Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur - NÝTT
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Filmar
Ein tann besti Disney-klassikarin

PinocchioKomandi ár verða tað 70 ár síðan, teknifilmurin Pinocchio varð vístur á fyrsta sinni.
Í hesum sambandi er filmurin komin út av nýggjum við tekniskum ábótum, og tú fært høvi at síggja fráklipp, frásøgn um, hvussu filmurin varð til og ymiskt annað í samband við filmin.

Pinocchio er søgan um trædreingin, sum so gjarna vil vera ein rættiligur drongur, men fyri at hetta ynskið skal ganga út, skal hann fyrst gera seg verdugan til tað, og tað er ikki so lætt.
Boðskapurin í filminum er einfaldur og greiður: um tú gert tað góða, finnur tú eisini eydnuna. Og tá filmurin umframt at vera sera væl teknaður, er spennandi, stuttligur og sjarmerandi, er hann eitt frálíkt upplivilsi fyri børn í øllum aldri og vaksin við.

Pinocchio (1940). 1 tími 28 minuttir.

 
Chicago – ein rættiligur sangleikur!

ChicagoÍ Chicago í 1920’unum verður lívið livað, sum var hvør dagur tann seinasti. Kabarettsangarinnan Roxie Hart er tikin fyri at hava dripið elskara sín. Í fongslinum hittir hon Velmu Kelly, sum einaferð var ein vælumtókt sangarinna, men nú er fongslað fyri at hava gjørt av við bæði mannin og systrina.

Tann háli advokaturin Billy Flynn skal taka sær av báðum málum og er einasta vónin hjá kvinnunum báðum at sleppa úr fongslinum við lívinum. Og her hava fjølmiðlarnir ein týðandi leiklut, har tað ræður um at vinna sær pláss og vælvild, so kappingin verður hørð millum Roxie og Velmu, sum eisini skulu kappast við nýggjastu tíðindini.
Filmurin byggir á kenda sangleikin hjá Bob Fosse og er eins og sangleikurin á tremur við góðum jazztónleiki, sangi og dansi.

Chicago (2002).1 tími 49 minuttir.

 
Vinmenn í Oslo

BuddyKristoffer er 24 ár og ikki serliga búgvin. Han býr í einum lítlum kollektivi í Oslo saman við vinmonnunum Geir og Stig Inga.
Elisabeth er unnustan hjá Kristofferi, og hon streingir á fyri at fáa eitt meira bindandi samband, men Kristoffer er ikki tann, sum droymir um volvo, vov-vov og raðhús.

Stig Ingi er ein varin og ósikkur fýrur, sum hevur búð nógvastaðni í heiminum. Nú heldur hann seg til Tøyen í Oslo, heimsins nalva, har alt er beint uttan fyri dyrnar.
Geiri dámar væl at liva vandamikið, men han er ikki so sorgleysur, sum hann letst.
Kristoffer nýtir sína frítíð til at taka vinirnar upp á video og ger videodagbøkur við Jackass-kendum innsløgum. Ein dagin fær sjónvarpið fatur á einum videobandi hjá Kristofferi, og knappliga eru hann, Geir og Stig Ingi kendastu vinmenn í Norra.

Buddy (2003). 1 tími 40 minuttir.

 
Fremmand í fremmandum landi

The Band's VisitEitt lítið egyptiskt politiorkestur skal til Ísraels at spæla í einum arabiskum mentanarhúsi, men eftir at vera farnir við skeivum bussi enda tónleikararnir í einum lítlum ísraelskum býi í ongamannalandi. Har verða teir noyddir at gista hjá fólki á staðnum, og náttin hevur avbjóðingar við sær fyri teir allar.

Hóast stórar mentanarmunir eru bond, sum knýta øll menniskju saman. Filmurin vísir, at stundum er tað at villast tann besti mátin at finna seg sjálvan. Filmurin, sum er ísraelskur og stjórnaður av Eran Kolirin, hevur fingið Audience Award á filmfagnaðum í München og Warszawa.

The band’s visit - Bikur Ha-Tizmoret (2007). 1 tími 27 minuttir.

