Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitaliđ
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavniđ
Leita á řđrum fřroyskum bókasřvnum
Tíđarrit
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóđir
Mentanarvirđislřnir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiđurslřn Tórshavnar býráđs
Ummćlir frá summarkappingini
Filmar
Anita & me

Anita & meMeena veksur upp í einum lítlum minubýi í Onglandi í 1970'unum. Familjan er komin úr India, og tey eru einastu tilflytarar í býnum. Dreymurin er, at Meena skal gerast okkurt stórt, eitt nú lækni, men Meena elskar at siga frá og skriva søgur.
Ein dagin flytir ein nýggj og spennandi genta inn í grannalagnum, tað er Anita, sum er alt tað, ið Meena droymir um.

Á sera stuttligan hátt lýsir filmurin, hvussu tað kann vera at vaksa upp mitt ímillum tvær mentanir, ta indisku og ta ensku, samstundis sum skiftið ímillum barndómin og ungdómin verður lýst.

Anita & me (2008). 1 tími 33 minuttir.

 
Líviđ livađ aftureftir

Benjamin ButtonFilmurin The curious case of Benjamin Button sigur sjáldsomu søguna um ein mann, sum verður føddur sum oldingi og síðan gerst yngri og yngri.
Á hesi øvutu lívsleið síni hittir hann gentuna Daisy, sum hann verður forelskaður í, men tey finna ikki rættiliga saman fyrr enn mitt á lívsleiðini, tá tey eru javngomul, áðrenn Benjamin verður yngri og Daisy eldri.

Hetta er sjálvsagt ein stak undarlig søga, men filmurin megnar væl at fáa drigið okkum inn í hendan heimin, har vit góðtaka, at høvuðspersónurin gerst yngri og yngri.
Ein tour de force í magiskari realismu, og tú keðir teg ikki eitt sekund.

The curious case of Benjamin Button (2008). 2 tímar 46 minuttir.

 
Cranford

CranfordÁrið er 1842. Nýggjar tíðir hótta tann lítla, hugnaliga býin Cranford, tá farið verður undir at leggja jarnbreyt frá Manchester til Cranford. Eisini kemur ein ungur lækni til býin og hevur við sær nógvan nýggjan læknaligan kunnleika, men hann hevur eitt sindur ilt við at finna út av, hvat íbúgvarnir í Cranford halda vera rættan atburð og fólkaskikk.

Í Cranford eru fleiri einkjur og gamlar gentur, og tær fylgja væl við í øllum tí, sum fyriferst. Men hóast tær kunnu tykjast bæði at sleyga og sneyta, so hava tær umsorgan fyri hvørji aðrari og øðrum við, tá á stendur. Fólk verða rakt av sorg og búskaparligum kreppum, og kærleikstrupulleikarnir eru ikki sørt fløkjasligir.

Hetta er ein sjónvarpsrøð í fimm pørtum, sum BBC hevur framleitt í 2007. Røðin byggir á bøkur eftir Elizabeth Gaskell, sum minna um tær hjá Jane Austen. Røðin hevur fingið fleiri virðislønir, og við eru kendir sjónleikarar sum Judi Dench og Imelda Staunton. Umframt nógvu frálíku sjónleikararnar, eru búnarnir eisini nakað heilt fyri seg.

Cranford (2007). 4 tímar 55 minuttir. 2 dvd-fløgur.

 
Hanussen

HanussenSøgan hjá Hanussen er parallell við framgongdina hjá nasistunum í millumkrígstíðini í Týsklandi.
Aftan á at verða særdur í einum krígsálopi, er Klaus Schneider innlagdur á sjúkrahúsið hjá Dr. Bettelheim, sum varnast, at Klaus hevur óvanlig evnir. Hann dugir at hypnotisera fólk og lesa tankar.

Klaus fer at upptraðka sum tankalesari og skiftir navn til Erik Jan Hanussen. Fyrstu ferð hann sýnir sítt kynstur, tekur hann øll á bóli, eisini seg sjálvan, við at síggja fyri sær, at eitt skip á veg til USA fer at ganga burtur.
Hanussen ferðast runt í Týsklandi við sínari framførslu og endar í Berlin, har nógv fólk koma at síggja hann. Men tá ið hann sær fyri sær, at Hitler verður ríkiskanslari, og at ríkisdagin fer at brenna, verður hann vavdur inn í eitt vandamikið politisk spæl.

