|
|
|
Filmar
|
Joni (18) og Laser (15) liva í eini vanligari familju saman við mammum sínum Nic og Jules, sum eru lesbiskar. Børnini ganga í skúla, Nic hevur úr at gera sum lækni, og Jules hevur júst stovnað eitt virki, sum innrættar urtagarðar. Laser er forvitin eftir, hvør pápi hansara og Joni er, og umvegis sáðbankan fáa tey samband við Paul. Mammunum dámar lítið, at pápin kemur upp í leikin, men í vón um, at børnini skjótt síggja, at tey ikki hava tørv á Paul, bjóða tær honum kortini heim til døgurða.
Paul er ein heilt onnur typa, enn tey vanligu koma saman við, men hann er dámligur, og skjótt gerst hann ein stórur partur av familjuni, nakað sum ikki fellur í góða jørð hjá Nic. Ein lættur feel-good-filmur, sum tekur upp ymiskar trupulleikar, sum stinga seg upp í familjum við tannáringum. The kids are all right (2010). 1 tími 46 minuttir. Trailari á YouTube |
|
Mad men er ein amerikansk sjónvarpsrøð, sum hevur verið víst síðan 2007, og sum framvegis er á skránni. Røðin gongur fyri seg í byrjanini av 60’unum, og snúningspunktið er lýsingarfyritøkan Sterling Cooper í New York. Nú góðu tíðirnar við forbrúkaramentanini alsamt taka dik á seg, gongur sera væl hjá fyritøkuni. Tann kreativi stjórin, Donald Draper, er høvuðspersónurin í røðini, men rundan um hann eru nógvir framsøknir starvsmenn, umframt ídnar skrivstovukvinnur, ið eisini royna at fóta sær á hesum mansdomineraða arbeiðsplássi. Men eisini privatlív teirra verður lýst í hesi tíð, tá John F. Kennedy enn var forseti.
Mad men hevur fingið sera gott skotsmál frá ummælarunum. Og umframt at vera eitt valaverk viðvíkjandi framleiðslu, leiki og søgufrásøgn, er tað ein sonn fragd hjá hyggjaranum at leita aftur til hesa tíð og kunna liva seg inn í móta, innrætting og tøkni, ið varð partur av gerandisdegnum. Mad men (2007-). 4 ymiskir húsar við 4 fløgum hvør. Mad men - sesong 1 Mad men - sesong 2 Mad men - sesong 3 Mad men - sesong 4 Trailari |
|
Kærleiki, kríggj og samleiki |
|
Gilbert Joseph er ein av teimum mongu ungu monnunum av Jamaica, sum gjørdu tænastu í RAF undir krígnum, tí hann kendi tað sum sína skyldu at tæna "The Mother Country". Eftir kríggið droymir hann um at flyta aftur til Onglands at skapa sær eina nýggja og betri tilveru, men tá hann í 1948 kemur hagar, kennir hann seg ikki serliga vælkomnan. Hann er nýgiftur við Hortense, sum er útbúgvin lærari, og hon gleðir seg eisini til nýggju tilveruna í London, men gerst ikki minni vónbrotin.