 
Eitt baldrut lív og ein óvanlig lagna

La vie en roseFrá einum sera fátækum og óstøðugum barndómi til altjóða viðurkenning, soleiðis bleiv lívið hjá Edith Piaf. Ein leikur fyri opnum tjøldum, men eisini eitt lív í djúpum einsemi. Kvinnan í teimum svørtu klæðunum kundi rúnarbinda sínar áhoyrarar, líkamikið um hon sang á gøtuni í París ella á altjóða palli.

Filmurin lýsir lívið hjá tí lítlu kvinnuni við tí stóru røddini.

La vie en rose (2007). 2 tímar 14 min.

 
Nútímans kultfilmur

The Big LebowskiTveir ránsmenn bróta inn í íbúðina hjá hippiaranum Jeff Lebowski, kallaður The Dude, tí teir halda hann vera ríkmannin við sama navni. Men hetta vil The Dude ikki finna seg í, og við hjálp frá vinmonnunum í bowlingfelagnum setur hann sær fyri at fáa greiðu á, hvat alt hetta snýr seg um. Fólkini, teir leita upp, eru ikki Guds bestu børn, men kortini eydnast tað tí góðvarna Dude og klossutu vinmonnum hansara at koma heilskapaðir frá gangstarunum.

Tað kann vera trupult at fylgja við í, hvat The Big Lebowski í grundini snýr seg um, men hetta er eisini ein partur av sjarmuni í filminum, sum er sera stuttligur og seinnu árini er vorðin ein rættiligur kultfilmur.
Hetta hevur m.a. havt við sær, at fjepparar kring alt USA, og aðrastaðni við, hvørt ár skipa fyri einum fagnaði, Lebowski Fest, har fólk, ílatin sum persónarnir í filminum, hittast at bowla, spæla tónleik og stuttleika sær.

Ein filmur, sum saktans kann - ella kanska skal - síggjast meira enn ta einu ferðina.

The Big Lebowski (1998). 1 tími 57 minuttir.

 
Stuttlig sosialrealisma

Populärmusik från VittulaLangt, langt norðuri, nær markinum millum Svøríki og Finland, hittast smádreingirnir Matti og Niila. Teir halda saman øll barna- og ungdómsárini í 1960- og 1970-árunum, og vit fylgja uppvøkstrinum í hendingaríkum brotum.

Teenagedreingirnir vilja fegin liva upp til krøvini hjá foreldrum og samfelagi. Í saunaini hittast menn og dreingir til trúnaðarprát, og páparnir siga dreingjunum, hvussu teir skulu velja sær gentur uttan vanda fyri innannøring. Eisini eigur ein rættur maður at drekka brennivín, til hann dettur av.
Sum dreingir flest hava Matti og Niila hug at gera uppreistur. Millum annað lurta teir eftir rockplátum og royna at gera ein tónleikabólk saman við læraranum, sum er fluttur higar úr Skåne. Hann kundi tað sama verið úr einum fremmandum landi, og skánskt kundi eisini tað sama verið eitt fremmant mál. Lærarin er ein súkklandi eldsál við nógvum hugskotum, og samanbresturin millum hann og svensk-finska samfelagið hevur við sær nógvar stuttligar tilburðir.

Populärmusik från Vittula (2004). 1 tími 40 minuttir.

Býarbókasavnið eigur eisini bókina handan filmin.
Mikael Niemi: Populærmusik fra Vittula.

 
Skuldarkensla og fyrigeving

AtonementFilmurin byrjar ein fagran summardag á einum góðsi í Onglandi í 1935. Tann hálvvaksna Briony er hugtikin av Robbie, sum er sonur húshaldirskuna. Hann er nakað eldri enn hon og sær bert eldru systur hennara, Cecilie.

Hendan dagin sær Briony nakað fara fram teirra millum, sum hon tíverri misskilir. Hetta fær vanlukkuligar avleiðingar fyri tey øll, ikki minst Briony, sum má liva alt sítt lív við eini stórari skuldarkenslu, sum er ring at bøta fyri.
Hetta er ein hugtakandi, sálarfrøðilig lýsing av barndómi, kærleika, kríggi, skuld og fyrigeving. Filmurin byggir á bók eftir Ian McEvan: Atonement (Soning).

