Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur - NÝTT
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Filmar
Masjävlar

MasjävlarMia er av bygd, men býr í Stockholm, har hon hevur eina íbúð og gott starv, og hon trívist væl í stórbýnum. Mia er nógv yngst av trimum systrum og tann einasta, sum fór burtur úr heimbygdini.

Tá pápin fyllir 70, fer hon aftur til heimbygdina at vitja, og nú koma allar tær gomlu kenslurnar fram. Systrarnar hava fordómar um, hvussu lívið hjá hinum er, og lítið skal til at fáa øvund og gomul stríðsmál at kykna, so føðingardagurin tekur eina aðra vend, enn familjan hevði væntað.

Masjävlar (2004). 1 tími 34 minuttir.

 
World Trade Center

World Trade CenterSpælifilmur um yvirgangsatsóknina í 2001. Nakrir politistar, sum dagliga starvast á havnaøkinum, verða boðsendir at hjálpa til, tá eitt flogfar hevur rakt ein skýskravara í New York.

Meðan politistarnir eru inni í bygninginum, rapar hann, og teir verða fangaðir undir múrbrotunum. Hetta er søgan um tveir starvsfelagar, sum halda lív og vón í hvørjum øðrum, meðan bjargingarliðini arbeiða. Vit síggja eisini, hvussu dagurin er hjá teimum avvarðandi, og filmurin er ein søga um ósjálvsøknið í menniskjanum, tá á stendur.

World Trade Center (2006). 2 tímar 4 minuttir.

 
Elizabeth I

Elizabeth IEnska drotningin Elizabeth I (1533-1603) var sera avhildin av fólkinum, og tað eydnaðist henni at stýra landinum í samfull 45 ár.

Filmurin er um seinna partin av hennara stjórnartíð, sum var sera trupul, eitt støðugt stríð, har hon var einsamøll kvinna í einum heimi, stýrdum av monnum.

Sagt verður eisini frá sambandi hennara við jallin av Leicester og stjúkson hansara, jallin av Essex. Høvuðsleiklutirnar spæla Helen Mirren, Jeremy Irons og Hugh Dancy. BBC hevur framleitt filmin, sum er í tveimum pørtum.

Elizabeth I (2006). 3 tímar 31 minuttir, 2 dvd-fløgur.

 
Veiviseren

VeiviserenSámiskur actionfilmur, sum fer fram umleið ár 1000.
Aigin, 16 ár, er vitni til, at familja hansara verður dripin, mamman, pápin og lítlasystirin. Tað eru tsjudararnir, sum hava gjørt tað, eitt fólkaslag, sum rænir og drepur øll, tey koma fram á.

Í fysta umfari sleppur Aigin til rýmingar og flýggjar til nærmastu sámalegu, men seinni verða hann og shamanleiðarin fangaðir. Fyri at bjarga shamaninum undan píning verður Aigin noyddur at vísa veg til stóru sámaleguna á strondini.

Filmurin varð innstillaður til Oscarvirðisløn fyri besta útlendska filmin í 1988.

Veiviseren (1987). 1 tími 26 minuttir.

 
Billy Elliot

Billy Elliot11 ára gamli Billy Elliot býr í einum lítlum enskum námsbýi saman við pápa sínum, einum eldri beiggja og ommuni, sum er dement. Tað eru ringar tíðir við verkfalli, og smátt er við pengum.

Kortini sleppur Billy at ganga til boksing, tí tað hava menninir í teirra familju altíð gjørt. Ein dagin sær Billy genturnar dansa ballett í hølunum við síðuna av boksihøllini. Ballettlærarin Mrs. Wilkinson fær hann at dansa við og sær beinanvegin, at hann hevur framúrskarandi evnir. Billy fer nú at ganga til ballett í staðin fyri boksing, men tá pápin frættir hetta, verður hann í øðini, tí slíkt er ikki fyri rættar menn. Mrs. Wilkinson gevst ikki so.

Ein hjartanemandi filmur um at vera trúgvur móti sær sjálvum.

Billy Elliot (2002). 1 tími 45 minuttir.

 
Blade Runner

Blade RunnerKultfilmur eftir Ridley Scott, sum eisini hevur leikstjórnað filmar sum Thelma & Louise (1991) og Gladiator (2002).

