Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Bøkur
Kærleikin og stríðið millum nýggj og gomul virði

Hotellet på hjørnet af Bitter og SødHenry Lee stendur uttan fyri eitt gamalt gistingarhús, ið einaferð var eyðkennið hjá tí japanska býarpartinum í Seattle. Gistingarhúsið hevur verið afturlatið í fleri áratíggju, men nú hevur nýggi eigarin funnið eina rúgvu av lutum, sum japanskar familjur settu til síðis, áðrenn tær eftir álopið á Pearl Harbor blivu tvingsilsfluttar til legur, bert ætlaðar japanum. Hetta fær Henry at minnast aftur á sín barndóm í Chinatown undir seinna heimsbardaga.

Foreldur hansara, sum vóru kinesiskir tilflytarar, vóru sera tjóðskaparlig og ímóti øllum japanskum, men hóast hetta fekk Henry eina japanska vinkonu, Keiko. Tey gjørdust góð, men hetta var stutt fyri, at Keiko og familja hennara vórðu tvingsilsflutt til eina legu langt heimanífrá. Síðstu ferð Henry sá Keiko, stóð hon aftan fyri píkatráð, og hann lovaði at bíða eftir henni, til tey aftur kundu vera saman.

Men lyftini verða ikki hildin, og nú ein mansaldur seinni setir Henry sær fyri at finna fram til, hvat fjalir seg í kjallaranum í gistingarhúsinum, hvørjir eru hesir lutir, sum er burturgoymdir, men ongantíð gloymdir?

Hetta er ein dapur partur av amerikanskari søgu, sum vit ikki kenna nógv til, og sum fær okkum at ivast í, hvussu stóra fjarstøðu kærleikin tolir.

Jamie Ford: Hotellet på hjørnet af Bitter og Sød (2011). 346 síður.

Er bókin tøk?

 
Nýggjur partur í íslendskari krimirøð

NedkølingEin kvinna er funnin hongd í summarhúsi sínum, og einki bendir á annað, enn at hon hevur tikið lívið av sær. Ein vinkona er tó sannførd um, at alt ikki ruggar rætt, og vendir sær til løgregluna við illgruna sínum. Málið endar hjá melankolska krimiovastanum Erlendi, ið heldur treyðugt játtar at kanna málið nærri, samstundis sum hann alsamt er upptikin av gomlum málum um persónar, ið á undranarverdan hátt eru blivnir burtur.

Enn ein hugtakandi søga í framúrskarandi íslendska krimiraðnum, sum uppiborið hevur fingið fleiri prísir. Umframt áhugaverdar lýsingar av mannalyndinum, sum er høvuðsessensurin í einhvørjari skaldsøgu - krimi ella ikki - fær lesarin innlit í ymiskar tættir í íslendska samfelagnum, bæði í fortíð og nútíð. Eisini er tað hugaligt, at uppkláringin av illgerðunum hendir uttan buldur og brak, men stillisliga, har lesarin til endans fær at vita, hvat er farið fram.

Arnaldur Indriðason: Nedkøling (2011). 296 síður.

Er bókin tøk?

 
Sorgblíð skaldsøga

BrooklynEilis Lacey er ein ung genta, sum býr á bygd í Írlandi saman við mammu sínu og eldri systur síni, Rose. Hetta er í 1950’unum, tá arbeiðsloysið er stórt, so Eilis arbeiðir bert nakrar fáar tímar um vikuna í einum handli. Ein írskur prestur, sum býr í USA, vitjar aftur, og tað eyðnast Rose at fáa hann at hjálpa sær at fáa Eilis til Brooklyn, har møguleikarnir eru nógvir.

