Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Bøkur
Íslendsk ættar- og útflytarasøga

Vindenes hjemVindenes hjem og framhaldið Livets træ siga frá lagnum, ið líkjast teimum hjá so mongum útflytarum. Men tað er ikki so ofta, at vit hoyra um teir íslendingar, sum í seinnu helvt av 1800-talinum fluttu til Kanada.
Olaf Spillemand kann ikki lívbjarga sær og familjuni í Íslandi, og tí fara tey saman við øðrum íslendingum longu leiðina til Manitoba í Kanada. Við sær hevur Olaf arvastykkið, violinina, sum upprunaliga var ein gáva frá kongi.

Ættin er eyðkend fyri sín musikalitet, og tað er langabbasonurin, sum er operasangari, sum sigur søguna fyri dóttur síni. Hann finnur eina gamla skógvaeskju fulla av gulnaðum brøvum, sum siga frá lívinum í fremmanda landinum, um stríð og strev, sorg og sakn, men eisini um vón og samanhald.

Böðvar Guðmundsson: Vindenes hjem (2002). 320 síður.
Böðvar Guðmundsson: Livets træ(2003). 290 síður.

 
Konur uttan samvitskubit

Lykkelige enkerVinkonurnar Maja og Cora liva lívið í Toscana aftaná at hava dripið ríka mannin hjá Coru. Tær vita, hvussu tú best sleppur av við ein mann, líkamikið um tað er, tí tú vilt hava fatur á hansara ríkidømi, ella hann bara er ein plága.

Tá ið tær eru og ferðast í Frankfurt, hitta tær tvær konur, sum hava stórliga brúk fyri teirra serkunnleika.

Ingrid Noll: Lykkelige enker (2001). 186 síður.

 
Hugtakandi bók úr Iran

KileskriftAga Akbar er føddur deyvstummur, men samskiftir við onnur við einum einføldum teknmáli. Hann verður settur at skriva kílaskriftina í einari holu av og lærir soleiðis eitt skriftmál, men eingin annar dugir hetta málið. Aga Akbar fær konu og børn og fyri at lívbjarga sær, umvælir hann teppir. Ismael er sonur Akbar, og sum tolkur hjá pápanum verður hann drigin inn í nógv viðurskiftir í vaksna heiminum.

Sum ungur fer hann við í mótstøðurørsluna móti shahinum og seinni prestastýrinum, men má at enda flýggja úr Iran. Hann kemur til Hollands og livir sum rithøvundur har. Tá pápin er deyður, fær hann sendandi eitt hefti við tí, pápin hevur skrivað, og nú fer hann at royna at týða tað. Bókin gevur eitt innlit í iranska søgu umframt at siga frá einum serligum sambandi millum pápa og son.

Kader Abdolah: Kileskrift (2004). 277 síður.

 
Tíðarlýsing úr Føroyum síðst í 1940’unum

Hvalens øjeDanski drongurin Astur veksur upp í Føroyum beint aftan á 2. heimsbardaga. Familjan kemur higar, tá hann er 4 ára gamal, tí pápin hevur fingið arbeiði her. Astur lærir seg at skilja heimin við at eygleiða nærumhvørvið úr heimi sínum í Havnini, har hann býr saman við foreldrunum og yngru systrini.

Í bókini sigur Astur frá stórum og smáum, hann upplivir, og um eygleiðingar, har bæði kend og minni kend havnarfólk hava ein týðandi leiklut. Og fleiri av hendingunum eru eisini sera stuttligar, tí Astur er eitt sindur av einum gavstrikki,  honum dámar at gera skálkabrøgd.

Høvuðspersónurin er sjálvsagt høvundans alter ego, og bókin kann eins væl vera endurminningar frá barnaárunum.
Bókin er sett saman av ofta heilt stuttum pørtum, og tí er hon eisini løtt at lesa. Men fyrst og fremst eru hetta hugtakandi og væl skrivað barnaminni, men eisini ein góð tíðarlýsing úr Føroyum síðst í 1940’unum.

Arthur Krasilnikoff: Hvalens øje (2005). 353 síður.

 
Úr Kina til USA

EydnufelagiðSkaldsøgan fer fram í San Francisco og Kina og er um tvey ættarlið av kinesiskum amerikanarum: Foreldraættarliðið, sum flýddi til USA undan japanarum, og tað unga ættarliðið, sum er føtt og uppvaksið í USA.

Frásøgusjónarhornið skiftir millum fýra møður og døtur. Møðurnar siga spennandi søgur um barndóm og ungdóm sín í Kina, meðan døturnar siga frá lívi sínum í San Francisco, hvussu tað er at hoyra til kinesiska familju og annars vaksa upp sum amerikanari.

