|
|
|
Bøkur
|
Meistaraverk um ein barndóm í 1960’unum |
|
Finn býr einsamallur við mammuni í einum forstaði til Oslo, pápin er rýmdur frá teimum og síðani deyður í eini arbeiðsvanlukku. Men ein dagin fáa tey vitjan av eini kvinnu, sum eigur eitt barn við pápa Finni, sum hon ikki er før fyri at taka sær av, og stutt eftir kemur hálvsystirin til teirra at vera. Linda er ikki heilt vanlig og vendir upp og niður upp á lívið í familjuni.
Samstundis leiga tey eitt kamar út til ein ungan mann, sum hevur nakað so óvanligt sum eitt sjónvarp. Tíðin er fyrst í 1960’unum, Kennedy er forseti í USA, Berlinmúrurin verður reistur, og Jurij Gagarin er fyrsti maður í rúmdini. Í Noregi er sosialdemokratiska vælferðarsamfelagið so smátt um at mennast. Finn roynir at fáa skil á, hvussu verðin hongur saman, og uppdagar, at tey vaksnu hava nógvar loynidómar. Hetta árið, Linda er hjá teimum, broytist sambandið við mammuna nógv. Finn er um at gerast vaksin. Roy Jacobsen: Vidunderbarn (2010). 238 síður. Er bókin tøk? |
|
Gilbert Joseph var ein av teimum mongu ungu monnunum av Jamaica, sum gjørdu tænastu í RAF undir krígnum. Hann kendi tað sum sína skyldu at tæna "The Mother Country", og hann droymir um at flyta hagar at skapa sær eina nýggja og betri tilveru. Men tá hann í 1948 kemur aftur til Onglands, kennir hann seg ikki serliga vælkomnan. Hann er nýgiftur við Hortense, sum er útbúgvin lærari, og hon gleðir seg eisini til nýggju tilveruna í London, men gerst ikki minni vónbrotin. London er illa farin eftir nógvu bumbuálopini, og tíðirnar eru ringar. Býurin er ikki enn vorðin so multietniskur sum í dag, so svørt og litt fólk eru ikki væl sædd av øllum, hvørki sum leigarar ella arbeiðsmegi.
Men hetta er ikki bara søgan um Gilbert og Hortense. Tey leiga frá Queenie Bligh, sum Gilbert fyrstu ferð hitti, tá hann var í Onglandi sum hermaður. Kríggið broytir eisini hennara lív, bæði so og so. Hon heldur seg hava mist mannin, Bernard, men trý ár eftir, at kríggið er endað, kemur hann heimaftur, og tá er nógv hent, sum fær stórar avleiðingar fyri tey øll. Tey fýra siga hvør í sínum lagi frá lívinum áðrenn, undir og aftan á kríggið. Hetta er ein skaldsøga um kríggj, kærleika, fordómar, tolsemi og dreymar. Eins og høvuðspersónarnir í hesari skaldsøguni fluttu foreldur høvundans av Jamaica til London í 1948. At vera svørt og vaksa upp í einum umhvørvi, har tey flestu vóru hvít, hevur givið Andreu Levy serligar fortreytir at skriva um svartar innflytarar. Bøkur hennara hava fingið sera góð ummæli, og Small Island hevur fingið fleiri heiðurslønir. Andrea Levy: Small Island (2004). 533 síður. Enskur tekstur. Er bókin tøk? |
|
Ævisøga um eitt iranskt gentulív |
|
Marina sigur søguna um lív sítt í Iran í 1970’unum og 1980’unum. Í 1982 varð hon tikin, pínd og sett í fongsul av herinum hjá Khomeini, har hon yvirlivdi, tí at ein av yvirmonnunum gjørdist góður við hana.
Søgan er um tíðina í fongslinum, men eisini um tíðina áðrenn og aftaná – og hóast ræðuleikar í fongslinum gerst frásøgnin ein góð søga um vón og tað góða, sum eisini býr í øllum menniskjum. Marina Nemat: Fængslet i Teheran (2008). 286 síður. Er bókin tøk?
|
|
Dan Rhodes verður roknaður millum 10 teir bestu ensku rithøvundarnar. Hansara sereyðkenni er stuttar, sokallaðar skeivar skaldsøgur, ið fara fram í ymiskum londum og við persónum, sum á einhvønn hátt eru øðrvísi. Fýra av bókum hansara eru umsettar til danskt, og ein er Den lille hvide bil.