Hanussen (1988). 1 tími 50 minuttir.

 
Hjartanemandi og aktuellur filmur

Lilja 4-everLilja er 16 ár og býr í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Hon hevur ein dreym um at sleppa til Amerika saman við mammuni, men endin verður, at mamman fer saman við sjeikinum og letur Lilju vera einsamalla eftir.

Nú hevur hon ongan góðan, men tá hon møtir Andrej, er líkt til, at eydnan er við henni. Hann bjóðar henni við sær til Svøríkis at arbeiða, men tá tey skulu fara, verður hann forðaður at koma við, og ikki fyrr enn ov seint er, varnast hon, at hann hevur selt hana til skøkjulevnað í Svøríki.
Lilja 4-ever er frá 2002 og leikstjóri er Lukas Moodysson.

Lilja 4-ever. 1 tími 45 minuttir.

 
Skomm, sátt og sorg

De usynligeJan hevur sitið 8 ár í fongsli fyri morð. Hann og ein vinmaður drupu eitt 4 ára gamalt barn, tá ið teir sjálvir vóru tannáringar.

Nú verður Jan leyslatin og fær arbeiði sum organistur undir navninum Thomas, sum er hansara millumnavn. Hann roynir at skapa sær eina nýggja tilveru, og spakuliga sær tað út til at eydnast, men so varnast mamman at deyða barninum, at hann er leyslatin, og hon er ikki komin til sættis við at hava mist eitt barn.

Høvusðleikluturin sum Jan Thomas verður spældur av Pål Sverre Valheim Hagen, sum eisini spælir høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?.

De usynlige (2008). 2 tímar.

 
Dancing at Lughnasa

Dancing at LughnasaÁrið er 1936, vit eru í Írlandi, og summarið er farið at halla. Tær fimm Mundy-systrarnar búgva heima á garðinum. Allar eru tær ógiftar, men yngsta systirin hevur tó ein son – Michael – sum er 8 ár, og tað er hann, ið er frásøgufólk.

Stóra hetjan í familjuni er beiggin. Hann er prestur og hevur verið nógv ár í Afrika. Nú hann er vorðin gamal, kemur hann heimaftur. Um somu tíð kemur pápi Michael á vitjan, og so missa systrarnar eisini tvær týdningarmiklar inntøkukeldur hetta summarið.

Tann javnvágin, ið systrarnar hava livað í, fær eitt skump av hesum hendingum, og tá summarið er av, er nógv broytt hjá teimum øllum.

Filmurin byggir á ein sjónleik, sum varð framførdur í Sjónleikarhúsinum fyri fleiri árum síðani.

Sensommerdansen (1998). 1 tími 32 minuttir.

 
Enskur trillari eftir Woody Allen

Cassandra´s dreamTerry er ein spælisjúkur mekanikari, sum eitt kvøldið tapir ikki minni enn 90.000 pund. Nú eru góð ráð dýr. Lukkutíð kemur ríki skyldmaður hansara á vitjan, og hann vil fegin hjálpa Terry. Men afturfyri skulu Terry og beiggi hansara gera honum eina tænastu, nevniliga drepa ein mann. Spurningurin er so: vilja og tora teir at taka hetta stig?


Hetta er triði enski filmurin hjá Woody Allen, og hóast hann ikki hevur gjørt so nógvar spenningsfilmar, eru sereyðkennini hjá leikstjóranum við nógvum dialogi og sermerkta skemtinum eisini til staðar í hesum undirhaldandi filmi.
 
Cassandra's dream (2007). 1 tími 44 minuttir.
 
Happy-go-lucky - ein filmur um lívsgleđi

Happy-go-luckyPoppy er 30 ára gomul og býr í London, har hon arbeiðir sum lærari. Hon er eitt satt lívsstykki, altíð í góðum lag, sær ljóst upp á tilveruna og tekur ein dag í senn.

Hon er full av umsorgan fyri sínum næmingum og sínum nærmastu, og í frítíðini gongur hon til bæði flamenco og trampolin. Tá súkklan hjá henni verður stolin, heldur hon hetta vera eitt gott høvi til endiliga at fáa sær koyrikort.  Men koyrilærarin, Scott, verður ein sonn avbjóðing fyri Poppy. Hann er so sanniliga ikki nakar glaður maður, men illur inn á alt og øll og hevur ilt við at stýra síni vreiði, og Poppy og hennara lættsinni bøta ikki um.

