Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Bókaberin

© puffin11uk á flickrBókaberin er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

Hvør kann brúka Bókaberan?
Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi sjúku, rørslubrek ella annað brek ikki kunnu koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey.
Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Havn, á Velbastað ella í Kirkjubø.

Umsóknarblað
Tú kanst ringja til okkara ella This email address is being protected from spam bots, you need Javascript enabled to view it  fyri at fáa umsóknarblað. Umsóknarbløð eru eisini tøk á bókasavninum, ella kunnu prentast frá heimasíðuni.

Vit bera út og aftur
Bókaberin kemur fyrsta mánadagin í hvørjum mánaði. Tá tú gerst brúkari, práta vit um nøgd og slag av bókum, tú vilt hava. Tað ber altíð til at ringja ella skriva til bókasavnið áðrenn næsta útberingardag, um serlig ynski eru.


Tú kanst ringja ella This email address is being protected from spam bots, you need Javascript enabled to view it  til Býarbókasavnið, um tú hevur aðrar spurningar.