Amy Tan: Eydnufelagið (2000). 316 síður.

Er bókin tøk?

 
Familja á ferð

Familien LamentTvey foreldur og trý børn mynda eina vanliga familju, men familjan Lament er kortini ikki samansett sum ein miðalfamilja. Foreldrini hava ilt við at staðfestast og skræða ferð eftir ferð børnini upp við rót í leitanini eftir onkrum øðrum.

Og so eru tað børnini, sum heldur ikki eru heilt vanlig. Julius og Marcus eru tvíburar, gaman í, og stóribeiggin Will er eitt býtisbarn.
Lesarin verður tikin á eina hugtakandi ferð gjøgnum Evropa, Afrika og Amerika miðskeiðis í farnu øld. Umframt at frásøgnin er spennandi, eru málið og danska týðingin eisini frálík, og bókin er ein sannur "page-turner".

George Hagen: Familien Lament (2004). 353 síður.

 
Tulipanfeber

Tulipanfeber

Bókin fer fram í Amsterdam í 1630'unum. Tann unga, vakra Sophia Sandvoort er gift við keypmanninum Cornelis, sum er nógv eldri enn hon. Hann hevur bílagt ein málning av teimum báðum frá unga málaranum Jan van Loos, men skjótt verður Sophia forelskað í málaranum.

Sambandið teirra millum tykist vónleyst, men saman við tænastugentu síni leggur hon eina ætlan, sum bæði kann geva keypmanninum tann arvingin, hann so brennandi ynskir sær, og gera tað møguligt hjá Jan og Sophiu at flýggja. Fyri at fíggja ætlanina fer Jan at spekulera í tulipanleykum, sum eru høgt í metum.

Deborah Moggach: Tulipanfeber (2001). 287 síður ella 7 bond.

 
Pigtopia

PigtopiaJack er ein maður í 30unum, men mentalt er hann nógv yngri, og hann er stórur og misháttur. Hann og Holly, sum er ein vanlig tannáringagenta, gerast vinir, men orsakað av fordómum hjá fólki, mugu tey halda vinalagið loyniligt. Jack og Holly skiftast um at siga søguna, Jack við sínari heilt serligu rødd.

Undir húsunum, har Jack og mamman, sum er brekað og drekkur, búgva, hevur Jack bygt eitt svínaparadís. Um náttina  sleppa svínini at renna leys í skóginum, og Jack er lukkuligur.
Eingin veit um svínaparadísið, sjálvt ikki mamman, men Jack fær álit á Holly, og hon sleppur inn í hansara sjáldsomu verð.

Kitty Fitzgerald: Pigtopia (2006). 279 síður.

Er bókin tøk?

 
Jerusalem

JerusalemBókin byggir á eina veruliga hending, tá nakrir bøndur í Dalarna verða vaktir og fara til heilaga landið at liva á sama hátt sum tey fyrstu kristnu. Bókin lýsir, hvussu vekingin kemur til bygdina, og hvussu tað eydnast einum manni at tøla fólk og fáa vald á teimum. Hetta skapar ósemju millum grannar og í familjum, og endin verður, at nøkur fara frá húsi og heimi til tað fremmanda landið.

Millum tey, sum verða umvend, er Gertrud. Hon og bóndasonurin Ingemar hava verið góð, men nú broytist alt. Garðurin, sum hann skuldi arva, verður seldur á uppboðssølu, og fyri at sleppa at sita á garðinum, giftir hann seg við einari ríkari gentu, sum hann ikki er góður við. Endin verður, at Gertrud fer í fylgi við teimum, sum fara til Jerusalem. Men lívið í tí ótolandi hitanum í tí karga landinum er ikki lætt. Tey svensku niðursetufólkini mugu ígjøgnum nógvar trupulleikar og mótgongd.

Í árunum 1901-02 kom bókin Jerusalem út. Hon er skrivað av Selmu Lagerlöf, og í 1909 fekk hon sum fyrsta kvinna og fyrsti svenskari nakrantíð nobelheiðurslønina.

Selma Lagerlöf: Jerusalem.

 
Søga úr amerikansku suðurstatunum

Biernes hemmelige livDramatiska og hjartanemandi søgan um 14 ára gomlu Lily Owens fer fram í suðurstatunum í USA í 1964. Hetta er tíðin, tá rasutrupulleikar og stríðið fyri borgararættindum eru í hædduni. Mamman doyr, tá ið Lilly er smágenta, og pápin brigslar dóttrini hetta. Hon veksur upp uttan kærleika og umsorgan frá pápanum. Litta arbeiðsgentan er henni tó ein hollur stuðul.