Eilis er ikki sjálv so nógv fyri at fara, men hon veit, at Rose, sum hevur gott arbeiði, ger hetta fyri at geva henni møguleikan at fáa eitt betri lív. Umskiftið er stórt, og heimlongsulin ger eisini vart við seg, men sum frá líður, hevur Eilis eydnuna við sær, bæði viðvíkjandi arbeiði og kærleika. Knappliga broytist alt, tá Rose óvæntað doyr av einum hjartatilburði. Mamman er nú einsamøll, og Eilis ger av fara aftur til Írlands í nakrar vikur, púra vís í, at hon skjótt verður aftur í Brooklyn. Hetta skal tó vísa seg at verða lættari sagt enn gjørt, og Eilis verður noydd at taka tungar avgerðir.

Skaldsøgan er skrivað í einum heldur knøppum, men vøkrum, sorgblíðum stíli og lýsir, hvussu torført tað kann vera at velja rætt her í lívinum, og at tað ofta hevur við sær, at tú særir onnur.

Colm Tóbín er írskur høvundur, sum hevur skrivað fleiri virðisløntar bøkur. Eisini Brooklyn hevur fingið og verið innstillað til fleiri virðislønir.

Colm Tóibín: Brooklyn (2011). 254 síður. Danskur tekstur.
Colm Tóibín: Brooklyn (2009). 251 síður. Enskur tekstur.

 
Uppvøkstur í kommunistiska Póllandi

SkarnSkarn er ein partvíst sjálvsævisøgulig skaldsøga um ein drong, sum veksur upp við einum koleriskum og harðrendum pápa móti endanum av kommunistatíðini í 80’unum. Familjan býr í einum kolminuøki, har harðskapur og rúsdrekkamisnýtsla eru gerandiskostur. Hvørki mamman ella onnur skyldfólk, ið búgva á hæddini niðriundir, stuðla dronginum, sum í sínum máttloysi bert tráar eftir, at tað aftur verður kríggj ella uppreistur, so hann kann sleppa í herin fyri síðani at koma heim aftur og skjóta pápan.

Bókin fer fram í einum totaliterum samfelag, Póllandi undir kommunismuni, men hetta hevur ikki størsta týdningin í skaldsøguni. Heldur eru tær søguligu hendingarnar karmur um tær størru hendingarnar í bókini, sum fara fram innan teir fýra veggirnar, har drongurin so at siga er gjørdur heimleysur í sínum egna heimi av foreldrunum.

Hetta kann alt tykjast syrgiligt at lesa um, men hetta er ein væl skrivað skaldsøga um ein uppvøkstur, merktan av harðskapi og óndskapi.

Wojciech Kuczok: Skarn (2009). 223 síður.

 
Áhugaverd lýsing av nútíðarsamfelagnum

A week in DecemberSøgan fer fram í London vikuna fyri jól í 2007. Greitt verður frá lívinum hesar sjey dagarnar hjá sjey sera ymiskum persónum, sum at síggja til bert hava ferðingina við undirgrundarbreytini í felag. Speiskliga lýsir høvundin friðleysa stórbýarlívið, har nógv snýr seg um egnan vinning so ella so.

Vit hoyra millum annað um fíggjarheimin, politikk, bókmentaheimin, yvirgangsætlanir, yrkisfótbólt, reality-sjónvarp og rúsevnir. Men alt er ikki bara kalt og kensluleyst, kærleikin spírar eisini.

Bókin hevur fingið sera góð ummælir og er sum samfelagslýsing samanborin við bøkurnar hjá Thackeray, Trollope og Dickens.

Sebastian Faulks: A week in December (2009). 392 síður.

Er bókin tøk?

 
Kærleiki tvørtur um tíð og rúm

Guldsmedens hemmelighedÍ 1999 er ein 45 ára gamal kendur gullsmiður við tokinum á veg til Oneira, har hann sum ungur var í læru hjá mammubeiggja sínum. Á vegnum steðgar tokið í bygdini Villasanta, haðani gullsmiðurin sum ungur maður flýddi vegna ólukkuligan kærleika til eina tilkomna kvinnu. Gullsmiðurin ger av at fara úr tokinum og gista eina nátt í Villasanta, men tá hann vaknar morgunin eftir, er árið 1952, og hann fer á kanningarferð í eini bygd, har hann m.a. hittir foreldur síni á ungum árum, sníkir seg inn til ommu sína og ikki minst aftur hittir Celiu, sum var kvinnan í hansara unga lívi.

