|
Bókin eitur Barn nr. 95
Bókin er skrivað av: Lucia Engombe Hetta haldi eg um bókina: Bókin er ordiliga góð. Hon handlar um 7 ára gomlu gentuna Luciu. Lucia fer til Týsklands til DDR, fyri at vera við til at gera sítt heimland Namibia sjálvstøðugt. Lucia og nógv, nógv onnur børn eru í 11 ár í Týsklandi, har tey m.a. ganga í skúla. 11 ár seinni tá Lucia er 18 ár, verður hon saman við nógvum øðrum flogin aftur til Namibia, sítt ókenda heimland, og har byrjar tann pínufulla leitingin eftir familju og samleika sínum. Slag av bók: Spennandi søgur Karakterur      Ummælt av: Lilja 14 ár Tórshavn
|