|
Skemtilig og løgin søga úr Ukraina |
|
Viktor býr einsamallur saman við kelidjórinum hjá sær, einari pingvin, sum eitur Misha. Hann droymir um at skriva stuttsøgur, men av onkrari orsøk verða tekstirnir hjá honum altíð ov stuttir. Hann breyðføðir seg við at skriva minningarorð í eina avís um kendar persónar. Tey verða bíløgd, áðrenn persónurin er deyður, og long tíð gongur, áðrenn tað eydnast honum at síggja nakað á prenti av tí, hann sjálvur hevur skrivað. Tá tann dagur endiliga upprennur, hvøkkur hann við, og skjótt eru bæði hann og Misha finnur í einum spæli, sum Viktor ikki skilir.
Persónarnir, hann hevur skrivað um, doyggja nú frá hond og undir undarligum umstøðum, og Viktor fær boð um at fara undir jørðina. Og tá hann ein dagin sær minningarorð um seg sjálvan, verður hann noyddur at gera okkurt. Viktor er ein persónur, tú fært samhuga við, men bókin kann eisini lesast sum ein mynd av støðuni í gamla Sovjetsamveldinum. Andrej Kurkov: Døden og en pingvin (2004). 302 síður. Er bókin tøk? |
|
Nógv verður sagt frá um støðuna hjá barnafamiljum í Føroyum og støðuna hjá einligum mammum. Minni er at frætta um einligar pápar, men Ólavur í Beiti skrivaði í 1999 eina bók um lív og stríð sítt sum einligur pápi at dóttrini Di. Di býr hjá mammuni, men tá mamman gerst sjúk, verður gentan send á barnaheim heldur enn til pápan.
Í dagbókarformi sigur rithøvundurin frá lívinum, faðirkærleikanum og frustratiónunum sum einligur pápi. Hann ger viðmerkingar til lóggávu og royndir við umsitingarvaldi, alt við dømum úr veruleikanum, fjølmiðlum og bókmentum. Eftir situr ein ivandi lesari, sum vónar, at støðan er batnað munandi hesi farnu 12 árini, og at javnstøðunevndin veit um hetta málið. Ólavur í Beiti: Sangur einliga pápans (1999). 153 síður. Er bókin tøk? |
|
Søgan fer fram á Vesturlandinum fyri 100 árum síðani. Tíðliga ein morgunin fara Bárður og drongurin til útróðrar við einum seksmannafari saman við fýra øðrum monnum, men Bárður er so upptikin av at lesa í Paradise lost eftir John Milton, sum hann hevur lænt, at hann gloymir skinnanorakkin eftir.
Illveður kemur á teir, og í tí ísakalda vindinum uttan av Íshavinum ber ikki til at koma undan uttan anorakk. Drongurin, sum hevur mist alla sína familju, hevur ikki hug at liva víðari, nú eisini besti vinur hansara er deyður, men áðrenn hann ger av við seg, kennir hann skyldu at bera bókina aftur, sum Bárður hevði lænt. Í ringum líkindum fer hann til gongu upp um fjøll til Staðin, men fólkini, hann har kemur í samband við, birta lívsvónina aftur, so hann uppgevur sína ætlan. Náttúran er hørð og krevur sítt, men kortini blómar lívsgleðin, og skaldskapurin er ein ómissandi partur av lívinum. Jón Kalman Stefánsson: Himmerige og helvede (2010). 210 síður. Er bókin tøk? |
|
Barna- og ungdómsár hjá kendum rithøvunda |
|
Skaldsøgan kom út á fyrsta sinni í USA í 1982 við heitinum Ham on Rye og snýr seg um barna- og ungdómsárini hjá kenda rithøvundanum Charles Bukowski. Hon verður søgd gjøgnum sjálvsævisøguliga persónin Henry Chinaski. Fyrstu minnir hansara eru óivað úr Týsklandi, har hann er føddur, tí hann minnist bert fólk, ið tosa týskt, og sjálvur tosaði hann eisini týskt. Hann minnist best rópini og skeldini og fólk, sum síggja ill út. Um 3 ára aldur flytir hann til Los Angeles í USA saman við familjuni, har tey í 1924 búseta seg.