Býurin er illa farin eftir nógvu bumbuálopini, tíðirnar eru ringar, og svørt og litt fólk eru ikki væl sædd av øllum, hvørki sum leigarar ella arbeiðsmegi. Hortense og Gilbert leiga eitt kamar frá Queenie Bligh, sum Gilbert fyrstu ferð hitti, tá hann var í Onglandi sum hermaður. Kríggið hevur eisini broytt hennara lív, bæði so og so. Hon heldur seg hava mist mannin, Bernard, men trý ár eftir, at kríggið er endað, kemur hann heim aftur. Tá er nógv hent, sum fær stórar avleiðingar fyri tey øll, og lagnur teirra verða av álvara samantvinnaðar. Filmurin, sum er ein BBC-framleiðsla í tveimum pørtum, byggir á nógv róstu skaldsøguna eftur Andreu Levy og hevur eins og bókin vunnið fleiri virðislønir. Small island (2009). 2 tímar 54 minuttir. Er filmurin tøkur? Er bókin handan filmin tøk? Trailari á Youtube |
|
Móðir og dóttir liva saman í einum stórum, vanrøktum húsi við 28 rúmum. Tær eita líka, Edith Bouvier Beale, so tær verða kallaðar Big Edie og Little Edie. Big Edie er fastir Jackie Onassis og Little Edie sostatt systkinabarn hennara. Little Edie hevði stórar dreymar um at gerast okkurt innan fyri listina. Hon dansar og syngur, og henni dámar væl at undirhalda. Filmurin klippir aftur og fram í tíð, frá í 30’unum, tá Little Edie roynir at fóta sær í New York, upp til 70’ini, tá hon og mamman liva púra isoleraðar frá umheiminum í einum húsi uttan rennandi vatn, har tað yður í kettum og vaskibjørnum.
Heilsumyndugleikarnir gerast varugir við umstøðurnar, og áhugin frá miðlunum er øgiligur, tá tað kemur fram, at nærmasta familja hjá tí ríku Jackie Onassis livir í skitti og armóði. Ein dokumentarfilmur varð gjørdur í 1975, hesin filmurin frá 2009 byggir á tann dokumentarin. Grey Gardens (2009). 1 tími 43 minuttir. Trailari |
|
Smágangstarin Uxbal býr saman við tveimum børnum í Barcelona, har hann livir av at fáa ólógligar kinesiskar innflytarar inn í landið og selja kopivørur. Men ein dagin fær Uxbal at vita, at hann er álvarsliga sjúkur, og sum ein samvitskufullur maður má hann nú fyrihalda seg til lagnu sína. Biutiful er, sagt í stuttum, ein filmur um faðirskap, at koma til sættis við tey, ið eru tær nær, deyðan og innflyting.
Og hesin spanski filmurin nertir veruliga við kenslurnar hjá tí, ið sær hann. Ein filmur, ið so at siga trínur út úr løriftinum. Og hetta ikki minst takkað veri tí framúrskarandi høvuðsleikaranum Javier Bardem, sum vit í øðrum filmum hava upplivað sum kensluleysan mordara, stórsjarmør, men sum í hesum filmi er einastandandi sum kenslufullur maður á lívsins egg.
Biutiful er fjórði filmurin hjá meksikanska leikstjóranum Inárritu, sum verður mettur at vera ein av fremstu filmslistamonnunum í dag. Bókasavnið hevur eisini hinar filmar hansara: Babel , Amores perros og 21 gram . Biutiful (2001). 2 tímar. |
|
Tríggir varðar undir Varða |
|
Teir tríggir rithøvundarnir William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras vórðu allir føddir um aldaskiftið 1900. Í filminum siga teir frá um barna- og ungdómsárini, høvundavirksemið, viðurskifti teirra við Føroyar og føroyska málið. Vit fáa eina beinleiðis heimild og siðsøguliga lýsing av Føroyum í sjeytiárunum.
Teir siga eisini eitt sindur um, hvørja fatan teir høvdu av hinum sum rithøvundar, og hvat hevði serligan týdning fyri teirra høvundavirksemi. Fyri William var tað serliga tað at búgva í Havnini, ið hevði týdning. Fyri Heðin Brú var tað serliga bygdalívið og samveran við menniskju, og fyri Christian Matras var tað náttúran og náttúruupplivingar, ið høvdu ein serligan leiklut. Tætt samband var teirra millum heilt frá ungum árum til ellisár. Sum nakað serligt kann nevnast, at teir búðu allir undir Varða í Havnini, og teir settu týðiligar varðar eftir seg. Tríggir varðar (2010). 29 minuttir. |
|
Heit summarferia í Barcelona |
|
Amerikansku Vicky og Cristina eru bestu vinkonur, og nú eru tær farnar til Barcelona at halda summarferiu saman, áðrenn Vicky skal giftast um nakrar mánaðir. Endamálið við feriuni er at hugna sær saman, meðan Vicky savnar tilfar til serritgerð sína, og kreativa Cristina roynir at finna seg sjálva listarliga. Men eitt kvøldið í býnum hitta tær Juan Antonio, sum saman við sponskum veðurlagi og víni ávirkar allar ætlanir teirra og fær tær at seta spurnartekin við, hvat lívið veruliga snýr seg um.