Soning (Atonement, 2007). 1 tími 58 minuttir.
Bókasavnið hevur bókina á enskum og donskum.

 

 
The Secret Life of Words

The Secret Life of WordsHanna er einsamøll, hon hevur ongar vinir og tosar ikki við starvsfelagarnar á arbeiðsplássinum. Hon hevur arbeitt á fabrikk í 4 ár uttan feriu, so at enda noyðir leiðarin hana at halda frí.

Á einum hotelli hoyrir hon av tilvild, at brúk er fyri eini sjúkrasystur á einum boripalli. Ein maður er illa brendur og blindaður í einari vanlukku, og hon bjóðar sær til at ansa honum, til hann kann flytast av boripallinum. Maðurin er tó líka opin, sum hon er lokað, og spakuliga finnur hon vegin aftur til lívið. Hon finnur orðini, sum loysa pínuna, hon ber í sær.

The Secret Life of Words (2005). 1 tími 25 minuttir.

 
Filmur um Johnny Cash

Walk the lineFilmurin lýsir lívið og yrkisleiðina hjá countrysangaranum Johnny Cash. Sum smádrongur missir hann beiggja sín í eini vanlukku, og pápin brigdar Johnny fyri vanlukkuna. Hetta fær stóra ávirkan á lív hansara. Longu sum ungur á bummullsfarminum í Arkansas er hann kendur fyri sítt kompromisloysi, sum seinni gerst hansara vørumerki.

Eftir at hava verið í flogvápninum roynir hann at koma sær fram sum sangari og tónleikari, og um somu tíð verður hann góður við June Carter, sum longu er kend sum sangari. Men hon loypur ikki á leistum, og alt lívið má hann stríðast ímóti sínum egna sjálvoyðileggjandi lyndi.

James Mangold hevur leikstjórnað filmin, sum varð frumsýndur í 2005. Hann byggir partvíst á samrøður við Johnny Cash og sonin John Carter Cash, sum var ein av framleiðarunum. Teir doyðu báðir í 2003.

Walk the Line (2006). 2 tímar 10 minuttir.

 
Ein søga um at yvirliva

The PianistPólski klaverleikarin og tónaskaldið Wladyslaw Szpilman býr undir seinna heimsbardaga í Warszawa. Hann er jødi, og tað eydnast honum at flýggja, tá øll familjan, trunkað saman í góðsvognum, verður send til Treblinka.

Góðir vinir hjálpa honum, og hann  megnar í áravís at yvirliva í húsaleivdunum í Warszawa. Seinastu krígsárini fær ein týskur heryvirmaður, ið elskar tónleik, sera stóran týdning fyri lív hansara.

Hesin framúr góði filmurin eftir Roman Polanski byggir á veruligar hendingar. Polanski sjálvur flýddi sum barn úr Krakow-ghettoini. Filmurin fekk tríggjar Oscar-virðislønir.
 
Pianisten (2002). 2 tímar 23 minuttir.

Bókasavnið eigur eisini bókina handan filmin.
Wladyslaw Szpilman: Pianisten : en overlevendes erindringer fra Warszawa 1939-45.

 
Langt úti

BoratBorat er kasakstani. Hann er eisini journalistur, og kasakstanska sjónvarpið hevur biðið hann farið eina kanningarferð til U, S og A. Borat skal gera ein dokumentarfilm um, hvussu kasakstanska mentanin kann betrast við íblástri úr Amerika.

Tað gerst ein hendingarík ferð, tí hóast Borat dugir enskt, sleppur hann ikki undan nøkrum veldigum mentanarsamanbrestum, eitt nú tá hann forelskar seg í californisku Pamelu Anderson.
Filmurin er ein løgin sammanrenning millum spælifilm og dokumentarfilm. Ilt er at síggja, nær luttakarar í filminum spæla sjónleik, og nær teir eru óvitandi um sína luttøku í einum filmi. Meira skal ikki avdúkast her, men tolir tú nøkur mentanarlig prik, er filmurin øgiliga undirhaldandi.

