein kinesari, ið kallast Broder Yun, og sum gevur alt sítt lív til Jesus.

Tá hann var yngri, bleiv pápin alvorliga sjúkur, og familjan var øgiliga fátæk.  So tey settust øll at biðja fyri honum, og hann bleiv frískur aftur.  Hetta undrið gjørdi, at Yun avger at fara at fortelja um Jesus. Men vandin er stórur, tí Kina er kommunistiskt, og at enda verður Yun fonglaður, men hann lítur fult og heilt á Gud.  Hann vil ikki nokta sína trúgv og blívur píndur umaftur og umaftur, til hann onkuntíð svímar.

Yun hevur konu og børn, men tey sær hann ikki nógv, tí hann er so ofta í fongsli ella flýggjar undan politinum.

Sjálvt um Yun verður forfylgdur, píndur og koyrdur í fongsul, so heldur hann ikki uppat um at fortelja um Jesus.  Gud vísir honum, at hann skal eisini fara út til onnur lond at fortelja um Hann, - og tað ger hann.  Bókin fortelur um nógv undur, sum Yun upplivir, - á sama hátt sum vit lesa um í Bíbliuni.

Í 1997 flýggjar Broder Yun úr einum fongsli, og í dag býr hann saman við familju síni í Týsklandi.

Bókin er mega góð og spennandi, og er góð at lesa at hjá tannáringum og vaksnum.

Slag av bók: Spennandi søgur

Karakterur  Sample ImageSample ImageSample ImageSample ImageSample Image

Ummælt av: Jóhan 13 ár Hoyvík