Søgan er bæði skemtilig og beisk og gevur okkum innlit í tað, sum hevur havt stóran týdning fyri hann og kom at mynda hann sum menniskja. Serstakliga eru tað minnini um pápan, sum frá sær sjálvum av øði rópti og ýldi, og hvussu hann sum ungur var sera skemdur í andlitinum av pirrum. Hann sigur okkum søguna um, hvussu svárt tað var at blíva útihýstur, sterku tráanina eftir at gerast ein einstaklingur, og hvussu Bukowski gjørdist Bukowski. Charles Bukowski: Rugbreyð við skinku (2010). 315 síður. Er bókin tøk? |
|
Bókin er samansett av 13 søgum og fer fram í einum lítlum býi í New England í landnyrðings-horninum av USA. Gjøgnumgangandi persónur er Olive Kitteridge, sum hevur verið lærari í støddfrøði, men nú er pensjónerað. Hon er ein skrøpp dama, sum ikki aftrar seg við at siga frá tí, sum bylgist innan í henni, og ofta er hon ov bersøgin. Maðurin Henry er eitt góðdýr, vinaligur og avhildin, meðan sonurin Christopher ikki vil finna seg í øllum.
Søgurnar eru vovnar saman og snúgva seg um lívið í sorg og gleði, forelskilsi og kærleika. Men eisini kenslur, sum vit kanska ikki altíð vilja vera við, koma fram. Hóast Olive kann vera bæði bonsk og hørð av sær, hevur hon eisini eina bleyta síðu, og sum lesari verður tú góð við hana. Í summum søgum er Olive høvuðspersónur, og í øðrum er hon kanska bara nevnd. Søgurnar eru sera væl skrivaðar og viðkomandi, og tú kennir teg aftur í tí, persónarnir uppliva. Bókin kann lesast sum stuttsøgur, men har er ein søgugongd, sum ger, at hon eisini virkar væl sum skaldsøga. Bókin vann Pulitzer-virðislønina í 2009. Elizabeth Strout: Olive Kitteridge (2010). 374 síður. Er bókin tøk? |
|
Ikki eru nógvar bøkur, sum í Føroyum hava fingið so nógva umtalu sum Sig at du lyver. Hon hevur verið viðgjørd í øllum miðlum, og orsøkin er ikki bara evnið, insest, men eisini, at allir persónar eru nevndir við fullum navni. Kjakast hevur verið um, hvat slag av bókmentum hetta er. Bókin, sum er skrivað á donskum, stendur á permuni at vera roman, men kann heldur metast at vera ein ævisøga ella autofiktión, sum hetta slag av bókum nevnist.
Í bókini sigur rithøvundin frá lívi sínum, frá tí hon sum lítil veksur upp í Kollafirði, til hon saman við nýggjum manni flytur til Noregs at búgva. Og tað, hon fyrst og fremst vil hava fram, er, at hon, frá tí hon var lítil, hevur verið misbrúkt av manninum hjá mammuni, og at tey, ið vóru rundan um hana, í alt ov lítlan mun hava vart hana, men heldur hava viljað, at hon bert skuldi gloyma hetta. Eitt annað tema er at vaksa upp í einari lítlari samkomu í Føroyum, sum hevur sínar egnu serligu reglar, ið gera, at bæði hennara sjónarmið og klæðini, hon gongur í, bróta frá teimum uttan fyri samkomuna. Tað hevur verið nevnt, at hetta ikki er stórur skaldskapur, men bókin er væl skrivað og løtt at lesa. Størsti veikleikin er tó, at allir persónar vera nevndir við navni. Tað er helst eisini høvuðsorsøkin til, at so stórur eftirspurningur hevur verið eftir bókini. Men tað er sera ivasamt, um tað er rætt, at persónar, sum onki skeivt hava gjørt, skulu kenna seg hongdar út og verða lýstir so einsíðugt, sum tað tíðum kemur fyri í bókini. Men fyrst og fremst vil rithøvundin hava fram hetta ræðuliga, at vaksin fremja seksuellan ágang móti børnum, og ongin ivi er um, at tað er týdningarmikið at fáa hetta fram í ljósið, og at tað hevur kravt dirvi. Silvia Henriksdóttir: Sig at du lyver (2011). 315 síður. Er bókin tøk? |
|
Hendan litfagra bókin er at meta sum ein grundbók um at baka tertur, og høvundarnir, Elisabeth Emtoft, Rikke Holm og Gitte Værum Kristensen, hava eisini allar drúgvar royndir innan kondittarayrkið.