Iben Hasselbalch hevur týtt upprunasponsku bókina til danskt, og sum vant er týðingin gjørd á ein hátt, so lesarin kennir tað spanska skrivingarlagið aftur í tekstinum. Lesarar, sum dáma magisku realismuna hjá t.d. Gabriel García Márquez, fara at kenna stílin aftur í Guldsmedens hemmelighed, og tað einasta, sum er at finnast at, er, at bókin er alt ov skjótt lisin.

Elia Barceló: Guldsmedens hemmelighed (2005). 82 síður.

Er bókin tøk?

 
Marokkanskur ungdómur í París

Kiffe kiffe i morgenEin speisk og stuttlig søga um lívið sum tannáringur í einum sosialum bústaðarøki í París. 15 ára gamla Doria og mamma hennara búgva einsamallar í eini íbúð og royna at fáa gerandisdagin at hanga saman, nú pápin er rýmdur aftur til Marokko, har hann hevur fingið sær nýggja konu.

Doria letst vera svartsskygd, men glottar eru at hóma, hóast møðgurnar hava trupulleikar í skúlanum og á arbeiðsplássinum. Doria sigur skemtiliga frá um fólk og hendingar í lívinum. Um elskaðu mammuna, sum roynir at læra at lesa, og ikki minst um sosialráðgevarnar, sum móti øllum vónum megna at hjálpa teimum til eina betri tilveru.
Hóast bókin er uppstillað sum ungdómsbók, kunnu vaksin eisini fáa nógv burturúr at lesa hana. Hon gevur eitt sjáldsamt innlit í tannáringalív og lívið sum innflytari í einum fremmandum landi.

Faïza Guène: Kiffe kiffe i morgen (2010). 176 síður.

Er bókin tøk?

 
Uglies og Pretties

UgliesSøgan fer fram í einum framtíðarsamfelagi, har øll ung millum 12 og 16 verða roknað sum mishátt. Tally fyllir skjótt 16, og tað er tann stóri dagurin, hon hevur sæð fram til í áravís. Dagurin tá hon fær sína ekstremu vakurleikaskurðviðgerð og broytist frá at vera ljót til at gerast sera vøkur. Aftaná kann hon aftur vera saman við Pery, besta vinmanni sínum, sum hon saknar sera nógv. Hann fylti 16 nakrar fáar mánaðir áðrenn hon, so hann er longu vakur og er fluttur frá Uglyville til Prettyville, har lívið er eitt stórt ball fyri teimum nýggju, ungu og vøkru.

Men so hittir Tally Shay, og Shay er ikki sum hini. Hon stúrir fyri skurðviðgerðini og sigur frá, at nøkur ung hava gjørt uppreistur og eru farin út í tað ókenda fyri at liva sum fyrr í tíðini, og tey hava eisini valt at varðveita sína útsjónd. Tally skilir ikki, at nakar velur at verða verandi ljótur.
Tað eydnast Shay at flýggja, men tað setur Tally í eina ómøguliga støðu, tí um hon ikki hjálpir at finna Shay og hini ungu aftur, so fær hon ikki sjálv sína vakurleikaskurðviðgerð.
Tankarnir fara aftur til klassiskar framtíðarsøgur sum Brave new world og 1984, sum lýsa samfeløg, har einstaklingurin verður eftiransaður, einsrættaður og tillagaður.
Røðin, sum telur 4 bind, skal filmatiserast, og gitt verður dúgliga á netinum, hvør skal spæla Tally, Shay og øll hini, tí nógvir fjepparar kring heimin bíða spentir.

