Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur - NÝTT
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Bøkur
Perlan

The PearlÍ meksikansku bygdini La Paz við Flógvan búgva Joana og Kino í fátækt við lítla Coyotito. Ein skorpión bítur pinkubarnið, men ongir pengar eru til læknahjálp.

Joana biður - ikki um grøðing - men um at finna eina perlu. Og undrið hendir, tey finna ta vakrastu perluna. Bygdarfólkið frøist við teimum. Alt skuldi nú borið til, og Kino droymir stórar dreymar um gylta framtíð!

Men, nei, tvørturímóti, bert spottprís vilja teir grammu perlukeypararnir lata. Forvitni broytist til øvund, girnd, eldáseting og jagstran. Á náttartíð rýma tey til fjals, eftir at Kino í sjálvverju hevur dripið ein mann. Men perlan hevur valdið á Kino...

Spennandi bók á tremur av lívsvísdómi - ein sonn perla.

John Steinbeck: Perlan (1968). 126 síður.

 
Óvanlig bók eftir Henning Mankell

Italienske skoFredrik Welin er pensioneraður lækni og hevur í fleiri ár búð í sjálvvaldum einsemi á einari lítlari oyggj. Ein vetrardag kemur ein gomul ungdómsflamma á vitjan, og hetta broytir lív hansara fullkomiliga.

Hann verður noyddur at góðtaka, at hann ikki kann renna undan fortíðini og avbyrgja seg frá øðrum menniskjum.
 
Henning Mankell hevur skrivað fleiri bøkur, bæði til vaksin og børn, harav tríggjar eru umsettar til føroyskt, og serliga er hann kendur fyri krimisøgurnar við politimanninum Kurt Wallander sum høvuðspersóni.
 
Hóast Italienske sko als ikki er nøkur krimisøga, er skilligt, at rithøvundin dugir at skriva krimi, tí hon er eins spennandi og ein tílík. Til tíðir er hon eisini skemtilig, og yvirhøvur er hetta ein hugtakandi lýsing av høvuðspersóninum, teimum fólkum hann kemur at kenna og samfelagnum í dag.

Mankell, Henning: Italienske sko (2007). 284 síður.

 
Spennandi endurminningar

Hjem fra AfrikaTá sveisiska Corinne fór við sjeikinum til Kenya at ferðast, hevði hon ikki droymt um, at hetta fór at broyta lív hennara. Á ferðini hitti hon kenyanska krígsmannin Lketinga, sum hon gjørdist so hugtikin av, at hon gjørdi tað liðugt við sjeikin og flutti til Kenya fyri at liva saman við Lketinga.

Fyrst kom “Den hvide masai”, har Corinne greiðir frá kærleikssøguni og lívinum hjá sær sum fyrsta hvíta menniskjað í ættarbólkinum hjá Lketinga.

Síðani kom á donskum “Gensyn i Barsaloi”, har Corinne vitjar aftur í Kenya eftir at hava búð í Sveis í nógv ár.

Gensyn i BarsaloiDen hvide masaiNýggjasta bókin á donskum er “Hjem fra Afrika”, har Corinne sigur frá tíðini millum hinar báðar bøkurnar, og hvussu tað var at búgva aftur í Sveis eftir at hava livað eitt fátæksligt, men í aðrar mátar ríkt familjulív í kenyanska ættarbólkinum.

Hofmann, Corinne: Den hvide masai (1999). 334 síður.
Hofmann, Corinne: Gensyn i Barsaloi (2006). 167 síður.
Hofmann, Corinne: Hjem fra Afrika (2008). 183 síður.
 

 
Aftur í 60'ini

Tilbage til 60'erneUm poesibøkur, príslistan frá Daells, The Beatles, Cliff Richard, lærstutt, stálkambar, flower-power, Mao og mangt, mangt annað.

Bókin lýsir í orðum og myndum gerandislívið og barna- og ungdómsmentanina hetta tíðarskeiðið.

Dahl, Ove: Tilbage til 60'erne - alle de ting, du har glemt, du kan huske (2007). 190 síður.

 
Brændende ild

Brændende ild

Familjan Kellaway flytir í 1792 úr tí bygdarliga Dorset til rokasliga og miskunnarleysa stórbýin London, har pápin fær arbeiði sum møblasnikkari.

Granni teirra er kendi yrkjarin og málarin William Blake, sum fær stóran týdning fyri yngsta sonin Jem og vinkonu hansara Maggie Butterfield, ið er vaksin upp í trongum korum í London

Tracey Chevalier: Brændende ild (2007). 457 síður.