Talan er um nógv sløg av tertum, bæði saltar og søtar. Uppskriftirnar umfata tær klassisku matterturnar, tertur við øðrvísi, spennandi fyllu og eina rúgvu av desserttertum. Harumframt eru uppskriftir og hugskot til salat og annað tilhoyr. Tænd på tærter og tryl med tilbehør (2010). 144 síður, myndir. Er bókin tøk? |
|
Georgia eigur tógvhandilin Walker & Datter í New York, sum hon hevur arbeitt upp frá grundini. Tað byrjaði, tá hon bleiv við barn og fann út av, at rík fólk vildu gjalda fyri, at hon bant fyri tey. Hon hevði harðliga brúk fyri at tjena pengar, tí pápin at barninum, tann svarti James, rýmdi, tá hann hoyrdi, at hann skuldi vera pápi.
Nú er dóttirin Dakota 12 ár, og Georgia hevur vant seg við at klára alt sjálv. Hvønn fríggjadag hittast fleiri vinkonur og kundar í tógvhandlinum, og tað gerst ein bindiklubbi. Vit fylgja fleiri av limunum í bindiklubbanum: Lucie, sum er farin um tey 40 og ynskir sær eitt barn, Anita, sum hevur verið einkja í fleiri ár, tá ið Marty bjóðar henni út, og Darwin, sum ikki bindur, men skrivar eina ritgerð um, hvussu binding heldur kvinnum føstum í fortíðini. Og so er tað vakra Cat, sum er gift við einum ríkmanni, men bara leingist eftir at hava eitt lív sum Georgia. Og beint sum Georgia heldur, at alt gongur væl, flytur James aftur til New York og krevur at blíva ein partur av lívinum hjá dóttrini, sum hann aldri hevur sæð. Kate Jacobs: Walker & Datter (2009). 329 síður. Er bókin tøk? |
|
Søgan gongur fyri seg í Kiev í Ukraina í 90’unum, har 35 ára gamli Tolja livir eitt keðiligt lív uttan serlig útlit. Hann hevur onki arbeiði, og konan og hann tosa als ikki saman longur, og yvirhøvur heldur hann, at tilveran er meiningsleys. Einasti sámiligi útvegur, hann sær fyri sær, er at taka lívið av sær. Men hetta skal gerast við manér, og umvegis ein vinmann betalir hann einum leigumordara pening fyri at taka hann av døgum.
Vinmaðurin hevur fingið ta fatan, at tað er elskarin hjá konu Tolja, ið skal fyribeinast, og hann unnir honum tað væl. Orsøkin til, at Tolja so hugagóður velur hendan framferðarháttin, er, at nú fara fólk at halda, at hann hóast alt var nakað serligt, nú hann varð skotin av einum leigumordara. Leigumordarin fær tí allar upplýsingar, hann hevur brúk fyri, og sum avtalað møtir Tolja upp klokkan seks hendan hósdagin á kaféini, har morðið skal fremjast. Tað, ið síðan hendir, skal ikki avdúkast her. Hetta er ikki ein krimi- ella spenningssøga, sjálvt um hon eisini er spennandi, og tú hugsar alla tíðina, hvat nú man fara at henda. Hon er væl skrivað og undirhaldandi og lýsir væl lívið í fyrrverandi sovjetstatinum, eftir at múrurin fall. Sjálvt um alt kann keypast fyri pengar, er eisini rúmd fyri hjálpsemi og kærleika. Andrej Kurkov: God ven af liget (2010). 187 síður. Er bókin tøk? |
|
Kvinnukúgan og átrúnaligur mismunur |
|
Salma er ein ung kvinna úr einari stórari beduinstammu í Miðeystri. Hon verður við barn, áðrenn hon er gift, og hetta fær ræðuligar avleiðingar. Hon verður rikin burtur av manninum, ið hon er góð við, og av sínari egnu familju. Mamman roynir at halda hondina yvir henni, men bróðirin vil drepa hana, soleiðis sum siðvenja er í stammuni.