Trýst á titlarnar fyri at vita, um bøkurnar eru tøkar.

Scott Westerfeld: 

Uglies (2010). 334 síður.
Pretties (2011). 301 síður.
Specials (2011). 296 síður.
Extras (kemur skjótt)

 
Meistarlig tíðarmynd

South RidingSøgan fer fram í millumkrígstíðini í South Riding, eitt øki í enska amtinum Yorkshire, og er sera snildisliga bygd upp kring býráðið og býráðslimirnar, hvørs avgerðir eru av alstórum týdningi fyri borgararnar í hesum lítla samfelagnum, har framsøkni og afturhald stríðast lið um lið.
Høvuðspersónurin er Sarah Burton, sum er miðskeiðis í 30’unum, tá hon kemur aftur til umhvørvið, har hon vaks upp. Hon hevur fingið sær útbúgving og drúgvar royndir og er nú sett sum skúlastjóri á gentuskúlanum í býnum Kiplington. Sarah er ein kvinna við stórum hugsjónum, og tað er ikki altíð so lætt í hesum samfelagnum, sum hevur havt ilt við at fóta sær eftir fyrra heimsbardaga, og nú verður kanska skjótt kríggj aftur.

Persónarnir við teirra veikleikum og dygdum verða lýstir við kærleika og humor. Eisini tekur høvundurin upp ymsar samfelagsligar og menniskjansligar trupulleikar so sum fátækradømi, umstøðurnar hjá kvinnum og bæði likamliga og sálarliga sjúku. Hóast skaldsøgan er ein tíðarmynd, er hon kortini tíðarleys í síni lýsing av menniskjalívinum við øllum tess fjølbroytni.
Bókin byggir á veruligt umhvørvi og veruligar persónar, og einki er at ivast í, at Sarah hevur ikki so lítið í felag við høvundin sjálvan. Winifred Holtby, sum doyði av sjúku bert 37 ára gomul, var journalistur og kendur feministur, sum hevði stóran áhuga fyri samfelagsmálum og politikki. Hon skrivaði eisini fleiri skaldsøgur, og South Riding, sum kom út stutt eftir deyða hennara, verður mett sum hennara høvuðsverk. Bókin er fleiri ferðir dramatiserað og filmatiserað, seinast í 2011 sum stuttrøð á BBC.

Winifred Holtby: South Riding – an English landscape (1936, seinast endurprentað 2011). 529 síður.

Er bókin tøk?

 
Offur og bøðil

Som om jeg ikke er derSkaldsøgan viðger, hvat hendir við fólki, tá kríggj brestur á. Hvat kríggj ger við offrini, og hvat tað ger við bøðilin. Hvussu vit bera okkum at, tá vanligar reglur fara úr gildi, og tað bara snýr seg um at yvirliva.
Søgan fer fram í 1992 í gamla Jugoslavia. Kvinnan S. er vikarur í einum skúla í eini bygd, sum verður hersett av serbiskum hermonnum. Øll í bygdini verða førd til eina fangalegu, har menn og kvinnur verða koyrd í hvør sín stóra goymslubygning.  Kvinnurnar hoyra ræðuligar søgur um, hvat hendir hjá monnunum, men tær vita einki við vissu. Aftan á nakrar mánaðir verður S. tikin til sokallaða kvinnurúmið, har hermenninir ráða frítt yvir fangunum, og neyðtøka og harðskapur er gerandiskostur.

Tá serbarnir skifta um fangar, fær S. møguleikan at verða flutt til Svøríkis. Sum nógvar aðrar er hon upp á vegin, og hon hevur ikki hóming av, hvør pápin er, annað enn at hann er ein av teimum, sum hevur neyðtikið hana. Alt, hon ynskir, er at byrja eitt nýtt lív og gloyma alt, sum er hent, men tað er ógjørligt, so leingi barnið veksur í henni.