Søgugongdin er óvæntað, og meira verður ikki avdúkað her. Men hyggjarin kann vænta sær eina suðurevropeiska summaruppliving, og við einum ikki heilt ósjónligum fingramerki hjá leikstjóranum Woody Allen. Filmurin fekk Golden Globe-heiðurslønina í 2009 fyri bestu komediu. Vicky Cristina Barcelona (2009). 1 tími 32 minuttir. Trailari á YouTube |
|
Romantiskur filmur um ein leigudrápsmann |
|
Filmurin er um tað fløkta sambandið millum nøkur fólk, sum øll hava trupulleikar. Ein ung kvinna, Kate, fer frá manninum, sum er harðligur, og byrjar eina nýggja tilveru í Chicago, har ongin kennir hana. Eitt kvøldið, hon er á veg heim frá arbeiði, sær hon ein mann uppi á einari høgari tekju, hann sær út, sum hann ætlar sær at leypa. Hon skríggjar, og hetta fær mannin at hálsa um. Hon er skakað av hendingini, og eftirsum ein maður varð funnin skotin inni í húsinum, fer politiið at kanna málið.
Annar politimaðurin fær gott eyga á Kate og roynir at koma í samband við hana, men hon fær eisini ein nýggjan vin, Frank, sum bjargar henni, tá hon fær eitt stórt jólatræ omanyvir seg. Hon veit ikki, at hann er maðurin á tekjuni og leigudrápsmaður og hevur í kvittanum at beina fyri henni, tí hon møguliga hevur sæð okkurt. Men hann varnast, at hon eins og hann hevur trupulleikar og er rýmd undan fortíðini, og vinalag tekur seg upp teirra millum. Tey hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og eru á bylgjulongd, men støðan er óhaldbar. Michael Keaton, sum spælir leiklutin sum Frank, hevur stjórnað filminum, og hetta er hansara fyrsta roynd sum leikstjóri. The merry gentleman (2009). 1 tími 32 minuttir. Trailari á YouTube |
|
Sorgblíður og humoristiskur filmur um gerandislagnur |
|
Tom og Gerri Hepple eru eini eldri hjún, sum liva í sátt og semju í hugnaliga heimi sínum í London. Tey hava kenst í eini 40 ár, heilt síðani tey í sínari tíð gingu á sama universiteti. Hon arbeiðir sum ráðgevi á eini heilsumiðstøð, og hann er verkfrøðingur. Einasti sonurin, Joe, er løgfrøðingur, og hann hevur nú endiliga sum 30 ára gamal funnið ta røttu gentuna. Samanumtikið er lívið gott, hjúnini hvíla í sær sjálvum og stúra ikki fyri at blíva gomul.