Fyri at bjarga lívinum er hon noydd at fara sjálvboðin í fongsul. Hon fær barnið, men tað verður tikið frá henni beinanvegin, hon sleppur ikki so mikið sum at síggja tað. Átta ár seinni eydnast tað henni at flýggja til Onglands. Tey fyrstu nógvu árini í Onglandi gerast svár og stríggin. Salma býr á einum herbergi og hevur ilt við at læra enskt, og arbeiðið, hon fær, er strævið og illa lønt. Hon fær tó eina góða pakistanska vinkonu, sum eisini býr á herberginum. Salmu leingist illa heimaftur, og ræðslan fyri at blíva dripin er um at fáa fastatøkur á henni, men við einum sindri av læknaligari og sálarligari hjálp klárar hon seg. Hon fer at lesa enskt og gerst væl við læraran. Tey blíva gift og fáa ein son, men fortíðin vil ikki sleppa takinum í Salmu. Hetta er ein sera kenslulig og vøkur søga um eina kvinnu, sum var noydd at fara frá sínum barni og búsetast í einum fremmandum og fjarskotnum landi. Fadia Faqir: Længslen efter Layla (2009). 271 síður. Er bókin tøk? |
|
Tá mamma var við barn, var hon so í ørviti, at hon kom at tøva troyggjuna hjá babba pinkulítla í vaskimaskinuni. Summi okkara hava lyndi at goyma gomul klæðir, hóast tey langt síðani eru uppslitin, tøvd ella farin av móta. Í hesari bókini eru uppskot og uppskriftir til, hvussu tú kanst endurnýta hesi klæðir og seyma tey um til barnaklæðir.
Ein lítil søga er til hvørja uppskrift, t.d. um hvussu kjólin, sum omma var í, tá hon hitti abba, bleiv seymaður um til dópskjóla. Og nú vermir tøvda troyggjan hjá babba bibburnar hjá lítla Knut sum inniskógvar. Bókin er til øll, sum duga at tendra eina seymimaskinu, hóast summar uppskriftir eru torførari enn aðrar. Rithøvundurin leggur upp til, at tað týdningarmesta er, at úrslitið er nýtiligt; hon heldur tað hava minni týdning, um rangan er pen, bara rættsíðan er vøkur og fitt. May B. Langhelle: Sikksakk – sy barneklær av brukte voksenklær (2010). 143 síður. Er bókin tøk? |
|
Okkara einastandandi arvaeind |
|
Ikki eru nógv ár liðin, síðan vit fingu at vita, at ikki var heilt rætt, tá sagt varð, at okkara forfedrar, ið komu til Føroya fyri umleið 1200 árum síðani, vóru víkingar úr Noregi. Rætt er, at mannfólkini vóru norðmenn, men konufólkini, formøður okkara, vóru av keltiskari ætt, helst úr Írlandi. Um hvussu funnið verður fram til tílíkt, umvegis mitokondriu-íleguna, sum bert verður borin víðari av kvinnum, og onnur frambrot innan ílegutøkni seinastu árini, greiðir danski vísindajournalisturin Lone Frank frá.
Til tess brúkar hon seg sjálva. Hon letur seg kanna av vísindafólkum, ið arbeiða við ílegutøkni, og opin tekur hon fram allar eginleikar sínar, teir góðu eins væl og lýti og brek hjá sær sjálvari og ætt síni. Á hendan hátt roynir hon at kanna, hvussu júst hennara arvaeind sær út, og hvørja ávirkan hon hevur á hennara persón. Eisini vitjar hon fyritøkur, ið hava lagt seg eftir at upparbeiða ílegugrunnar við DNA frá fleiri túsund persónum, og hevur samrøður við fremsta serkunnleikan í USA, Íslandi og øðrum londum í Europa. Fyritøkurnar bjóða sær at staðfesta júst hvørjar sjúkur, tú ert í vanda fyri at fáa, ella at finna ættarfólk tíni hundrað, ja, fleiri túsund ár aftur í tíðina, um tú ynskir tað. Ein sera áhugaverd bók um eitt evni, sum vit heilt víst koma at hoyra nógv um komandi árini. Lone Frank: Mit smukke genom (2010). 306 síður. Er bókin tøk? |
|
Ein skaldsøga um stóru skiftini í lívinum |
|
Lexie Sinclair býr á bygd í Devon, hon er blaðung og júst liðug á universitetinum, tá hon av tilvild hittir tann sjarmerandi Innes Kent. Hann livir eitt lív sum bohemur í Soho í London, har hann saman við øðrum gevur út eitt mentanartíðarrit. Lexie er troytt av síni stóru og strongu familju, so rættiliga skjótt fer hon aftan á honum til London, og eftir stuttari tíð bæði arbeiðir og livir hon saman við Innes. Men so broytist knappliga alt og verður ongantíð tað sama aftur.