Harrison Ford spælir Deckard, sum í einum framtíðar Los Angeles jagstrar ein bólk av androidum. Tær eru so væl gjørdar, at tær mestsum eru yvirmenniskjur, og nú eru tær flýggjaðar frá einari minuplanet og halda ólógliga til á jørðini.
Blade Runner er frá 1982 og verður roknaður millum týdningarmestu science fiction-filmar.
Hetta er ”Director’s cut version”, sum kom út í 1991.

Blade Runner (1982, director's cut: 1991). 1 tími 56 minuttir.

 
Beinrakin og skemtiligur filmur

Tatt av kvinnenEin maður verður púra tikin á bóli, tá ein ung kvinna knappliga flytur inn til hansara at búgva og fer í holt við at skipa fyri og blanda seg í hansara tilveru.

Hann fær ikki orðið fyri seg, tí hon tosar alla tíðina, og tað tekur sína tíð hjá honum at fata, at skal hann sjálvur ráða fyri, hvar kommodan skal standa, má hann berjast fyri sínum rættindum

Tatt av kvinnen (2007). 1 tími 30 minuttir.

Bókasavnið eigur eisini bókina handan filmin.
Erlend Loe: Kvinden flytter ind (2007). 158 síður.

 
Svart skemt um at gerast vaksin

Igby goes downFilmurin er um 17 ára gamla Igby (Kieran Culkin), sum altíð hevur trupulleikar. Peningatrupulleikar, rúsevnistrupulleikar og ikki minst familjutrupulleikar. Til alla lukku fyri mammuna (Susan Sarandon) hevur Igby nevniliga ein fyrimyndarligan stórabeiggja (Ryan Phillippe).

Ferð eftir ferð verður Igby blakaður úr kostskúlum, og at enda rýmir hann til New York, har hann flytir inn í eina íbúð hjá gubbanum (Jeff Goldblum). Tá eldri beiggin kemur eftir honum, vísir tað seg, at heldur ikki hansara tilvera er so lýtaleys, sum tað letur til, og beiggjarnir nærkast eini viðurkenning av hvørjum øðrum.
Hóast evnið er tungt, verður søgan søgd undirhaldandi, ikki minst tí at Igby er sera speiskur.

Igby goes down (2003). 1 tími 34 minuttir.

 
Brokeback Mountain

Brokeback MountainAng Lee, ið er ættaður av Taiwan, leikstjórnar filmin Brokeback Mountain.

Brokeback Mountain er um tveir cowboys, ið møtast á einum garði í Texas á sumri 1963. Teir gerast væl og við Texas og Wyoming í baksýni verður ein innilig, men duld kærleikssøga, breidd út á løriftið.

Brokeback Mountain (2005). 2 tímar 10 minuttir.

 
Paradise Now!

Paradise now!Hany Abu-Assad, sum er føddur í Nazaret í 1961, hevur leikstjórnað filmin Paradise Now.

Palestinski leikstjórin, sum longu er heiðraður í Berlin og Los Angeles, sigur, at filmurin er íkast til kjakið um, hvussu Palestina skal samstarva við Ísrael. Onkur gevur seg undir friðin, meðan onnur í filminum svørja til harðskap sum einastu loysnina. Filmurin endar við, at høvuðspersónurin, ein jihadsmaður, gyrðir seg við bumbum og fer í ein ísraelskan buss. Og nú vit tosa um Endlösung, er áhugavert at síggja, at filmurin úr Palestina kappast við týska filmin Sophie Scholl. Die letzten Tage. So ikki kann sigast annað, enn at altjóða filmsumhvørvið er livandi og nýskapandi. Spurningurin er tó, um hetta rák rínur við hjá okkum?

Paradise Now! (2005). 1 tími 27 minuttir.

 
Transamerica

TransamericaFelicity Huffmann, ið vit kenna sum Lynette í Desperate Housewives, hevur høvuðsleiklutin í filminum Transamerica.

Hon hevur eina fortíð sum maður, men hevur skift kyn og er nú kvinna, sum bara tørvar eitt síðsta læknaligt inntriv. Tá eru telefonboð frá einum drongi í einum kliva í New York, ið heilt vist er sonur hennara frá teirri tíðini, tá hon var maður. Sonurin mistekur pápa-mammuna fyri ein kristniboðara, og tey fylgjast í teirri trúgv tvørtur um Amerika; tískil tvítýdda heitið ”Transamerica”.

Transamerica (2005). 1 tími 39 minuttir.

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 næsta > endi >>

úrslit 101 - 111 av 111