 
Hemmelighedens hus

Hemmelighedens husLeonora fyllir 75 ár, og familja, vinir og kenningar eru savnað á góðsinum Willow Court at hátíðarhalda dagin.

Leonora er dóttir kenda málaran Ethan Walsh. Myndir hansara hava altíð hingið á góðsinum, og savnið er stoltleikin hjá familjuni. Sum í flestu familjum eru her eisini stríð og duldar kenslur, sum so við og við verða avdúkað, tá trý ættarlið av kvinnum siga sína søgu. Tá føðingardagurin er farin afturum, er eitt skelkandi loyndarmál komið í ljósmála, og hetta fær stórar avleiðingar fyri Leonoru og hini í familjuni.

Adèle Geras: Hemmelighedens hus (2003). 444 síður.

 
Og hvor har du så hjemme?

Sample ImageTvinni hjún úr Baltimore ættleiða samstundis hvør sína smágentu úr Korea. Hetta verður byrjanin til eitt vinalag millum báðar familjurnar, sum annars einki hava til felags.

Onnur familjan er ein vanlig amerikansk familja, sum heldur góðtrúgvin lítur á dygdirnar í amerikanska samfelagnum, meðan tey í hinari eru tilflytarar úr Iran við heilt aðrari mentan og virðum í viðførinum. Á hvørjum ári savnast tey at hátíðarhalda dagin, tá tey fingu genturnar, og sum árini ganga, verða lagnur teirra enn meira samantvinnaðar. Hetta er ein skaldsøga um familjuna sum miðdepil, um tryggleikan at hoyra til mótvegis at kenna seg fremmandan og um at góðtaka, at vit eru ymisk

Anne Tyler: Og hvor har du så hjemme? (2007). 247 síður.

 
Under engelsk himmel

Under engelsk himmelBedenham er ein vanligur lítil býur í Onglandi, har øll kenna sítt pláss. Men undir 2. heimsbardaga broytist gerandisdagurin, tá har verður løgd ein amerikansk flogstøð.

Øll eru ikki so fegin um amerikansku hermennirnar, sum eru at síggja allastaðni. Teirra lív er tó heldur ikki lætt við nógvum vandamiklum bumbuherferðum yvir Týsklandi, og mangan koma ikki allir heimaftur. Men ikki bert hermennirnir eru við til at broyta lívið í Bedenham. Hagar koma eisini børn, sum eru flutt burtur úr tí ótrygga London. Hóast lívið er merkt av øllum tí meiningsloysi, sum kríggið hevur við sær, so trívast eisini kærleiki og menniskjansligt umhugsni

Radcliffe, Robert: Under engelsk himmel (2006). 361 síður.

 
Brudeskibet

BrudeskibetUndir krígnum giftust nógvar avstralskar kvinnur við enskum hermonnum, sum fóru út aftur á onnur hermót. Í 1946 fóru 650 av teimum við herskipinum HMS Victoria til Onglands at møta monnunum aftur og byrja eitt nýtt lív har.

Tær fýra, Margaret, Avice, Jean og Frances, eru saman í eini lítlari kahytt, og tær eru sera ymiskar. Á ferðini koma allar kenslurnar fram, bæði longsulin eftir tí, tær fara frá og spenningurin um tað, sum er fyri framman.

Moyes, Jojo: Brudeskibet  (2006). 380 síður ella 12 bond.

 
De fire og ham der gør galt værre

De fire og ham der gør galt værreÍ Pelsheim í Noregi búgva 4 vinmenn í friði og náðum uttan annað at hugsa um enn vakrar gentur, og hvar teir skulu ballast næsta vikuskifti.

Hvussu fara hesir fýra at reagera, ildarin Bambo, pandan Hutte, vaskibjørnin Pepper og elgurin Salt, tá duldarfullir menn í kappum hála teir úr teirra friðsæla lívi og greiða frá, at teir mugu bjarga heiminum og tað øgiliga skjótt.
Hetta hava teir so avgjørt ikki hug til.

Hans Frederik Follestad: De fire og ham der gør galt værre (2007). 471 síður.

 
Romantisk kærleikssøga

Stolthed og fordomFamiljan Bennet eigur 5 ógiftar døtur og ongar serligar ognir, so mamman hevur úr at gera við at royna at finna hóskandi menn til døturnar. Tá næstelsta dóttirin Elizabeth hittir tann ríka Darcey, heldur hon hann vera bæði hástóran og sjálvglaðan...