Søgan er um Veronique, sum ávirkað av víni og hashi koyrir heim í bili sínum og kemur út fyri einum minni ferðsluóhappi. Tá hon so hoyrir, at Diana prinsessa er deyð á sama stað um sama mundi, og at lakkrestir av einum Fiat Uno eru á tí bilinum, veit hon, at hon er í trupulleikum. Bókasavnið hevur eisini hinar tríggjar týddu bøkurnar. Søgan Timoleon Vieta, kom hjem (2004) er um hundin við sama navni, sum verður blakaður út, tá samkyndi harri hansara fær vitjan av einum gátuførum elskara í lítlu italsku bygdini, har teir halda til. Guld (2008) er um hálvjapansku Miyuki, ið hvørt summar er í feriu í Suðurwales, har hon heldur til saman við serskøltum í lokalu pubbini. Og tann seinasta søgan, En sult så dyb (2010), er um ólukkuligan kærleika, sjálvmorð og kannibalismu í einum lítlum týskum býi. Bøkurnar eru skjótt lisnar og undirhaldandi, og hóast tað oftast ikki hendir tað stóra, eru tær stuttligar. Dan Rhodes: Den lille hvide bil (2006). 183 síður. Er bókin tøk? |
|
Tríggjar kvinnur – tveir heimar |
|
Skaldsøgan fer fram í Mississippi fyrst í 1960’unum, har fordómarnir móti teimum svørtu enn eru nógvir, og órættvísið er stórt. So smátt síggjast úrslit av borgararættindarørsluni, men Ku-Klux-Klan herjar eisini. Tær svørtu arbeiðsgenturnar eru álitið í mongum hvítum familjum, og í nógvum førum uppala tær eisini einsamallar børnini hjá hesum familjum. Men kortini skulu tær ansa sær ikki at verða lagdar undir bæði líkt og ólíkt, og verða tær koyrdar, er ofta trupult at fáa annað arbeiði. Tilknýtið millum børn og arbeiðsgentur kann vera tætt, men tá børnini eru vorðin vaksin, taka tey sum oftast yvir hugburðin hjá foreldrunum og hvíta samfelagnum annars.
Tríggjar kvinnur skiftast um at siga søguna um korini hjá teimum svørtu arbeiðsgentunum. Aibileen og Minny eru sjálvar arbeiðsgentur, meðan tann triðja er tann unga, hvíta Skeeter, sum júst er komin heim eftir loknan universitetslesnað. Hon setir sær fyri at skriva eina bók um svørtu arbeiðsgenturnar, men ilt er at koma á tal við tær. Ein álvarslig hending fær tær at broyta meining, og nú er ivaleyst av tilfari. Bókin kemur út, og hóast øll nøvn eru broytt, so fær bókin avleiðingar fyri fleiri teirra. Hetta er ein áhugaverd og viðhvørt skakandi bók, sum tó eisini hevur glottar av samanhaldi og kærleika. Rithøvundurin Kathryn Stockett er sjálv uppvaksin í Mississippi og hevði í uppvøkstrinum tætt tilknýti til ta svørtu arbeiðsgentuna í familjuni. Hon greiðir í áhugaverdum eftirorðum frá, hvussu tað var at skriva hesa bókina. Kathryn Stockett: Niceville (2010). 407 síður. Er bókin tøk?
|
|
Sarkastisk og stuttlig chick-lit |
|
Helen hevur í fýra ár verið elskarinna hjá stjóra sínum, Matthew, sum er nógv eldri enn hon og giftur. Hon hevur ofta vónað, at han skuldi fara frá konuni, men tann dagin, hann brádliga stendur í durunum í hennara lítlu kjallaraíbúð við kuffertinum, varnast hon, at alt ikki er so rósureytt, sum hon hevði roknað við. Støðan gerst uppaftur verri, tá hann væntar, at hon skal gerast vinkona við 10-12 ára gomlu døturnar hjá honum, sum hata hana, tí tær geva henni alla skyldina fyri, at pápin er rýmdur frá mammuni.
