|
Um søgu og virksemi hjá Býarbókasavninum
Søga 1969 Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl. Tað helt til í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.
1977 Bókasavnið fór at læna út ljóðbøkur. 1990 Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat. 1993 Hølini vórðu aftur víðkað, og bókasavnið var nú 813 fermetrar í 4 hæddum. 1998 Alt tilfarið varð skrásett á teldu. 2004 Bókasavnið fór at læna út dvd-filmar. 2005 Nýggj telduskipan varð keypt. 2006 Bókasavnið fekk lyftu. 2009 Kommunan keypti tann partin av bygninginum, sum áður var leigaður, og á hátíðarhaldinum í sambandi við 40 ára føðingardagin hjá bókasavninum segði borgarstjórin, at bókasavnið nú fór at fáa betri umstøður. 2010 Farið varð undir umbygging av hæddini út til Niels Finsens gøtu, sum læt upp sum partur av bókasavninum á vári 2011. 2011 Gøtuhæddin varð tikin í nýtslu í apríl. Í nýggju hølunum er millum annað eitt hugnaligt caféøki og tráðleyst internetsamband. Í mai vórðu sjálvgreiðslur til útlán og innlating av bókum tiknar í nýtslu. Virksemi Býarbókasavnið hevur tríggjar deildir: útlán fyri vaksin, lesistovu og barnabókasavn. Bókasavnið eigur umleið 73.443 bøkur og filmar (við árslok 2010). Bókasavnið hevði 82.862 vitjanir í 2010. Bókasavnið hevur samstarv við fleiri stovnar í býnum um útlán. 11½ ársverk eru á bókasavninum, tey eru býtt soleiðis: 5 ársverk til skrivstovufólk, 5½ ársverk til bókavørðir og 1 ársverk til býarbókavørðin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk. 10 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið. |