Borat (2006). 1 tími 20 minuttir.

 
Ikki ein filmur fyri gamlar menn

No country for old menNo Country for Old Men er ein filmur frá 2007, bygdur á skaldsøgu hjá Cormac McCarthy. Llewin Moss kemur fram á eina tasku við 2 mill. dollarum, men hetta eru pengar sum gangstarar eiga, og teir ætla ikki at sleppa teimum uttan víðari, og tí senda teir ein leigumordara at jagsta hann. Og neyðars tann, ið møtir hesum leigumordara.

Ert tú troytt/ur av sukursøtum happy endings úr Hollywood, so verður tú ikki vónsvikin av hesum filmi, sum er ein harðrendur gangstarafilmur, ið kann tykast dapur, hóast hann eisini hevur humor.
Brøðurnir Joel og Ethan Coen, ið fyri tað mesta arbeiða saman, hava seinastu 20 árini gjørt fleiri áhugaverdar filmar og mugu sigast at vera millum mest spennandi leikstjórar í dag. No Country for Old Men líkist ikki nøkrum, teir hava gjørt fyrr. Sum altíð er filmshandverkið framúr, og filmurin er avgjørt verdur at síggja.

No Country for Old Men (2007). 1 tími 57 minuttir.

Bókasavnið eigur bókina handan filmin.
Cormac McCarthy: Ikke et land for gamle mænd.

 
Good bye Lenin!

Good bye Lenin!Stutt áðrenn Berlinmúrurin fellur á heysti í 1989, fær Christiane Kerner, sum er ein fyrimyndarligur kommunistur, ein hjartatilburð og fellur í óvit. Tá hon vaknar aftur átta mánaðir seinni, veit hon einki um allar tær stóru broytingarnar, sum eru farnar fram í Eysturberlin.

Sonurin Alex hevur verið tætt knýttur at mammuni, síðan pápin rýmdi vesturum fyri 10 árum síðani. Av ótta fyri, at mamman skal fáa enn ein hjartatilburð, torir hann ikki at siga henni, hvat er hent, og av øllum alvi roynir hann at dylja allar broytingarnar, sum eru farnar fram í samfelagnum, men hvat skal hann gera, tá mamman gerst frískari? Og tá hann ikki longur fær fatur á gomlu, eysturtýsku gerandisvørunum? Og hvat skal hann gera, tá mamman vil síggja eysturtýsku sjónvarpssendingarnar, sum hon altíð plagdi hyggja at, áðrenn hon bleiv sjúk? Tað er bæði rørandi og stuttligt at síggja allan tann ómak, sum Alex ger sær at varðveita illusjónina um gamla Eysturtýskland.
 
Good bye Lenin! (2003). 2 tímar.

 
Amores Perros

Amores PerrosMeksikanskur filmur, sum byrjar við einari ógvisligari biljagstran og bilvanlukku mitt í Mexico City, har tríggjar lagnur bresta saman. Filmurin fortelur tríggjar søgur um kærleika og ferðast aftur og fram í tíð áðrenn og aftan á óhappið.

Fyrsta søgan er um tann unga Octavio, sum er forelskaður í Susanu, men hon er gift við beiggja hansara, sum er kriminellur og harðligur. Octavio nýtir hundin Cofi, ein stóran rottweilara, til hundabardaga, fyri at útvega sær skjótar pengar, so hann kann rýma saman við Susanu.
Næsta søgan er um kendu fotomodellina Valeriu. Hon er akkurát flutt saman við einum businessmanni, sum er farin frá konu og børnum fyri at vera saman við henni, tá hon verður illa løstað í bilvanlukkuni. Nú situr hon uttan arbeiði í spildurnýggju íbúðini við lítla hundinum hjá sær, og parlagið er broytt til nakað heilt annað, enn tey bæði høvdu ímyndað sær.
Triðja søgan er um tann heimleysa El Chivo. Han er kollveltingarsinnaður, fyrrverandi yvirgangsmaður og livir nú á gøtuni, har hann av og á tekur eitt arbeiði sum leigumordari. Hann heldur saman við einum 4-5 stórum hundum, sum hann rekst runt í býnum við. Hann er fyrstur á staðnum, tá óhappið hendir, og tað er hann, sum bjargar rottweilaranum Cofi.