Á arbeiðsplássinum gongur slaturin. Starvsfelagarnir vita, at Matthew er farin frá konuni og fluttur saman við einari av skrivstovuni, men tey vita ikki hvørjari. Helen er rættiliga kroyst, tí hon hevur ongan hug til, at tey skulu vita, at tað er henni. Hon má royna at sleppa sær av við hann aftur og fer tí so spakuliga at ”gloyma” at busta tenn og raka beinini. Tá hon av tilvild hittir konu Matthew, Sophie, fær hon eitt nýtt hugskot. Um Sophie og hon verða vinkonur, hon undir følskum navni sjálvandi, ber uppaftur betur til at arbeiða í loyndum fyri at fáa Matthew at fara aftur til konuna. Bókin er humoristisk, sjálvt um tað eru álvarslig evnir, sum verða viðgjørd: kærleiki, parlag, ótrúskapur, einsemi og ótti fyri at eldast. Jane Fallon: Ud med Matthew (2008). 324 síður. Er bókin tøk? |
|
Michael Berg er 15 ár og skúladrongur, tá hann av tilvild hittir Honnu, sum er mitt í 30'unum. Tey gerast væl og hittast í loyndum heima hjá henni aftan á skúlatíð. Ástarsambandið teirra millum heldur fram eina tíð, men tá hon knappliga ein dagin er horvin, kenst tað bæði sum ein lætti og sum ein sorg hjá Michael.
Umleið 10 ár seinni skal hann sum løgfrøðilesandi vera hjástaddur við eitt rættarmál, har fleiri kvinnur eru ákærdar fyri krígsbrotsverk, og nú sær hann á fyrsta sinni Honnu aftur. Hann skilir, at hon hevur dult eitt ræðuligt loyndarmál fyri honum. Hon verður dømd lívlangt fongsul, men sambandið teirra millum endar ikki har. Rithøvundurin viðger spurningar um skuld og ábyrgd, bæði hjá tí einstaka og meira kollektivt, men uttan at koma við nøkrum løttum loysnum. Bókin, sum er týdd til meira enn 40 ymisk mál, hevur verið metseljari og er eisini filmatiserað. Bernhard Schlink: Højtlæseren (1997). 163 síður. Bókasavnið eigur eisini filmin The Reader Er bókin tøk? Er filmurin tøkur? |
|
Í jóla- og nýggjársdøgunum hittast tíggju sera ymiskar karrierukvinnur á einum ekslusivum kurstaði í Onglandi. Tær hava ikki hitt hvørja aðra áður og undrast eitt sindur á, hví júst tær eru har. Hava tær onga familju at halda jól saman við, ella vilja tær bert vera einsamallar?
Tað kavar illa, og skjótt er einki samband við umheimin, eingin telda og eingin fartelefon, og nú eru góð ráð dýr. Tær gera av, at allar skulu siga sína søgu, og hvørt kvøld sessast tær kring eitt stórt jacuzzi at drekka sjampanju, eta kaviar og viðhvørt eisini eitt stórt stykki av sjokulátu. Allar siga sína lívssøgu um kærleika, ótrúskap, sakn og hevnd. Fay Weldon: Kvinder på kur (2008). 319 síður. Er bókin tøk? |
|
Indiskur matur við "vanligum" rávørum |
|
Dámar tær indiskan mat, er hetta ein frálík kókibók. Við hesari bókini kanst tú sjálv/ur gera indiskan mat, og rávørurnar fáast í vanligum føroyskum handlum.
Uppskriftirnar eru settar saman av Divyu Das og Manu Sareen, sum bæði eru danir við indiskum uppruna. Tey settu sær fyri at gera indiskan mat, sum hóskar til danskar (og helst eisini føroyskar) gómar. Úrslitið er góður matur við spennandi kryddum – ofta einum tíggju ymiskum í somu uppskrift – og eksotiskari útsjónd. Maturin hóskar væl til gerandismat, tí nógvar av uppskriftunum eru ikki serliga tíðarkrevjandi. Vælgagnist! Vores indiske køkken (2009). 152 síður, myndir. Er bókin tøk? |
|
Í bókini ímyndar høvundin sær, at bretska drotningin, Elisabeth 2, á eldri árum gerst bergtikin av at lesa og av bókmentum yvirhøvur. Av tilvild kemur hon inn í ein bókabuss, lænir eina bók, og eftir hetta fær hon ikki afturhald, men vil lesa allar tær bøkur, hon sleppur framat.
