|
Øll kunnu læna á Býarbókasavninum, og tað er ókeypis. LánarakortNeyðugt er at hava lánarakort. Fyri at fáa lánarakort kann samleikaprógv krevjast. Havið altíð lánarakortið við. Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá. Útfyllingarkort fæst á bókasavninum. Lánarakortið er persónligt, og lánarin hevur ábyrgd av tí, ið lænt er. Um lánarakortið verður burtur, kostar tað 30 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn at fáa nýtt. Verður lánarakortið burtur, má boðast frá. Eisini skal boðast frá, um bústaðurin verður broyttur. LánitíðinLánitíðin er vanliga ein mánaður. Um eingin annar hevur bílagt tilfarið, kann lánið endurnýggjast, tó í mesta lagi 3 ferðir. Lánitíðin fyri dvd-filmar er ein vika, og lánið kann ikki endurnýggjast. Verður farið út um lánitíðina, verða 20 kr. at gjalda. Verður farið meira enn 14 dagar út um lánitíðina, verða 40 kr. at gjalda. Hetta er galdandi, hóast áminning ikki er send. EndurgjaldEndurgjald verður at gjalda fyri lán, sum ikki verður afturborið, og somuleiðis fyri oyðilagt og burturmist tilfar. Umsitingarútreiðslurnar eru 80 kr. Fer skuldin upp um 300 kr., kann rætturin at læna falla burtur, til skuldin er goldin. BíleggingTil ber at bíleggja bøkur og annað. Fráboðan verður send, tá tað bílagda er tøkt. Dvd-filmarAldursmarkið at læna filmar til vaksin er 13 ár. TeldurTað er ókeypis at nýta internetið. Friðarligt skal vera við teldurnar. Aldursmarkið fyri at nýta internet er 13 ár. Tíð kann bíleggjast frammanundan. Tú kanst bara skriva teg upp til eina tíð í senn. Um tú kemur 10 minuttir ov seint, kann teldan verða latin øðrum. Printari er til summar teldur. Avrit kosta 1 krónu fyri arkið. Ikki er loyvt at broyta uppsetingar. Ikki er loyvt at nýta teldurnar til ólóglig endamál. |