Filmurin er bygdur upp um tær fýra árstíðirnar, og vit síggja Tom og Gerri arbeiða og heysta í kolonihavanum. Teimum dámar væl góðan mat og gott vín, og tey eru sera gestablíð. Men ikki allir gestirnir eru eins lukkuligir og nøgdir sum tey. Ein, sum ofta vitjar, er Mary, vinkonan og starvsfelagin hjá Gerri. Hon er fráskild, men livir enn í vónini um at finna rætta mannin og fer enntá so langt sum at gera seg til fyri soninum í húsinum. Vinalagið við Mary kann vera strævið, hon er sera kenslulig, ovurglað ella langt niðri, og av og á fær hon eisini eitt glas ov nógv. Og tá hon so er sera ófólkalig móti Katie, gentuni hjá Joe, kólnar sambandið av álvara. Eisini Ken, barndómsvinurin hjá Tom, er fastur gestur. Heldur ikki hann er lukkuligur, konan er rýmd, hann etur og drekkur ov nógv, og hann kennir seg í heila tikið gamlan og óbrúkiligan. Hann hevur gott eyga á Mary, men hon vil ikki vita av honum. Tá beiggi Tom, Ronnie, gerst einkjumaður, bjóða Tom og Gerri honum at vera hjá teimum eina tíð. Hann er ein sera innanhokin maður, sum alt lívið hevur búð í sama umhvørvi, men tá Mary umsíðir kemur aftur at vitja, er tað hon, sum fær hann at opna seg eitt sindur. Another year er nýggjasti filmurin hjá Mike Leigh, sum av mongum verður mettur at vera meistarin innan enskt gerandisdrama - filmar um púra vanlig fólk. Tí øll hava eina søgu, gerandisliga ella ei. Filmurin fekk sera góða móttøku, hann var innstillaður til nógvar virðislønir og vann eisini fleiri. Another year (2010). 2 tímar 4 minuttir. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Stuttligur ungdómsfilmur um álvarsligt evni |
|
Olive hevur ikki hug at fara vikuskiftiscamping við familjuni hjá bestu vinkonuni, so hun fortelur eina hvíta lygn um, at hon skal á date við einum eldri dreingi. Í veruleikanum er hon einsamøll inni alt vikuskiftið. Mánadagin í skúlanum er vinkonan øgiliga spent at hoyra, hvat er hent, og knappliga hevur Olive fortalt, at hon ikki er jomfrú longur. Hetta hoyrir ein genta úr flokkinum, og skjótt er søgan um Olive runt um allan skúlan.
Nú leggja øll merki til Olive, og tað er ikki frítt, at henni dámar at broytast frá at vera ein ósjónlig, pen genta til at vera mittpunkt. Olive eigur ein vinmann, sum verður illa happaður, tí hann er samkyndur. Nú fær hann tað hugskotið, at um Olive sigur, hon hevur verið saman við honum, so er hann bjargaður. Søgurnar um, at Olive er leys upp á tráðin, gerast fleiri, og so líðandi verður einsligt og lítið hugaligt at vera hon. Men ber til at venda aftur? Easy A (2010). 1 tími 29 min. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Servitrisan Lucía og rithøvundurin Lorenzo finna saman í Madrid og liva saman í einum litinskapligum parlagi. Men knappliga doyr Lorenzo, og nú flýggjar Lucía til eina miðalhavsoyggj, sum Lorenzo ofta hevur tosað um. Har hittir hon eitt annað par, hvørs lív á avgerandi hátt eisini er ávirkað av Lorenzo. Og tá Lucía fær hendur á seinastu ófullfíggjaðu skaldsøguni hjá Lorenzo, skilir hon betur ymiskt, sum hendi, meðan hann enn var á lívi.
Fyrra helvtin av filminum snýr seg um kærleikssambandið millum Lucíu og Lorenzo, og hóast erotisku senurnar eru framligari enn vanligt, verður ikki farið um mark. Seinna helvt er drama, stutt og greitt, har Lucia út frá handritinum lítur aftur og roynir at skilja hvat og hví. Eitt áhugavert drama og nakað so sjáldsamt sum ein seriøsur erotiskur spælifilmur.
Sex & Lucía (2001). 2 tímar. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Kring Føroyar í einum gomlum bili |
|
Filmurin er ein sokallaður road-movie, har høvuðsleikararnir ferðast runt í einum gomlum bili á teimum føroysku vegunum. Tær báðar Rannvá og Barba, sum hava búð uttanlands í fleiri ár, koma heim á eina stuttan vitjan og eru sjónliga merktar av útlegdini bæði í útsjónd og atferð. Tær føra seg fram í provokerandi klæðum og hava eina heldur niðurlátandi framferð yvir fyri øllum tí føroyska.