Allastaðni hon fer í almennum ørindum, hevur hon eina bók við sær, og hetta er eisini evnið, hon alsamt vil tosa um. Hetta hava hovfólkini ilt við at skilja og greiða – hon, sum áður var so stívrend og mestsum einans hugsaði um hundar og hestar sínar. Og hetta ger eisini, at tey koma út fyri fleiri serligum og stuttligum hendingum. En kongelig læser er ein sjarmerandi lítil bók fyri sannar bókavinir. Alan Bennett: En kongelig læser (2007). 123 síður. Er bókin tøk? |
|
Ein sjáldsom kærleikssøga |
|
Mors og fars historie er ein skaldsøga, sum kendi norski rithøvundurin Edvard Hoem hevur skrivað um sjáldsomu kærleikssøguna hjá foreldrum sínum. Pápi hansara, Knut Hoem, kennir heilt frá ungum árum eitt kall at ferðast sum prædikumaður. Hann er bóndasonur, men hóast hann er triðielstur, so verður hann av umstøðunum noyddur at taka við garðinum. Hann fær tó lagað tað so, at hann fær verið ferðandi prædikumaður, serliga í Gudbrandsdalinum, í eini 40 ár.
Mamman, Kristine, sum kemur úr smáum korum, arbeiðir sum ung sum kokkur á einum røktarheimi. Bert 19 ára gomul fær hon eina dóttur við einum týskum hermanni. Fyri hana er tað tann stóri kærleikin, so vónbrotið er stórt, tá hann flytir til annað tænastustað, og skjótt missir hon alt samband við hann. Tá Knut og Kristine hittast, er tað ikki kærleiki við fyrsta eygnabrá. Persónligu umstøðurnar hjá teimum báðum eru heldur ikki av teimum bestu, men so við og við fáa tey eitt gott lív saman, hóast mong helst hava ivast í, um hetta hjúnalagið mundi fara at eydnast. Á stillføran og sera poetiskan hátt sigur sonurin søguna um foreldrini, og harumframt er bókin eisini ein lýsing av Noregi undir týsku hersetingini, missiónsumhvørvinum og lívinum á bygd. Edvard Hoem var í 2005 innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Mors og fars historie og hevur fingið aðrar virðislønir fyri bókina. Edvard Hoem: Mors og fars historie (2005). 206 síður. Norskur tekstur. Er bókin tøk |
|
Grimms manga – ikki fyri smábørn |
|
Mangateknarin Kei Ishiyama hevur her teknað og umyrkt ævintýr hjá brøðrunum Grimm.
Í Reyðhettu sendir úlvapápin sonin út at finna og eta eina jomfrú. Úlvadrongurin hittir Reyðhettu í skóginum og verður beinanvegin forelskaður. Søgan endar ikki heilt sum vanligt, og veiðimaðurin gerst vónbrotin. Í Hans og Gretu er Hans ein vakur, ungur maður, og tá ein rík dama tekur hann til elskara, heldur lítlasystirin, Greta, at hon er ein heks, sum ætlar sær at eta Hans. 5 ævintýr verða vend á høvdið í bókini, sum hevur vakrar, svart/hvítar tekningar í vanligum stóroygdum mangastíli og skal lesast aftanífrá. Kei Ishiyama: Grimms manga (2010). 180 síður. Er bókin tøk? |
|
Undir uppreistrinum í Ungarn eydnast tað Katalin at flýggja vesturum saman við einari vinkonu. Eftir eru maðurin Kálmán og tvey smá børn. Hann selur húsini og ferðast við børnunum úr bygd í bygd uttan mið og mál í leitan eftir tryggleika. Tey búgva hjá kenningum og skyldfólki eina tíð, og tá børnini so smátt eru farin at falla til, fara tey víðari.