Elina og Ted, sum eisini búgva í London, hava júst fingið sítt fyrsta barn og royna at koma fyri seg eftir traumatisku føðingina. Elina, sum er listamálari, stríðist við at sameina mammuleiklutin og hugin at mála, men eisini Ted fær stórar sálarligar trupulleikar, tá fleiri og fleiri barndómsminnir koma fram fyri hann, sum ikki samsvara við tað, sum mamma hansara plagar at greiða frá. Skaldsøgan er bygd upp soleiðis, at vit aðruhvørja ferð hoyra um Lexie, hvørs søga fer fram í 1950’unum og 1960’unum, og aðruhvørja ferð um Elinu og Ted, hvørs søga fer fram í dag. Men sum frá líður gerst greitt, at hetta eru ikki tvær søgur, men ein og sama søga. Hetta er ein sera spennandi skaldsøga um stóru skiftini í lívinum, um kærleika, miss, hevnisøku og dulsmál. Maggie O’Farrell: The hand that first held mine (2010). 341 síður. Er bókin tøk? |
|
1001 bók at lesa áðrenn tú doyrt |
|
Her er bókin til tín, sum lesur nógv og fegin vil hava hugskot til at lesa enn fleiri góðar skaldsøgur. Tær nógvu bøkurnar eru settar upp kronologiskt, tað byrjar í fornøldini og endar í 2009. Meginparturin er bøkur, sum eru útgivnar eftir 1950.
Hvør bók er lýst í einum teigi, og myndprýtt er við filmsplakatum, myndum úr bókunum og myndum av rithøvundunum. Lýsingin er ikki ein beinleiðis endursøgn, men meira ein lýsing av tema, eyðkenni og stíli, og hvussu bókin ávirkar lesaran. Í donsku útgávuni er eitt úrval av donskum rithøvundum tikið við, og Føroyar eru umboðaðar av Williami Heinesen: De fortabte spillemænd. 1001 bøger du skal læse før du dør (2010). 960 síður. Er bókin tøk? |
|
Ein drongur veksur upp hjá foreldrunum, sum flýddu úr Preussen, tá russararnir komu í 1945, og tað er hann, sum fortelur søguna. Foreldrini hava skapt sær eina nýggja tilveru í Týsklandi, men gáa lítið um sonin, og tíðliga fær hann at vita, at hann hevur havt ein eldri beiggja, Arnold, sum foreldrini hava mist, tá hann var lítil. Sum smádrongur er hann errin av beiggjanum, tí eingin av hinum hevur ein beiggja, sum er deyður í hungri.
Men ein dagin kemur sannleikin fram: Arnold er ikki deyður, men mamman læt hann til eina fremmanda kvinnu, tá russarnir komu. Hon hevur ongantíð vunnið á sorgini og skuldarkensluni, og alt lívið hjá foreldrunum hevur snúð seg um eldra beiggjan, sum hevur verið høvuðspersónurin í familjuni. Tey hava leitað og leitað, og nú hava tey fingið upplýsingar um ein ungan mann, sum kanska kann vera Arnold. Kríggið hevði við sær nógvar vanlagnur, har fólk mistu sambandið við familju og ættarfólk, og Hans-Ulrich Treichel er ein í tí nýggja ættarliðnum av týskum rithøvundum, sum tekur upp nakrar av hesum menniskjuligu trupulleikunum. Hóast evnið er álvarsamt, og vit taka synd í persónunum, er bókin eisini humoristisk. Hans-Ulrich Treichel: Den bortkomne (1999). 105 síður. Er bókin tøk?
|
|
Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum. Flestu stuttsøgurnar eru skrivaðar í Freiburg, har høvundurin tað seinasta árið hevur hildið til. Søgurnar umboða eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri.
Í øllum 10 tekstunum verður lesarin leiddur út gjøgnum veruleikans dyr og inn í dreym, ævintýr og framtíð, har tað ómøguliga og til tíðir ræðuliga speglar aftur menniskjans leiklut í einum heimi, har hon er fremmand og kanska sum frá líður verður stygd burtur. Permumyndin er eftir ta ungu listakvinnuna Silju Strøm, sum somuleiðis hevur tríggjar myndir inni í bókini. Hanus Kamban: Gullgentan (2010). 123 síður. Er bókin tøk? |
|
Gerandislív á Landssjúkrahúsinum |
|
Tað finnast støð, sum vit øll kenna til og hava ímyndir og meiningar um, men har arbeiðið í veruleikanum er ein duldur heimur. Soleiðis er Landssjúkrahúsið. Kanska hava vit verið har til viðgerðar ella vitjað onkran, sum lá har, men kortini hava vit bara sæð skræðuna. Hvat fjalir seg handan longu heitini, sum vit finna á skeltum og navnamerkjum, hvørji eru fólkini í kitlunum, og hvørjum starvast tey við?