Slavenka Drakulic : Som om jeg ikke er der (2000). 188 síður.

Er bókin tøk?
 
Søgulig skaldsøga úr Barcelona

Havets katedralBóndin Bernat Estanyol klárar seg væl á garði sínum og gleðir seg til brúdleyp sítt við vøkru Francescu. Men óbodnir gestir koma í brúdleypið, og hetta fær álvarsligar fylgjur fyri hjúnalagið. Ein avleiðing er, at Bernat gerst friðleysur og noyðist at flýggja við soninum Arnau til Barcelona.
Lívið hjá Arnau í Barcelona verður sum havið – lívið gevur og lívið tekur, viðhvørt herja stormar, og viðhvørt er stilli. Men ongantíð er tað keðiligt. Katedralurin Santa Maria del Mar er í gerð, tá Arnau er smádrongur, og her finnur hann eina nýggja mammu, halgimyndina av Santu Mariu, sum saman við kirkjuni verður miðdepilin í lívi hansara.

Søgugongdin skal ikki avdúkast her, men tey, sum hava verið í Barcelona, kenna kanska Santu Mariu del Mar, sum er ein kirkja í gamla býarpartinum. Hon varð bygd í árunum 1329-1383, og tað er øgiligt at ímynda sær, at menniskju hava borið hvønn einstakan stein til staðið og lyft hann upp á pláss.
Ildefonso Falcones lýsir lívið í miðaldarbýnum, so lesarin kennir hugløg, luktir og litir at kalla á egnum kroppi.

Ildefonso Falcones: Havets katedral (2008). 629 síður.

Er bókin tøk?
Er ljóðbókin tøk?

 
Íslendingasøga á nútíðar máli

RaseriHetta er ein endursøgn av teimum klassisku, fornu íslendingasøgunum, tær sokallaðu sturlungasøgurnar, eitt savn av miðaldartekstum um ógvusligar hendingar, sum fóru fram í Íslandi í tólvtu øld.

Hin illa dámdi høvdingin Gissur, sum varð noyddur at flýgggja til Noregs fyri ikki at blíva dripin, kemur nú aftur til Íslands. Hann er nógv broyttur og ynskir bert at skapa frið í landinum. Eitt stórt og glæsiligt brúdleyp, har sonur Gissur og dóttir sturlungahøvdingan verða vígd, skal vera karmur um ta stóru semjuna. Alt gongur ikki eftir vild, brúdleypið endar í einum stórum sorgarleiki, og tað, sum skuldi boða frá betri og ljósari tíðum, ber nú bert boð um hevnd og deyða.

Einar Kárason: Raseri (2011). 203 síður.

Er bókin tøk?

 
Ein foreldraloysingur við sjey mammum

Den uimodståelige Henry HouseHenry er venjingarpinkubarn á Wilton college í Pennsylvania og verður ansaður av seks ungum næmingum og lærara teirra, Marthu. Hann er ein glaður og góður drongur, allar venjingarmammurnar fjeppast uppi  í honum, og at enda klárar Martha heldur ikki at standa ímóti. Tá skeiðið er av, og Henry eftir ætlan skal ættleiðast av eini vanligari familju, setir Martha seg ímóti, og endin verður, at Henry veksur upp í venjingarheiminum, meðan onnur pinkubørn og venjingarmammur teirra koma og fara.

Gentur, sum gingu á college í USA í fyrra helmingi av 1900-árunum, kundu veruliga velja lærugreinina húsarhaldsvísindi. Á hesum skeiði lærdu tær mangt og hvat, sum skuldi gera tær til betri húsmøður. Venjingarpinkubørnini, sum vóru tøk á summum skúlum, vórðu latin av barnaheimum nærhendis.