Pápin tekur sær ikki rættiliga av børnunum, so tey mugu mest sum klára seg sjálv við hjálp frá teimum, sum hýsa teimum. Tað einasta, sum av álvara upptekur pápan, er at læra børnini at svimja, og vatnið opnar eina nýggja verð fyri børnunum, serliga dronginum Isti. Søgan er søgd úr sjónarhorninum hjá gentuni, Katu, og er ein hjartanemandi søga um einsemi, longsul og yvirliving. Zsuzsa Bánk: Svømmeren (2004). 211 síður. Bókasavnið eigur eisini bókina á týskum: Der Schwimmer (2003). 284 síður.
Er bókin tøk? Er týska útgávan tøk? |
|
Ein brúksbók um skiftisárini |
|
Blaðkvinnan og rithøvundurin Hanne Rolsted Jensen sigur í bókini Hedeturen á sín egna speiska og skemtiliga hátt søguna um, hvussu hon upplivir skiftisárini. Bæði hitatúrar, svøvntrupulleikar og hjartabankan verða umrødd, men eisini kostur og rørsla fylla nógv.
Hon ger upp við tær galdandi siðvenjur, sum eru í samfelagnum, og gevur nógv góð boð uppá, hví júst skiftisárini hjá kvinnum og monnum ikki eru nakað, sum tosað verður um. Ongantíð áður hevur tað at vera ungur havt so høgan status sum júst nú, og tí kunnu skiftisárini tykjast sera tung hjá mongum. Hetta eigur at vera ein natúrligur partur av lívinum, og tí skal tað eisini virðast hareftir. Hanne Rolsted Jensen: Hedeturen - rejsen til et andet sted (2010). 192 síður. Er bókin tøk? |
|
Hirtshalsdrongurin Henrik vaks upp í eini vanligari familju, har ráðini sjáldan vóru til meira enn tað heilt neyðuga. Men í 2006 broyttist alt – 22 ára gamli Henrik vaknaði ein morgun og hevði vunnið 22,7 mió. kr. í Lotto.
Bókin sigur søguna um, hvussu stóri vinningurin broytir lívið hjá unga manninum. Lekkurt hús, feitir bilar og ball við vinfólkunum kunnu keypast fyri pening, men samstundis fylgja eisini kensluligar avbjóðingar við. Hvussu varðveitir man eitt ektað samband til familju, unnustu og vinfólk, tá umstøðurnar broytast so knappliga? Og hvussu er tað at gerast kendur og síggja seg sjálvan á forsíðunum? Rithøvundarnir hava fylgt Henriki í eitt ár og hava skrivað eina áhugaverda og positiva bók um, hvussu tað kann vera at vinna í lotto. Lotto Henrik (2007). 151 síður, myndir. Er bókin tøk? |
|
Í 1983, tá Cynthia var 14 ára gomul, hvurvu foreldur og beiggi hennara knappliga eina nátt úr húsi teirra, og síðan hevur ongin sæð tey. Nú 25 ár seinni er Cynthia við í eini sjónvarpssending, tí hon saman við manni sínum vil varpa ljós á spurningin, hon hevur barst við alt lívið: hvat hendi hesa náttina, og er familja hennara enn á lívi? Og hetta gevur eisini úrslit, tí skjótt fara løgin, gátufør og tragisk ting at henda.
Bókin, ið er skrivað av kanadiska Linwood Barclay, er sambært forlagnum mest selda skaldsøga í Onglandi í 2008. Hetta er ein psykologiskur thrillari, sum líka til síðstu síðurnar megnar at halda lesaran fangaðan í spenningi, samstundis sum tú væl kanst seta teg inn í tann ófrættakenda óttan, sum høvuðspersónarnir mugu gjøgnumliva í síni roynd at loysa gátuna. Linwood Barclay: Uden et ord (2010). 299 síður. Er bókin tøk? |
|
Spennandi søgulig skaldsøga |
|
Elizabeth I og lív hennara sum drotning er viðgjørt í óteljandi bókum, men í hesari skaldsøguni, sum er á enskum, hoyra vit um lív hennara, frá hon sum smágenta gerst móðurloysingur og missir prinsessuheitið, til hon 22 ár seinni at enda kann kenna seg vísa í at arva trúnuna.