Amores Perros (2000). 2 tímar 25 minuttir.

 
Svart skemt um ungan mann

101 ReykjavíkHlynur er um tey 30, arbeiðsleysur og býr heima hjá mammuni. Hann hevur ilt við at finna sær eina gentu og fær tíðina at ganga við telduspølum og porno á netinum.

Spanska vinkonan hjá mammuni, Lola, sum er dansilærari, kemur á vitjan, og tá mamman er burtur nakrar dagar, eru Lola og Hlynur saman. Men stutt aftaná gerst hann greiður um, at mamman og Lola eru meira enn bara vinkonur.

101 Reykjavík (2000). 1 tími 40 minuttir.

Bókasavnið eigur bókina handan filmin.
Hallgrímur Helgason: 101 Reykjavik.

 
Ongland fyrst í 1980'unum

This is EnglandFalklandskríggið herjar, og í Onglandi hava øll eina meining um hetta. Vit hitta 11 ára gamla Shaun, sum er einsamallur við mammu síni, tí pápin er deyður í krígnum.

Floksfelagarnir happa hann, men ein bólkur av ungum skinheads og punkarum taka Shaun til sín sum maskott. Umhvørvið er rátt, men tey ungu eru góð við hvønnannan og við Shaun. Men so koma nakrir tilkomnir skinheads og politisku bakmenn teirra og órógva friðin, og alt fer at ridla…

This is England (2006). 1 tími 38 minuttir.

 
Huckleberry Finn og vinfólk hansara

Huckleberry Finn and his friendsSjónvarpsrøð, bygd á kendu bøkurnar hjá Mark Twain um dreingirnar Tom Sawyer og Huckleberry Finn, sum búgva í einum lítium býi við Mississippiánna.

Tom tímir ikki so væl at ganga í skúla, men vil nógv heldur svimja, fiska ella finna upp á okkurt annað saman við heimleysa vinmanninum Huckleberry Finn.
Røðin er frá 1979 og er framvegis eitt hugtakandi, stuttligt og væl úr hondum greitt verk.
Eitt gott filmsupplivilsi fyri tey 9-13 ára gomlu - og foreldur teirra eisini.

Huckleberry Finn and his friends (1979). 4 dvd-fløgur.

 
Saint Ralph

Saint Ralph

Ralph Walker er 14 ár og gongur í katólskum skúla í kanadiska býnum Hamilton. Pápin er deyður í 2. heimsbardaga, og mamman liggur illa sjúk á sjúkrahúsinum.

Hon fellur í óvit, og Ralph hoyrir starvsfólkið siga, at tað skal eitt undur til at fáa hana at vakna aftur. Hann vil fyri alt í verðini ikki gerast foreldraleysur og setur sær fyri at fáa í lag eitt undur. Ein dagin hoyrir Ralph ein av lærarunum siga, at tað hevði verið eitt undur, um nakar á teirra skúla hevði vunnið The Boston Marathon. Hóast skúlastjórin, Father Fitzpatrick, heldur, at tað er á markinum at vera gudsspottan, setur Ralph sær fyri at vinna renningina, so mamma hansara kann vakna aftur. Ein filmur við bæði skemti og álvara.

Saint Ralph (2004). 1 tími 34 minuttir.

 
Kabal i hjerter

Kabal i hjerterPer og Kåre Morten eru góðir vinir og búgva saman. Teir hava báðir Downs syndrom. Ein dagin fær Kåre Morten eina unnustu, Maybritt, sum vinnur pening við at samla tómar fløskur, og sum letur seg í ávísar litir hvønn dag í vikuni fyri at halda skil á, hvør dagur tað er.

Kærleikin ger, at lívið gerst bæði øgiliga lukkuligt og øgiliga ørkymlandi fyri tey trý.

Kabal i hjerter (2007). 1 tími 30 minuttir.

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 næsta > endi >>

úrslit 81 - 100 av 111