Endamálið við vitjanini er tó ivaleyst at rudda upp í teirra fløktu familjuviðurskiftum. Men tær missa skjótt takið og mugu flýggja undan danska manninum hjá mammu Barbu, sum eftir øllum at døma er óvitandi um, at kona hansara eigur eina vaksna dóttur. Túrurin byrjar í Sumba, har tær báðar renna seg í tann meira friðaliga Rúna, sum kemur teimum til hjálpar og koyrir avstað við teimum í sínum gamla Fordi. Sjálvur er hann eisini á veg norðureftir, men hann hevur nógv ørindi á vegnum, so túrurin gerst heldur drúgvur. Eins og tær báðar ungu kvinnurnar hevur Rúni eisini sítt at gera upp við fólk, hann kennir seg snýttan av, og tað er ikki smávegis, tey trý koma út fyri á ferðini. Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað og skrivað handritið til filmin. Bye Bye Blue Bird (2001). 1 tími 25 minuttir. Er filmurin tøkur? |
|
Undirhaldandi álvari úr Noregi |
|
Elling og Kjell-Bjarne hava í nógv ár búð á einum bústovni fyri menningartarnað, men nú hava myndugleikarnar gjørt av, at tíðin er komin, at teir skulu flyta heimanífrá. Teir fáa eina íbúð í einari uppgongd í Oslo og skulu nú klára seg sjálvar, men tað er ikki bara sum at siga tað.
Serliga Elling er ótryggur um alt tað nýggja; hvussu keypir mann t.d. inn, og hvussu bert tú teg at, tá tú sært eina kvinnu? Elling fær hjálp frá Kjell-Bjarne, og báðir fáa hjálp frá sosialpedagoginum, sum vitjar teir av og á. Stríðið hjá vinmonnunum báðum er hjartanemandi og undirhaldandi, og tá filmurin er liðugur, finnast til alla lukku tveir filmar afturat um Elling.
Elling (2001). 1 tími 24 minuttir.
Er Elling tøkur? Er Elsk meg i morgen tøkur? Er Mors Elling tøkur? Trailer |
|
“My name is Khan and I am not a terrorist” |
|
Filmurin er indiskur, og tað sjáldsama við honum er, at høvuðspersónurin hevur Aspergers. Rizvan Khan veksur upp í India og er muslimur. Teir flestu indarar eru hinduar, men tíðliga fortelur mamman honum, at øll eru líka nógv verd, og tað einasta, sum ger mun, er, um fólk eru ónd ella góð. Tá mamman er deyð, flytur Rizvan til San Francisco at búgva, og har hittir hann ungu einkjuna Mandiru, sum eigur ein son. Tey gerast góð og giftast, men eftir 11. september er ikki lætt at vera muslimur í USA.
Familjan verður rakt av einum sorgarleiki, og eftir hetta fer Rizvan eina ferð tvørtur um USA, tí hann ætlar sær at tosa við forsetan og siga honum, at hann ikki er nakar yvirgangsmaður. Men starvsfólkini á flogvøllinum mistaka hansara heldur sjáldsama atburð sum illgrunasaman, og hann hevur ilt við at sannføra tey um, at hann er í friðarligum ørindum. Hann ætlar eisini at vinna Mandiru aftur. Karan Johar hevur leikstjórnað filminum. My name is Khan (2010). 2 tímar 35 minuttir. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Fish Tank – ensk sosialrealisma |
|
15 ára gamla Mia er fyri tað mesta ill inn á alt og øll, og tað einasta, hon ordiliga tímir, er at dansa hip hop. Saman við vátligu mammuni og nasadjørvu lítlusystrini Tyler býr hon í einum troystarleysum íbúðarblokki í útjaðaranum av London. Lítið skil er á húsarhaldinum, og mamman hevur ofta menn heim við. Men so flytir Connor inn til teirra, og hann er heilt øðrvísi enn hinir, sum mamman hevur havt. Hann sær gott út, er stuttligur og vísir umsorgan fyri Miu og Tyler. Eisini er hann sera stuðlandi, tá Mia ætlar sær til upptøkuroynd í dansi.