Lív hennara er sera umskiftiligt hesa tíðina, men guvernantan Kat er henni ein støðugur stuðul. Tey fyrstu árini hevur Elizabeth gott samband við hálvsystrina Mary, men sum frá líður, sær Mary hana sum ein fígginda, serliga í spurninginum um protestantiska og katólska trúgv. Politisku lokabrøgdini eru nógv og ofta orsøk til, at Elizabeth má flyta frá einum bústaði til annan. Hon er ógvuliga gløgg og evnarík, og hóast tær truplu umstøðurnar fær hon góða undirvísing og verður sera stinn í fremmandum málum. Umframt at lýsa gløggu og djørvu Elizabeth er bókin er eisini ein frálík lýsing av 1600-talinum í Onglandi og lívinum við hovið, tí størsta og glæsiligasta í enskari søgu, og ikki minst av tí ørgynnu av persónum, sum høvdu ella vildu hava ávirkan á tað, sum fór fram. Alison Weir: The Lady Elizabeth (2008). 487 síður. Er bókin tøk? |
|
Sanna søgan um The Kelly Gang |
|
Ned Kelly (1855-80) er ein av kendastu monnunum í avstralsku søguni. Hann vaks upp í ringasta fátækradømi, bleiv leiðari av The Kelly Gang, sum gjørdi eina røð av ránum. Hann var hestatjóvur, ránsmaður og mordari, men hann bardist eisini fyri rættvísi og fekk eftirmæli sum fólkahetja. Yvirvaldið jagstraði hann, og tað endaði við einum skotbardaga, har limirnir í The Kelly Gang vóru í heimagjørdum brynjum. Allir uttan Ned doyðu, hann varð tikin, dømdur til deyða og hongdur, bara 25 ára gamal.
Tað er Ned Kelly, sum sjálvur sigur søguna, sum hann skrivar niður til nýføddu dóttrina, og hann brúkar eitt heilt serligt mál, eisini tí Ned ikki hevur nakra serliga skúlagongd. Komma hevur hann ikki lært at seta, so eingi komma eru, knappar 400 síður uttan eitt einasta komma. Tú verður heilt pøst av at lesa, men tað er tað vert. Peter Carey: Den sande historie om Kelly-banden (2002). 407 síður. Er bókin tøk? |
|
Norðurlendskur klassikari á føroyskum |
|
Gandaringurin fer fram í fjarskotnari norskari bygd í 1820'unum. Hávardur úr Telemark giftur seg við einkjuni Rannvá, sum fleiri aðrir bøndur í bygdini vilja hava. Uttanbíggjarmaðurin fær bæði ríku einkjuna og garðin, og hann verður lagdur undir hatur.
Hávardur hevur útbúgving frá landbúnaðarskúla og ætlar sær at gera jarðarbrúkið meira tíðarhóskandi, men hann fær nógva mótstøðu frá bygdarfólkinum og sum frá líður eisini konu síni. Dreymurin um at broyta bygdina, so lívið gerst lættari og húsmenninir fríir, tykist fjarur, samstundis sum skuldarkensla forðar honum at gera tað, hann helst hevði viljað. Hann verður lagdur undir eitt dráp, hann ikki hevur framt, men sum hann óbeinleiðis kennir seg sekan í. Gandaringurin er ein lagnusøga um máttloysi, trongskygni og óndskap. Upprunaútgáva á norskum 1958. Hans Thomsen týddi til føroyskt. Sigurd Hoel: Gandaringurin (2009). 385 síður. Er bókin tøk? |
|
Ein ungur maður, sum sjáldan hevur verið uttan fyri Reykjavík, ger av at venda býnum bakið og fara eina ferð runt um landið, mest fyri at finna seg sjálvan. Hann keypir eitt stórt skrímsl av einum bili, ein brúktan Volvo Lapplander, og í januar byrjar hann sína 2 mánaða longu ferð.
Kavi er og illa framkomandi, men við hjálp frá fólki, hann hittir á vegnum, kemur hann heilskapaður úr vandastøðum. Hann kemur á tal við nógv ymisk fólk og lærir nakað um landið, fólkið og ikki minst seg sjálvan. Søgan er ein livandi og stuttlig íslendsk road story. Huldar Breiðfjørð: Kære landsmænd (2009). 189 síður. Er bókin tøk? |
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 næsta > endi >>
| | úrslit 61 - 80 av 206 |
|