Eftir at arbeiðsgentan hevur verið fyri einum harðligum álopi, flýggja hon og Lilly. Tær koma til lítla býin Tiburon, har tær fáa innivist hjá trimum littum kvinnum. Her fær Lilly á fyrsta sinni kærleika og umsorgan, og ymiskir loynidómar verða avdúkaðir.

Sue Monk Kidd: Biernes hemmelige liv (2004). 371 síður.

 
Yvirgangur í Tel Aviv

AttentatetUngi ísraelin Amine Jaafari hevur eitt gott lív. Hann og Sihem hava eitt eydnuríkt og kerligt hjúnalag, og Amine trívist væl sum lækni á einum sjúkrahúsi við góðum starvsfeløgum.
Ein dagin brestur ein sjálvmorðsbumba í grannalagnum, og ofrini verða koyrd á sjúkrahúsið hjá Amine til viðgerðar. Tað verður ein long og strævin vakt, og Amine gleðir seg at koma til hús.

Yvirgangsatsóknin fær tíverri nógv størri avleiðingar fyri Amine, tí sjálvmordarin var eingin annar enn Sihem; nú verður Amine eisini lagdur undir illgruna, og perfekta tilvera hansara liggur við eitt í sori.
Ein tankavekjandi søga um vanlig fólk, sum verða ávirkað av ísraelska ófriðinum.

Yasmina Khadra: Attentatet (2006). 194 síður.

 
Føddur við frælsi

Født friVic er ein impotentur bussførari í Edinburgh, ið klárar seg við eydnubollum. Alkoholiseraða kona hansara, Angie, fríggjar við stjóranum hjá sær, og tannáringabørn teirra, Joni og Jake, hugsa bara um sex, alkohol og harðskap.

Hetta ljóðar sum tann bera neyð og elendigheit, og vánaligu liviumstøður teirra eru eisini serstakar. Men framúrskarandi skrivikynstrið hjá Lauru Hird og frásøguhátturin, har skiftivís verður greitt frá einum av teimum fýra høvuðspersónunum, ger, at tú ikki kanst leggja bókina frá tær.

Sera hugtakandi, til tíðir órógvandi, men eisini ofta skemtilig skaldsøga úr nútíðar Skotlandi.

Laura Hird: Født fri (2003). 303 síður.

 
Spennandi sum ein krimi

DobbeltspilÍ 30 ár hevur Roy Straitley verið lærari á St. Oswalds, sum er ein fínur, gamal dreingjaskúli í Norðuronglandi, men klandur og stríð er millum lærararnar.
Tá nýggja skúlaárið byrjar, eru fimm nýggir lærarar komnir. Ein teirra hevur serligan kunnleika til fortíðina á skúlanum, og endamál hansara er at oyðileggja skúlan. Mangt løgið hendir, og Straitley kennir seg meira og meira kroystan at fara frá.

Rithøvundurin Joanne Harris, sum serliga er kend fyri bøkur sum Chokolade, Brombærvin og Appelsinens fem kvarte, hevur hesa ferð skrivað eina heilt øðrvísi bók, sum er spennandi sum ein krimi og hugtekur lesaran frá fyrstu til síðstu síðu.
 
Joanne Harris: Dobbeltspil (2007). 470 síður ella 13 fløgur.

 
Hví er himmalin bláur?

BørnespørgehjørneBørn kunnu spyrja meira, enn vaksin kunnu svara. Nú er bókin, sum kann hjálpa, endiliga komin.
Les bókina sjálv/ur ella saman við einum barni.

Her eru 18 kapitlar um heimin, 17 um lívið og 15 um menniskjað. Her verða lívsins stóru spurningar, sum eru ringir at svara, tiknir upp. T.d. kapittulin um fuglar:  Hví syngja fuglar? Hví flúgva fuglar? Og hví flúgva onnur dýr so ikki? Hvaðani koma fuglarnir? Vurpu dinosaurar egg? Dugdu dinosaurar so eisini at syngja?
 
Hetta er fyrsta barnabókin hjá Tor Nørretranders, sum áður hevur skrivað fleiri populervísindaligar bøkur fyri vaksin.
 
Tor Nørretranders: Børnespørgehjørne. Spørgsmål de voksne ikke kan svare på (2007). 116 síður.
Tekningar eftir Ib Spang Olsen, Anju Vang Kragh og Lars H.U.G.

 
Poetisk bók um kærleika

Sunnan fyri markiðSum stór børn møtast Hajime og Shimamoto, og spírandi kenslurnar teirra millum fara ongantíð frá Hajime aftur. Men tá Shimamoto flytur aðrastaðni at búgva, missa tey sambandið.