Poppy er so glað og stuttlig, at tað er næstan ov nógv av tí góða, meðan flestu fólkini rundan um hana eru full av stúran og vreiði.
Mike Leigh, sum annars er mest kendur fyri sosialrealistiskar og heldur álvarsamar filmar, hevur leikstjórnað filminum, sum setur fokus á, hví tey flestu okkara stúra so nógv fyri øllum tí ringa, sum møguliga kann henda, og tí vilja tryggja okkum móti tí á einhvønn hátt. Hví skulu vit brúka so nógva tíð og orku at leggja lívið til rættis í staðin fyri bara at liva tað?
Filmurin hevur hevur fingið fleiri virðislønir, serliga Sally Hawkins fyri leiklutin sum Poppy.

Happy-go-lucky (2007). 1 tími 53 minuttir.

 
Norđurírskt drama

In the name of the fatherHetta er søgan um “The Guildford Four“, ein bólk av ósekum ungum norðurírum, sum blivu ákærdir fyri at hava sprongt eina bumbu  í einum vertshúsi í Guildford í Onglandi, har 5 fólk doyðu.

Høvuðspersónurin er tann ungi Gerry Conlon, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann verður noyddur at viðganga brotsgerðina og verður saman við øðrum dømdur lívlanga fongulsrevsing. Hann kemur í sama kliva sum pápin, og teir royna sum frægast at yvirliva. Teir hava ikki altíð sitið væl um sátt, men nú hava teir eina felags sak at berjast fyri. Kendi løgfrøðingurin Gareth Pierce trýr, at teir eru ósekir, og hjálpir teimum at fáa tikið málið uppaftur.

In the name of the Father (1993). 2 tímar 13 minuttir.

 
Jar City - íslendskur krimifilmur

Jar CityEin eldri maður verður funnin myrdur í einari ússaligari kjallaraíbúð í Reykjavík, og Erlendur, politiinspektørur, og hansara menn skulu royna at loysa málið. Men lítið er at fara eftir, og ein gomul fotomynd av grøvini hjá einari ungari gentu verður tað, sum fær gongd á uppkláringina.

Málið hevur træðrir nógv ár aftur í tíðina, og parallelt við søguna um brotsverkið er eisini søgan um tað unga parið, sum missir dóttrina av sjúku, og hvørs tilvera syndrast. Nýmótans gentøkni spælir ein leiklut í greiningini av málinum, har nógvar gamlar syndir verða avdúkaðar.

Filmurin byggir á skaldsøguna Mýrin eftir Arnald Indriðason. Baltasar Kormákur, sum eisini er kendur frá filminum 101 Reykjavík, hevur leikstjórnað. Filmurin fer fyri ein part fram í tí stórslignu íslendsku náttúruni, og eitt manskór setur sín dám á. Kendi, fjøltáttaði tónleikarin Mugison hevur staðið fyri tí ljóðliga.
 
Bókin eitur Mýrin á føroyskum og Nordmosen á donskum.

Jar City - Mýrin (2008). 1 tími 31 minuttir.

 
Kautokeino-uppreisturin

KautokeinoSámarnir, sum liva við lítlu bygdina Kautokeino í Norðurnoregi í 1850’unum, hava stórar trupulleikar av alkoholmisnýtslu, og tað passar handilsmanninum í bygdini væl, tí hann selur brennivínið og stýrir bygdin við harðari hond. Um sámarnir ikki kunnu gjalda rokningarnar, leggur hann hald á reinsdjórini hjá teimum.

Men alt hetta broytist, tá prædikumaðurin Læstadius kemur til økið og fær í lag eina  vekingarrørslu, sum sámakvinnan Elen stendur á odda fyri. Skjótt fær handilsmaðurin ilt við at selja vørurnar hjá sær, og tað vil hann ikki góðtaka. Hann syrgir fyri, at ein nýggjur, harðrendur prestur kemur til bygdina, hann skal fáa sámarnar inn um kirkjugátt aftur. Tey, sum ikki akta prest, verða sett í fongsul uttan rættarmál, og tað førir til eina av mest dramatisku hendingunum í norðurnorskari søgu.
Leikstjórin Nils Gaup er sjálvur eftirkomari av teimum, sum tóku lut í uppreistrinum, og hann sigur søguna um tað, sum fór fram áðrenn uppreisturin, og serliga tann menniskjaliga parturin av tí.