...og tá hon so hoyrir, at hann hevur forðað systir hennara Jane at koma saman við vini hansara Bingley, veksur illvilji hennara til andstygd. Men Elizabeth veit ikki, at Darcey er blivin hugtikin av henni og skjótt er heilt burtur í henni.
Søgan fer fram í harragarðsumhvørvi í Onglandi umleið ár 1800.
Bókin er eisini gjørd til film.

Jane Austen: Stolthed og fordom. 284 síður.

 
Himmelherren

HimmelherrenPeter Nielsen er ein heilt vanligur drongur, sum dámar væl at skriva fantasysøgur. Peter er púra burtur í Coru, sum er nýggja gentan á skúlanum, og hann ger hana til høvuðspersón í søguni um eina prinsessu, sum skal bjargast frá tí ónda.

Men skjótt verður vent upp og niður upp á veruleika og hugflog, og Peter er mitt í síni egnu søgu við mannaetandi heksum, skríggjandi zombium og slevandi trøllum. Hann má bjarga Coru, men hvønn kann han líta á, og hvør er tað í veruleikanum, sum skrivar søguna?

Kenneth Bøgh Andersen: Himmelherren (2004). 344 síður.

 
Søgulig skaldsøga um Christian IV

Kongens mærkeTá Chr. IV sum ungur er á ferð í Noregi, hittir hann eina unga, vakra kvinnu, Aonu, sum hann neyðtekur. Hon fær eina dóttir og fer út á eina oyggj, har hon saman við dóttrini lívbjargar sær hjá einari gamlari konu.

Men so fáa fólk illgruna um, at hon dugir meir enn at mata seg, og hon verður tikin og flutt suður til Akershus, har hon situr fangi. Hóast kongurin hevur nógv um at vera í stríðnum móti svenskarunum og við at jagstra katolikkar og fólk, sum verða illtonkt fyri at fáast við gand, gloymir hann ikki hendingina við Aonu, og lagnan vil, at tey møtast aftur

Erling Pedersen: Kongens mærke (2007). 343 síður ella 9 fløgur.

 
Hjertesteder

HjertestederÍslendsk skaldsøga í roadmovie-stíli. Harpa Eir flytir við truplu dóttrini Eddu Sólveig úr Reykjavík til eina lítla bygd á Eysturlandinum. Heiður, vinkona Hørpu, koyrir bilin, og á vegnum hendir mangt og hvat, bæði millum kvinnurnar og uttan um tær.

Persónarnir mennast, og sambandið millum teir broytist. Frásøgnin minnir um spanskar og suðuramerikanskar bókmentir, har tað yvirnatúrliga er gerandiskostur. Mamma Hørpu, sum doyði fyri 10 árum síðani, fylgir henni trúliga, hóast Hørpu ikki dámar tað. Kanska kann stílurin kallast “magisk sosialrealisma”.
Søgan er stuttlig at lesa hjá føroyingum, tí Ísland og Føroyar líkjast nógv – tann stórbæra náttúran, sum hevur valdið á øllum, lívið í fjarskotnum bygdum og lyndið í fólki, sum býr, har myrki veturin ræður helvtina av árinum.

Steinunn Sigurðardóttir: Hjertesteder (1998). 374 síður ella 11 bond.

 
Ein stuttlig bók

En kort gennemgang af traktorens historie på ukrainskNadja og stórasystirin Vera, sum eru tilkomnar, fluttu sum smágentur saman við foreldrunum úr Ukraina til Onglands. Tær hava ikki tosað saman í fleiri ár, men tá gamli pápi teirra verður hugtikin av einari ungari, ukrainskari blondinu og ætlar sær at giftast við henni, noyðast tær at samarbeiða fyri at forða fyri, at hetta hendir.

Marina Lewycka: En kort gennemgang af traktorens historie på ukrainsk (2006). 343 síður ella 8 fløgur.

 
Er Dracula á lívi?

HistorikerenSpennandi skaldsøgan, skrivað í sama stíli sum Da Vinci mysteriet, tekur lesaran við út á eina ferð at leita eftir gravstaðnum hjá Dracula.

Ein ung genta finnur nøkur løgin brøv á bókasavninum hjá pápanum. Sum ungur leitaði pápin eftir gravstaðnum hjá Dracula, og  brøvini eru hansara frásøgn um, hvussu hann ferðaðist ígjøgnum tað mesta av Eystureuropa og Turkaland, ofta í lívsvanda. Spurningurin er, um Dracula enn er á lívi, og um so er, hvat kann gerast fyri at steðga honum.