Lesarin fylgir Henry til hann gerst vaksin og sær, hvussu óvanligi uppvøksturin ávirkar hann seinni í lívinum. Eisini er søgan ein mynd av, hvussu USA mennist og broytist frá 1940’unum og nøkur áratíggju fram. Hóast hetta ikki er ein klassisk spenningssøga, blaða síðurnar í bókini at kalla seg sjálvar, tí alla tíðina er okkurt, sum lesarin hevur hug at fáa greiðu á.

Lisa Grunwald: Den uimodståelige Henry House (2010). 430 síður.

Er bókin tøk?

 
Ein onnur føroysk krimi

Meðan sólin í eystri roðarMong eru ikki greið um tað, men væl fleiri enn Jógvan Isaksen hava givið út krimisøgur á føroyskum. Ein teirra er Jóannes Kjølbro, ið hevur skrivað krimisøguna  Meðan sólin í eystri roðar.
Søgan er um eitt altjóða oljufelag, sum sendir ein føroyskan umboðsmann til Føroya at fáa greiðu á, hví teirra felag ikki er sloppið í part í sambandi við oljuboring á føroyska sjóøkinum. Men tá ein breti, ið hevur samband við oljuvinnuna í Føroyum, verður myrdur, gerst greitt, at duldar kreftir standa aftanfyri.

Tað fyrsta, ið er at siga um hesa krimisøgu, er, at hon er løtt at lesa, undirhaldandi og væl skrivað. Sum krimi er søgan eisini spennandi, og plottið, ið skal bera handlingina fram, er sannførandi ein stóran part av bókini. Lýsingarnar hjá útisetanum av føroyska samfelagnum eru eisini beinraknar og góðar, um ein so er samdur við honum í øllum ella ikki.
Høvuðspersónurin, verkfrøðingurin Jón á Myrkjanoyri, er áhugaverdur at fylgja. Honum dámar væl at vitja ølklubbar og hevur meira enn eitt gott eyga á hinum kyninum, samstundis sum hann eisini fegin fer á møti í samkomu síni. Og hesin ymiskleiki ger høvuðspersónin áhugaverdan. Hetta er ikki ein beinleiðis missionerandi skaldsøga.
Og tó. Tí í bókini er tað so, at allir teir góðu persónarnir, teir hjálpsomu og hetjurnar, hoyra til samkomuna, meðan allir teir óndu, lúshundarnir, antin eru fyrrverandi kommunistar ella fólk, ið av fullum huga taka undir við, at Føroyar skulu hava fullveldi. Ja, í veruleikanum hava allir persónar í bókini, sum ikki hoyra til samkomuna, nøkur ódámlig lýti. At rithøvundin velur at lýsa fólk sum góð ella ónd, alt eftir um tey hoyra til hesa serligu samkomu ella hava ávíst politiskt tilknýti, má tó sigast at vera stak áhugavert.
Høvundin dugir avgjørt at skriva, og bókin kann viðmælast sum ein undirhaldandi krimisøga.

Jóannes Kjølbro: Meðan sólin í eystri roðar (2004). 175 síður.

Er bókin tøk?

 
Undir egið borð

Undir egið borðBjartur í Ljósagerði hevur í 18 ár arbeitt hjá sóknarfútanum einans við einum endamáli, og tað er at seta føtur undir egið borð. Tíðirnar eru fátæksligar í Íslandi, hetta er umleið ár 1900, men nøkur fá eru, sum hava nóg mikið. Bjartur fær keypt sær eitt gerði og bygt eina kroysu, og so byrjar tilveran sum sjálvstøðugur seyðabóndi.

Árini verða stríggin, hann missir tvær konur, og fleiri børn doyggja. Men Bjartur er ein harður og stoltur maður, og fremst í huga hansara er, at hann má klára seg sjálvan og ikki fáa nakað frá nøkrum. Árini undir fyrra heimsbardagi hava íslendingar góðar dagar, og nógvir pengar koma til landið, men sum vant er tað ikki tann lítli maðurin, sum fær nakað burturúr. Og hjá fleiri av teimum, sum bygdu sær størri hús og víðkaðu um virksemið í væntan um at fáa sín part av ágóðanum, fór alt fyri bakka. Bjartur var ein teirrra.