Kautokeino-opprøret (2008). 1 tími 32 minuttir.

 
Veruleikatrúgvur animatiónsfilmur

Happy feetKongapingvinir finna makar sínar við at syngja, men okkurt løgið er við pingvinunganum Mumble, tí hann dugir ikki at syngja. Í staðin fyri dugir hann sera væl at dansa. Hetta halda hinar pingvinirnar tó lítið um, og Mumble fer á eina langa ferð, har hann fær nýggjar vinir og upplivir mangt og hvat.

Happy feet er ein sera veruleikatrúgvur animatiónsfilmur. Søgan er góð, og tónleikurin við. Hesin ummælarin gjørdist sera bilsin, tá hon sá, at ymisku pingvinirnar í einum djóragarði allar líktust filmsleikarunum í øllum lutum!

Happy feet (2006). 1 tími 44 minuttir.

 
Ein tann besti Disney-klassikarin

PinocchioKomandi ár verða tað 70 ár síðan, teknifilmurin Pinocchio varð vístur á fyrsta sinni.
Í hesum sambandi er filmurin komin út av nýggjum við tekniskum ábótum, og tú fært høvi at síggja fráklipp, frásøgn um, hvussu filmurin varð til og ymiskt annað í samband við filmin.

Pinocchio er søgan um trædreingin, sum so gjarna vil vera ein rættiligur drongur, men fyri at hetta ynskið skal ganga út, skal hann fyrst gera seg verdugan til tað, og tað er ikki so lætt.
Boðskapurin í filminum er einfaldur og greiður: um tú gert tað góða, finnur tú eisini eydnuna. Og tá filmurin umframt at vera sera væl teknaður, er spennandi, stuttligur og sjarmerandi, er hann eitt frálíkt upplivilsi fyri børn í øllum aldri og vaksin við.

Pinocchio (1940). 1 tími 28 minuttir.

 
Chicago – ein rćttiligur sangleikur!

ChicagoÍ Chicago í 1920’unum verður lívið livað, sum var hvør dagur tann seinasti. Kabarettsangarinnan Roxie Hart er tikin fyri at hava dripið elskara sín. Í fongslinum hittir hon Velmu Kelly, sum einaferð var ein vælumtókt sangarinna, men nú er fongslað fyri at hava gjørt av við bæði mannin og systrina.

Tann háli advokaturin Billy Flynn skal taka sær av báðum málum og er einasta vónin hjá kvinnunum báðum at sleppa úr fongslinum við lívinum. Og her hava fjølmiðlarnir ein týðandi leiklut, har tað ræður um at vinna sær pláss og vælvild, so kappingin verður hørð millum Roxie og Velmu, sum eisini skulu kappast við nýggjastu tíðindini.
Filmurin byggir á kenda sangleikin hjá Bob Fosse og er eins og sangleikurin á tremur við góðum jazztónleiki, sangi og dansi.

Chicago (2002).1 tími 49 minuttir.

 
Vinmenn í Oslo

BuddyKristoffer er 24 ár og ikki serliga búgvin. Han býr í einum lítlum kollektivi í Oslo saman við vinmonnunum Geir og Stig Inga.
Elisabeth er unnustan hjá Kristofferi, og hon streingir á fyri at fáa eitt meira bindandi samband, men Kristoffer er ikki tann, sum droymir um volvo, vov-vov og raðhús.

Stig Ingi er ein varin og ósikkur fýrur, sum hevur búð nógvastaðni í heiminum. Nú heldur hann seg til Tøyen í Oslo, heimsins nalva, har alt er beint uttan fyri dyrnar.
Geiri dámar væl at liva vandamikið, men han er ikki so sorgleysur, sum hann letst.
Kristoffer nýtir sína frítíð til at taka vinirnar upp á video og ger videodagbøkur við Jackass-kendum innsløgum. Ein dagin fær sjónvarpið fatur á einum videobandi hjá Kristofferi, og knappliga eru hann, Geir og Stig Ingi kendastu vinmenn í Norra.

Buddy (2003). 1 tími 40 minuttir.