Elizabeth Kostova: Historikeren (2005). 649 síður.

 
Phi Phi Island

Phi Phi IslandEysturríkski rithøvundurin Josef Haslinger var saman við familjuni á Ko Phi Phi í Thailandi, tá økið varð rakt av flóðalduni annan jóladag í 2004. Í Phi Phi Island greiðir hann frá, hvussu familjan upplivdi og yvirlivdi vanlukkuna.

Flestu okkara minnast flóðalduna frá fjølmiðlunum, men gjøgnum Haslinger uppliva vit hendingina frá einum øðrum sjónarmiði – vit frætta um tíðina áðrenn, undir og eftir flóðalduna, og hvussu heilt vanlig fólk uttan ávaring noyðast at broyta teirra áskoðan á lívið. 

Josef Haslinger: Phi Phi Island (2007). 176 síður.

 
Ein vøkur skaldsøga um meiningina við lívinum

De fem du møder i himlenEin vakran summardag andast gamli maðurin Eddie, meðan hann er til arbeiðis í eini stuttleikapark. Soleiðis byrjar søgan. Men áðrenn Eddie kann doyggja heilt, skal hann møta fimm fólkum, sum lív hansara hevur havt týdning fyri.

Hetta verður ein ferð, sum gevur lívi hansara meining – hóast hann ongantíð hevur følt, at lív hansara var nakað at reypa av. Samstundis fáa vit hansara lívssøgu í brotum.

Hetta er ein øðrvísi søga um lívið – ikki um deyðan, sum tittulin kanska ber brá av. Og um hvussu øll menniskju hava ávirkan á okkara umhvørvi, antin vit ætla tað ella ikki.

Mitch Albom hevur skrivað fleiri bøkur, og hetta er fyrsta skaldsøgan, sum er týdd til danskt. Felags fyri bøkurnar er, at tær royna at finna fram til eitt svar uppá, hvat er meiningin við lívinum.

Mitch Albom: De fem du møder i himlen (2005). 157 síður.

 
Appilsingentan

AppilsingentanHugtakandi og tankavekjandi til tey ungu. Drongurin Georg er vorðin fimtan ára gamal. Hann livir við sakninum av pápanum, sum doyði, tá Georg var smádrongur, og hann hevur ilt við at sættast við missin og at góðtaka mannin, sum mamman hevur gift seg uppaftur við.

Appilsingentan er um drongin Georg, sum í søguni er vorðin fimtan ára gamal. Hann livir við sakninum av pápanum, sum doyði, tá Georg var smádrongur, og hann hevur ilt við at sættast við missin og at góðtaka mannin, sum mamman hevur gift seg uppaftur við.
Ein dagin fær Georg eitt bræv frá pápanum, sum hann skrivaði stutt fyri hann doyði. Í brævinum fortelur pápin honum søguna um appilsingentuna, gentuna, sum tilvildin førdi inn fyri hann fleiri ferðir. Georg hevur stóran áhuga fyri stjørnufrøði og hevur skrivað uppgávu í skúlanum um Hubble-teleskopið. Brævið hjá pápanum og egnu hugsanir hansara um kosmos og ævinleika og lívið sum ein ófatiliga hepnan vinning í einum risastórum happadrátti, fáa at enda Georg til at síggja viðurskiftini í størri samanhangi og at góðtaka treytirnar, sum tær eru givnar.

Appilsingentan er ein hjartanemandi søga um kærleika og um lív og deyða. Sum aðrar bøkur hjá Jostein Gaarder hevur hendan sína lesarafjøld millum tey ungu.

Jostein Gaarder: Appilsingentan (2004). 175 síður.
Býarbókasavnið eigur bókina á donskum og føroyskum, og harumframt sum ljóðbók.

 
De fortabte spillemænd

De fortabte spillemændGreitt verður frá trimum brøðrum, ið eru spælimenn. Teir royna at fóta sær í einum samfelagi, sum er stýrt av peningagirnd og átrúnaðarligum ágangi.

Hendingarnar fara fram í Havnini umleið ár 1900. Tónleikalívið er ríkt, og høvundurin lýsir tónleikarar, sum hann kendi frá sínum egna barndómi.

William Heinesen: De fortabte spillemænd.
Bókin er týdd til fleiri mál og finst eisini sum ljóðbók.

Er bókin tøk?

 
<< byrjan < fyri 11 næsta > endi >>

úrslit 201 - 220 av 220