Bókin er ein sosialrealistisk lýsing og gevur eina skakandi mynd av livikorunum hjá vanligum fólki hesa tíðina.

Halldór K. Laxness: Undir egið borð (2007). 436 síður.

Er bókin tøk?

 
Gandakend írsk chick-lit

Dagbog fra i morgen17 ára gamla Tamara hevur eitt gott og ríkt lív í Dublin, tá pápi hennara tekur lívið av sær. Alt verður vent upp og niður, og hon og mamman noyðast at flyta út á bygd at búgva í einum lítlum húsum saman við familju.

Mamman avbyrgir seg við síni sorg, so Tamara keðir seg ofta.  Men ein dagin kemur hon fram á eina gamla leðurinnbundna bók, sum vísir seg at vera magisk. Tað er hennara egna dagbók frá í morgin. Familjan hjá Tamaru er ikki so keðilig, sum hon helt, og hon setur sær fyri at finna og avdúka teirra loynidómar.

Cecilia Ahern: Dagbog fra i morgen (2010). 374 síður.

Er bókin tøk?

 
Vinalag og/ella kærleiki?

Samme dag næste årSøgan um Emmu og Dexter byrjar í 1988, tá tey júst eru liðug á universitetinum, og fylgir teimum tey næstu 20 árini. Sama dag á hvørjum ári, tann 15. juli, fær lesarin innlit í lív teirra.
Hóast tey eru sera ólík, mennist vinalagið teirra millum til nakað heilt serligt. Emma er uppvaksin í miðal korum, er sera tilvitað um samfelagsviðurskiftir og hevur allar tær røttu meiningarnar, meðan Dexter harafturímóti er ríkmanssonur, sum í allar mátar tekur lívið lætt.

Teirra lívsleið lagar seg sera ymiskt, bæði viðvíkjandi yrki og kærleika, og allir dreymar ganga ikki út. Sum árini ganga, vita tey altíð av hvørjum øðrum, og hóast sambandið ikki altíð er so regluligt, kunnu tey ikki vera hvørtannað fyri uttan.

Hendan sorgblíða søgan um eitt heilt serligt vinalag hevur fingið sera góð ummælir og er júst filmatiserað, tað er kenda Lone Scherfig, ið hevur leikstjórnað.

David Nicholls: Samme dag næste år (2010). 462 síður.

Er bókin tøk?

 
Spennandi ævintýrsøgur til størri børn

SpøkilsisjagstrariKrýnikur úr døkkari fortíð eru ævintýrsøgur til børn úr 11 árum og eldri, sum allar snúgva seg um duldarfulla fortíðarheimin hjá Toraki. Høvundurin fekk íblástur til hesar søgur á sínum mongu ferðum til Grønlands, Finnlands, Kanada og onnur fjarskotin lond, har hon svam við boghvítuhvalum, stóð nøs móti nøs við eina hvítabjørn og gekk seg fram á eina stóra bjørn í Suðurkalifornia.

Spøkilsisjagstrari er sætta og seinasta bókin í raðnum. Tað er vetur, og Sálarnátt nærkast. Eostra Hornuglamaggan heldur ættunum í einum ræðslutaki. Torak má fara úr skóginum og leita eftir henni á Spøkilsisfjallinum, meðan Renn má taka eina pínufulla avgerð. Úlvur, trúfasti floksbróðir teirra, stríðist við ræðuliga sorg, og í seinasta stríðnum móti døkku megini fer Torak at taka mest skelkandi valið av øllum.
Hetta er ein søga um at lívbjarga sær og um sakn, men eisini ein søga um megina, sum liggur í vinarbondum.

Michelle Paver: Krýnikur úr døkkari fortíð. Trýst á titlarnar fyri at vita, um bøkurnar eru tøkar.