Sjálvt um Hajime giftist og fær børn og hevur viðrák sum barreigari, verður Shimamoto standandi livandi í minninum. Ein dagin kemur Shimamoto inn í jazzcafeina hjá Hajime, loyndarfull og dragandi, og í eini roynd at endurvinna tað mista, setur Hajime bæði familju og arbeiði í váða. Bókin hevur bæði dýpd og er gátufør, men kortini er hon løtt at lesa.
 
Haruki Murakami: Sunnan fyri markið (2008). 150 síður.

 
Litrík og livandi frásøgn

Yacoubians husKarmurin um hesa skaldsøguna er eitt stórt íbúðarhús í Kairo síðst í 1990'unum. Her búgva fólk úr øllum samfelagsstættum, rík og fátæk, øll við ymiskari bakgrund og lívsáskoðan.

Stórar rembingar á tí átrúnaðarliga og politiska økinum merkja bæði fólk og samfelag. Fyri at koma sær fram mugu allar snildir brúkast. Hóast bæði mutur og dupultmoral blómar kærleikin millum fólkini í stóra íbúðarhúsinum, eisini tann forbodni.

Alaa Al Aswany: Yacoubians hus (2007). 266 síður ella 8 fløgur.

 
Indisk lívssøga

Q & ARam Mohammed Thomas vinnur 1 milliard rupees í eini sjónvarps-spurnakapping. Ram er fátækur og hevur havt lítla skúlagongd, men kortini kennir hann svarini til allar teir sera ymisku og torføru spurningarnar. Hann verður ákærdur fyri svik, og til tess at sleppa at eiga vinningin greiðir hann frá, hvaðani hann hevur sína vitan.

Lesarin verður tikin við á eina ferð eftir sprøklutu lívsleiðini hjá fátæka indiska tænaranum, sum – kanska – verður milliarderur.

Filmurin Slumdog Millionaire, sum byggir á bókina, fekk 8 Oscar-heiðurslønir í 2009.
 
Vikas Swarup: Q & A (2004). 318 síður ella 7 bond.

 
Endurminningarskaldsøga av teimum frægu

KalakKim Leine sigur frá lívi sínum. Hann býr hjá mammuni í Noregi, til hann sum 17 ára gamal flytir til pápan í Danmark at búgva. Hann fær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og búsetist seinni við konu og børnum í Grønlandi, har hann fær arbeiði.

Kalak er ein søga um misbrúk. Kim verður seksuelt misnýttur av pápanum, hann verður bundin av heilivági og rúsevnum, og viðurskifti hansara við konufólk eru eisini merkt av misbrúki, hann leitar alsamt frá einari kvinnu til aðra.
Bókin endar við, at hann fer at byggja lív sítt uppaftur einsamallur í Danmark, burtur frá tí Grønlandi, sum hann hevði stóran tokka til. Søgugongdin kann tykjast døpur, men hetta er ein ótrúliga kraftmikil, intens, spennandi og vælskrivað søga.
Hetta er fyrsta bókin hjá Kim Leine, og meginparturin byggir á veruleikan. Kalak er millum tær bestu skaldsøgurnar, ið eru útgivnar í Danmark seinastu árini.

Kim Leine: Kalak (2007). 344 síður.

 
Søgulig skaldsøga, ið byggir á veruligar hendingar

Det rene landUngi Thomas Glover flytir í 1859 úr Aberdeen til Nagasaki í Japan. Hansara dirvi og ævintýrhugur hava ongi mørk. Í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltingini í Evropa droymir hann um at broyta og nútíðargera Japan.

Hann megnar at grundleggja eina handilsrutu millum Kina og Bretland og at flyta silki, bummull og aðrar fremmandar vørur til Evropa.

Henda litríka og spennandi frásøgn gevur okkum innlit í fremmandar siðir og vanar. Samuraiar og geishur fylgja Thomas Glover í handilslívi, politikki og kærleika.

Alan Spence: Det rene land (2008). 461 síður.

 
Eitt ár við kjøti

Mit år med kødJapansk-amerikanska Jane Takagi-Little, sum býr í USA, veit ikki, hvat hon gongur inn til, tá hon tekur av tilboðnum at gera eina dokumentarrøð til japanskt sjónvarp.

Røðin er sponsorerað av BEEF-EX, og endamálið er at læra heimagangandi japanskar konur at keypa amerikanskt kjøt.
 
Akiko Ueno, ein ung japansk húsmóðir, sær røðina, og um náttina lesur hon í loyndum 1000 ára gomlu "Koddabókina". Hetta setur nakað í gongd, og skjótt verða søgurnar hjá teimum báðum vavdar saman til eina frágreiðing um kærleika, kjøt, æru og eitt hormon, sum eitur DES.
 
Ruth L. Ozeki: Mit år med kød (1999). 397 síður.

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 næsta > endi >>

úrslit 81 - 100 av 133