Mia hungrar eftir tí kærleika og umsorgan, sum mamman ikki er før fyri at geva henni, og í Connor sær hon tann stórabeiggja ella pápa, sum hon saknar. Kanska er hon eisini eitt sindur forelskað í honum. Men hvør er hann í veruleikanum? Sannleikin verður ein beiskur biti fyri Miu, sum má ásanna, at hóast lívið er hart, so má hon royna at klára seg. Mia, sum vanliga hevur torført við at knýta vinabond, hevur fingið ein nýggjan vinmann, Billy, og saman við honum fær hon møguleikan at flyta heimanífrá og byrja eitt nýtt lív. Andrea Arnold er ein rættiliga nýggjur leikstjóri, sum hevur fingið nógv rós og verður sammett við Mike Leigh og Ken Loach, meistararnar innan enska sosialrealismu. Eisini hesin filmurin er nógv róstur og hevur fingið eina ørgrynnu av virðislønum, m.a. BAFTA-virðislønina í 2010. Fish Tank (2009). 1 tími 57 minuttir. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Filmurin er um tveir beiggjar, sum stríðast hart fyri at byrja umaftur, men orsakað av traumum í barndóminum er tað nærum ógjørligt hjá teimum. Filmurin byrjar við at vísa tað, sum hendi tá, og sum hevur havt so ræðuliga ávirkan, at teir aldri klára at fáa eitt vanligt lív. Mamman er alkoholikari og letur púra ansingina av einum pinkubarni upp í hendurnar á teimum báðum stóru beiggjunum, sum eru um 9-11 ára aldur. Teir gera sítt besta, keypa móðurmjólkarlíki, finna eitt navn til hansara og halda barnadóp, sum teir hava lært frá teimum vaksnu, við at dansa runt til harðan tónleik, meðan teir roykja og drekka, til teir detta um. Tá ið teir vakna aftur, er barnið deytt.
Søgan fer nú eini 20 ár fram í tíðina. Vit fylgja beiggjunum parallelt í nakrar fáar vikur, og nú roynir stóribeiggin Nick at fáa samband við lítlabeiggjan aftur. Nick er nýliga leyslatin úr fongsli og býr á einum herbergi. Lív hansara er venjingarmiðstøðin og gulløl. Hann er sterkur, harðligur og hevur ilt við at knýta bond til onnur, men hann hevur nakað samband við eina kvinnu á herberginum, og so við fyrrverandi svágin Ivan, sum hevur uppaftur størri trupulleikar enn Nick sjálvur. Lítlibeiggin er so veikur persónur, at hann ikki so frægt sum hevur eitt navn í filminum. Hann er einsamallur pápi til ein 6 ára gamlan son. Sonurin er alt, hann hevur at liva fyri, og hann ger alt, hann er mentur, fyri at skaffa pengar og geva honum eitt gott lív. Men hann klárar seg ikki uttan sín dagliga skamt av heroini, og hóttanin um, at sonurin verður tikin frá honum, er har alla tíðina. Umhvørvið í Istedgade og kring høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn, har meginparturin av filminum er tikin upp, er væl lýst. Submarino (2010). 1 tími 51 minuttir. Er filmurin tøkur? Trailer Er bókin handan filmin tøk? |
|
Lívsjáttandi tónleikafilmur |
|
Í fríløtum stendur ein tónleikari í gongugøtuni í Dublin og spælir sangir, sum hann sjálvur hevur skrivað, uttan at nakar gevur honum stórvegis gætur. Hann arbeiðir hjá pápanum, sum umvælir dustsúgvarar. Ein dagin steðgar ein ung kvinna á at lurta eftir honum, og dagin eftir kemur hon við dustsúgvaranum, sum hann skal umvæla. Sangirnir hjá honum eru mest um ólukkuligan kærleika, og hon fer at forvitnast um hansara tónleik og tað, sum er drívmegin aftan fyri tónleikin