1. Úlvsbróður (2005). 273 síður.
2. Andafjakkari (2006). 303 síður.
3. Sálarátari (2007). 280 síður.
4. Útskot (2008). 288 síður.
5. Níðingur (2010). 289 síður.
6. Spøkilsisjagstrari (2011). 253 síður.

 
A Game of Thrones

A Game of ThronesHetta er fyrsta bókin í einari fantasy-røð, sum nú verður gjørd til sjónvarpsrøð í 10 pørtum á HBO (Home Box Office).
7 familjur berjast um valdið í Land of Westeroes. Týdningarmiklastu familjurnar eru Stark, Lannister og Baratheon.
Baratheon, sum er kongur, biður gamla vinmannin hjá sær, Eddard Stark, vera sín høgra hond og ráðgevari, men hetta er eitt vandamikið starv, tí tann, sum áður var í starvinum, varð helst dripin.

Lord Eddard Stark og familja hansara verja norðara partin av kongaríkinum. Í skóginum finna tey ein dagin ein stóran, deyðan varg, sum hevur fimm hvølpar. Lord Stark eigur 5 børn, og tá vargurin er symbolið upp á Stark House, sleppa tey at eiga hvør sín hvølp. Nú verður ein sætti hvølpur funnin, ein albino. Eddard Stark sær hetta sum eitt tekin og gevur sínum óektaða soni hann. Sonurin er vaksin upp hjá Stark-familjuni, men hevur ikki rætt at bera navnið hjá pápanum.
Familjan Lannister roynir við snildum at vinna trúnuna, og tey eru til reiðar fara langt fyri at sleppa framat.
Hinumegin havið eru tveir teir síðstu eftirkomararnir av familjuni Targaryens, ein systir og ein bróðir, eisini í holt við at finna ein veg aftur til trúnuna. Systirin er blaðung og gift við einum barbari úr suðurlondum. Barbarurin hevur ein stóran her undir sær, og honum hava tey brúk fyri, um tey skulu koma aftur til valdið.

George R. R. Martin: A Song of Ice and Fire - trýst á titlarnar fyri at vita, um bøkurnar eru tøkar.

1. A Game of Thrones (2000). 694 síður.
2. A Clash of Kings (1999). 761 síður.
3. A Storm of Swords (2000). 973 síður.
4. A Feast for Crows (2003). 753 síður.

 
Stórverk um Evropa í 20. øld

EuropaÍ 1999 ferðast hollendingurin Geert Mak, ið er journalistur og søgumaður, runt í Evropa. Hann vitjar býir og støð, ið hava verið brennideplar fyri hendingaríku evropeisku søguni hesa øldina, úr Barcelona í vestri til Sankta Pætursborg í eystri. Á ferðini tosar hann við fólk og lýsir londini í dag, samstundis sum hann ferðast aftur í tíð og greiðir frá søguni. Bókin er býtt upp í 12 tíðarskeið, har fyrsta skeiðið er frá 1900 til fyrra heimsbardaga og seinasta frá Balkankrígnum í 1990-unum til endan á øldini.

Bókin hevur umfatandi lýsingar av ymsu tíðarskeiðunum við nógvum áhugaverdum upplýsingum. Tú kanst ikki lata vera við at øtast, tá tú lesur um stóra talið av menniskjalívum, sum eru farin fyri skeyti í ræðuligu bardøgunum, sum hava verið. Men samstundis er bókin áhugaverd, tí vit koma at kenna ymsar lagnur, bæði hjá kendum og ókendum persónum um alt Evropa.
Bókin er spennandi og sera væl skrivað av einum manni, ið hevur stóra vitan um evnið. Eitt framúrskarandi søguligt verk.

Geert Mak: Europa - rejser i det tyvende århundrede (2010). 952 síður.

Er bókin tøk?

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 næsta > endi >>

úrslit 21 - 40 av 206