Nakrar mánaðir í 2007 hevði Høgni Mohr sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum. Uppgáva hansara var at dokumentera arbeiðið har, og annars hevði hann at kalla fríar hendur. Burtur úr hesum arbeiði spurdist millum annað ein røð av greinum, sum vórðu prentaðar í Sosialinum, og sum nú eru prentaðar í hesi bókini. Lesarin fær innlit í arbeiðsgongdir á átta sera ymiskum deildum, og allar greinirnar eru skrivaðar við fyndarríka myndamálinum hjá Høgna Mohr. Høgni Mohr: Tá deyðin verður avdúkaður (2010). 95 síður. Er bókin tøk? |
|

Ísraelski rithøvundurin Amos Oz er føddur í 1939. Foreldrini, sum mistu ein part av familjuni í holocaust, vóru innflytarar úr Russlandi, og En fortælling om kærlighed og mørke er ein sjálvsævisøgulig skaldsøga um familjuna og tey fólkini, sum setttu dám á tilveruna hjá honum, tá hann var drongur og ungur maður. Amos Oz er einabarn hjá intellektuellum foreldrum, og longu tíðliga lærir hann at laga seg til. Sambandið millum foreldrini er fløkt, ikki alt er so lætt hjá smádronginum at skilja, og hann roynir at liva upp til teir dreymar, sum foreldrini sjálv ikki rukku. Tá mamman gerst sjúk og seinni ger sjálvmorð, stendur nógv á, bæði hjá honum og pápanum. Teir hava ilt við at tosa saman, og longu sum hálvvaksin velur Amos at fara sínar egnu leiðir. Stórhendingar í heimssøguni fara fram hesa tíðina, og tær verða flættaðar inn í skaldsøguna. Amos Oz: En fortælling om kærlighed og mørke (2005). 631 síður. Er bókin tøk? |
|
Søgulig skaldsøga um Hildegard av Bingen |
|
Longu sum smágenta fekk Hildegard sínar fyrstu opinberingar, men hon skilti skjótt, at hetta var nakað, hon var einsamøll um. Hon lærdi at fjala opinberingarnar, tí hvussu fóru fólk at bera seg at, um tey fingu at vita, at hon hoyrdi Guds rødd og sá inn í framtíðina, og hvør dugdi at skyna á, um tað nú var Gud ella djevulin, ið læt seg opinbera?
Hildegard var øðrvísi enn hini systkini, hon var sera viðbrekin og ofta sjúk. Mamman hevði ilt við at knýta seg til hana, tí hon var so serstøk. Longu sum átta ára gomul varð hon send heimanífrá til eina unga, sera guðsóttandi aðalskvinnu, og tvey ár seinni fóru tær báðar í kleystur. Tær livdu í tøgn og einsemi og høvdu lítið samband við hini í kleystrinum. Ein góðan vin fekk hon tó, og tað var munkurin Volmar, ið hon var javngomul við. Hann var kønur í skriftmálinum og í læknavísindum, og tað var Hildegard til góða nyttu og íblástur. Umframt at vera ein víðagitin nonna við serkunnleika til læknavísindi, var hon eisini rithøvundur og tónaskald, og hennara tónleikur verður spældur dagin í dag. Hildegard bleiv verandi í kleystrinum alt lívið, tó fekk hon tey seinastu árini meira samband við umheimin. Anne Lise Marstrand-Jørgensen: Hildegard (2009-2010). 2 bind. Er 1. bind tøkt? Er 2. bind tøkt? |
|
Spennandi undirhald til nógvar dagar |
|
Nøkur fólk við krabbameini verða frísk aftan á at vera bitin av flogmúsum í Suðuramerika. Amerikanska stjórnin fer í loyndum undir royndir fyri at avdúka, um tað virus, flogmýsnar hava, kann loysa gátuna um krabbamein og lekja sjúk fólk. Til royndirnar nýta tey deyðadømdar fangar. Fangarnir taka fegnir av tilboðnum at vera við, afturfyri verður deyðadómurin broyttur til lívlangt fongsul. Men royndirnar enda heilt galið. Vampyrar tysja fram allastaðni, og ruðuleiki valdar í Heiminum.
Ein FBI-agentur, sum angrar, at hann hevur verið við til at seta alt hetta í gongd, tekur sær av einari lítlari gentu, sum eisini er offur fyri vanlukkuni, og kanska er hon einasta vónin fyri framtíðina. Bókin er tjúkk, spennandi og fyrsta bind í einari trilogi, sum beinanvegin kom á amerikanska bestsellaralistan. Justin Cronin: Den første (2010). 1019 síður. Er bókin tøk?
|
|