Kvinnan er úr Kekkia og býr saman við lítlu dóttrini og mammuni, meðan maðurin er eftir í Kekkia. Hon spælir klaver, men hevur ikki ráð til eitt sjálv, so hon sleppur at sita og spæla í einum tónleikahandli í morgunmatarsteðginum. Og har seta tey seg bæði at spæla og syngja. Bæði hava tey persónligar trupulleikar at dragast við, men musikalsku dreymarnar eru tey felags um. Filmurin er ein sangleikur, sjálvt um hann manglar nógv av teimum eyðkennum, sum ofta sermerkja ein sangleik. Her eru ongar glæsiligar pallmyndir við stórum orkestrum, men bara vanlig menniskjur, ið hava heilt gerandisligar trupulleikar og strevast við at fáa dreymarnar, kærleikan og sjálvt lívið at hanga saman. Filmurin er gjørdur í 2006 og vann ein Oscar fyri besta sang. Once (2006). 1 tími 25 minuttir. Er filmurin tøkur? Trailer |
|
Sporini vaksa úr orðum lýsir rithøvundin, sjómannin, verkamannin og tjóðskaparmannin Jóanes Nielsen, ein tann týdningarmesta og hvassasta pennin í nýggjari føroyskum bókmentum. Skiftandi millum frásøgn og yrkingar ger Katrin Ottarsdóttir, filmsskapari, eina hugtakandi lýsing av manninum aftan fyri høvundin.
Jóanes sigur bersøgin frá lívsroyndum, ið hava havt týdning fyri hann sum menniskja og sum rithøvund, og hann himprast ikki við at vísa sítt viðbrekni sum menniskja og sum maður. Sporini vaksa úr orðum (2009). 1 tími 16 minuttir. Eykatilfar: Yrkingaupplestur og ymisk onnur brot. Er filmurin tøkur? |
|
Upptøka av live-framførslunum hjá Jákupi Veyhe í Norðurlandahúsinum á heysti 2009. Jákup Veyhe megnar sum fáur at fáa fjøldina at flenna. Saman við klaversnillinginum Kim Hansen undirheldur Jákup við sketchum og sangi í ein góðan tíma, og tá myndatólið av og á filmar áskoðararnar, er tað týðiligt, at hann hevur allan salin við sær
Sýningin virkar eisini væl heima í sjónvarpinum, so lukkaðist tær ikki at síggja hana í Norðurlandahúsinum, ella hevur tú hug at síggja hana enn einaferð, kanst tú nú læna filmin á bókasavninum. Eisini er eykatilfar um lívið handan leiktjøldini. Meðan vit liggja við Kaj (2009). Er filmurin tøkur? |
|
The Social Network er ein filmur um eitt fyribrigdi í okkara tíð, sum eisini hópin av føroyingum eru upptiknir av: Facebook. Í filminum fáa vit søguna um tann unga Harvardstudentin Mark Zuckerberg, sum við tøkniligum snildi, men eisini hepni, kollveltir háttin at samskifta á netinum, tá hann skapar Facebook. Ein stórur partur av filminum snýr seg um løgfrøðiliga bardagan um rættindini til hendan miðil, tí tað eru fleiri, sum skjótt síggja, at hetta kann gerast ein inntøka í milliardaklassanum.
Samstundis verður nørdurin Zuckerberg lýstur sum ein persónur, sum ikki hevur lætt við at samskifta við onnur, og eisini lumpar hann sín einasta vin og samstarvsfelaga, Eduardo Saverin, sum hjálpti honum at stovna Facebook. Filmurin vísir okkum, hvussu tøknilig menning fer fram í okkara tíð, har alt gongur við rúkandi ferð – men snýr seg eisini um einsemi, ólukkuligan kærleika og tráan eftir valdi. The Social Network (2010). 2 tímar. Er filmurin tøkur? |
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 næsta > endi >>
| | úrslit 1 - 20 av 104 |
|