 
Fremmand í fremmandum landi

The Band's VisitEitt lítið egyptiskt politiorkestur skal til Ísraels at spæla í einum arabiskum mentanarhúsi, men eftir at vera farnir við skeivum bussi enda tónleikararnir í einum lítlum ísraelskum býi í ongamannalandi. Har verða teir noyddir at gista hjá fólki á staðnum, og náttin hevur avbjóðingar við sær fyri teir allar.

Hóast stórar mentanarmunir eru bond, sum knýta øll menniskju saman. Filmurin vísir, at stundum er tað at villast tann besti mátin at finna seg sjálvan. Filmurin, sum er ísraelskur og stjórnaður av Eran Kolirin, hevur fingið Audience Award á filmfagnaðum í München og Warszawa.

The band’s visit - Bikur Ha-Tizmoret (2007). 1 tími 27 minuttir.

 
Eitt baldrut lív og ein óvanlig lagna

La vie en roseFrá einum sera fátækum og óstøðugum barndómi til altjóða viðurkenning, soleiðis bleiv lívið hjá Edith Piaf. Ein leikur fyri opnum tjøldum, men eisini eitt lív í djúpum einsemi. Kvinnan í teimum svørtu klæðunum kundi rúnarbinda sínar áhoyrarar, líkamikið um hon sang á gøtuni í París ella á altjóða palli.

Filmurin lýsir lívið hjá tí lítlu kvinnuni við tí stóru røddini.

La vie en rose (2007). 2 tímar 14 min.

 
Nútímans kultfilmur

The Big LebowskiTveir ránsmenn bróta inn í íbúðina hjá hippiaranum Jeff Lebowski, kallaður The Dude, tí teir halda hann vera ríkmannin við sama navni. Men hetta vil The Dude ikki finna seg í, og við hjálp frá vinmonnunum í bowlingfelagnum setur hann sær fyri at fáa greiðu á, hvat alt hetta snýr seg um. Fólkini, teir leita upp, eru ikki Guds bestu børn, men kortini eydnast tað tí góðvarna Dude og klossutu vinmonnum hansara at koma heilskapaðir frá gangstarunum.

Tað kann vera trupult at fylgja við í, hvat The Big Lebowski í grundini snýr seg um, men hetta er eisini ein partur av sjarmuni í filminum, sum er sera stuttligur og seinnu árini er vorðin ein rættiligur kultfilmur.
Hetta hevur m.a. havt við sær, at fjepparar kring alt USA, og aðrastaðni við, hvørt ár skipa fyri einum fagnaði, Lebowski Fest, har fólk, ílatin sum persónarnir í filminum, hittast at bowla, spæla tónleik og stuttleika sær.

Ein filmur, sum saktans kann - ella kanska skal - síggjast meira enn ta einu ferðina.

The Big Lebowski (1998). 1 tími 57 minuttir.

 
Stuttlig sosialrealisma

Populärmusik från VittulaLangt, langt norðuri, nær markinum millum Svøríki og Finland, hittast smádreingirnir Matti og Niila. Teir halda saman øll barna- og ungdómsárini í 1960- og 1970-árunum, og vit fylgja uppvøkstrinum í hendingaríkum brotum.

Teenagedreingirnir vilja fegin liva upp til krøvini hjá foreldrum og samfelagi. Í saunaini hittast menn og dreingir til trúnaðarprát, og páparnir siga dreingjunum, hvussu teir skulu velja sær gentur uttan vanda fyri innannøring. Eisini eigur ein rættur maður at drekka brennivín, til hann dettur av.
Sum dreingir flest hava Matti og Niila hug at gera uppreistur. Millum annað lurta teir eftir rockplátum og royna at gera ein tónleikabólk saman við læraranum, sum er fluttur higar úr Skåne. Hann kundi tað sama verið úr einum fremmandum landi, og skánskt kundi eisini tað sama verið eitt fremmant mál. Lærarin er ein súkklandi eldsál við nógvum hugskotum, og samanbresturin millum hann og svensk-finska samfelagið hevur við sær nógvar stuttligar tilburðir.

Populärmusik från Vittula (2004). 1 tími 40 minuttir.

Býarbókasavnið eigur eisini bókina handan filmin.
Mikael Niemi: Populærmusik fra Vittula.

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 nćsta > endi >>

úrslit 61 - 80 av 104