|
|
|
Bøkur
|
Børn kunnu spyrja meira, enn vaksin kunnu svara. Nú er bókin, sum kann hjálpa, endiliga komin. Les bókina sjálv/ur ella saman við einum barni.
Her eru 18 kapitlar um heimin, 17 um lívið og 15 um menniskjað. Her verða lívsins stóru spurningar, sum eru ringir at svara, tiknir upp. T.d. kapittulin um fuglar: Hví syngja fuglar? Hví flúgva fuglar? Og hví flúgva onnur dýr so ikki? Hvaðani koma fuglarnir? Vurpu dinosaurar egg? Dugdu dinosaurar so eisini at syngja? Hetta er fyrsta barnabókin hjá Tor Nørretranders, sum áður hevur skrivað fleiri populervísindaligar bøkur fyri vaksin. Tor Nørretranders: Børnespørgehjørne. Spørgsmål de voksne ikke kan svare på (2007). 116 síður. Tekningar eftir Ib Spang Olsen, Anju Vang Kragh og Lars H.U.G. |
|
Sum stór børn møtast Hajime og Shimamoto, og spírandi kenslurnar teirra millum fara ongantíð frá Hajime aftur. Men tá Shimamoto flytur aðrastaðni at búgva, missa tey sambandið.
Sjálvt um Hajime giftist og fær børn og hevur viðrák sum barreigari, verður Shimamoto standandi livandi í minninum. Ein dagin kemur Shimamoto inn í jazzcafeina hjá Hajime, loyndarfull og dragandi, og í eini roynd at endurvinna tað mista, setur Hajime bæði familju og arbeiði í váða. Bókin hevur bæði dýpd og er gátufør, men kortini er hon løtt at lesa. Haruki Murakami: Sunnan fyri markið (2008). 150 síður. |
|
Litrík og livandi frásøgn |
|
Karmurin um hesa skaldsøguna er eitt stórt íbúðarhús í Kairo síðst í 1990'unum. Her búgva fólk úr øllum samfelagsstættum, rík og fátæk, øll við ymiskari bakgrund og lívsáskoðan.
Stórar rembingar á tí átrúnaðarliga og politiska økinum merkja bæði fólk og samfelag. Fyri at koma sær fram mugu allar snildir brúkast. Hóast bæði mutur og dupultmoral blómar kærleikin millum fólkini í stóra íbúðarhúsinum, eisini tann forbodni. Alaa Al Aswany: Yacoubians hus (2007). 266 síður ella 8 fløgur. |
|
Ram Mohammed Thomas vinnur 1 milliard rupees í eini sjónvarps-spurnakapping. Ram er fátækur og hevur havt lítla skúlagongd, men kortini kennir hann svarini til allar teir sera ymisku og torføru spurningarnar. Hann verður ákærdur fyri svik, og til tess at sleppa at eiga vinningin greiðir hann frá, hvaðani hann hevur sína vitan.
Lesarin verður tikin við á eina ferð eftir sprøklutu lívsleiðini hjá fátæka indiska tænaranum, sum – kanska – verður milliarderur. Filmurin Slumdog Millionaire, sum byggir á bókina, fekk 8 Oscar-heiðurslønir í 2009. Vikas Swarup: Q & A (2004). 318 síður ella 7 bond. |
|
Endurminningarskaldsøga av teimum frægu |
|
Kim Leine sigur frá lívi sínum. Hann býr hjá mammuni í Noregi, til hann sum 17 ára gamal flytir til pápan í Danmark at búgva. Hann fær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og búsetist seinni við konu og børnum í Grønlandi, har hann fær arbeiði.
Kalak er ein søga um misbrúk. Kim verður seksuelt misnýttur av pápanum, hann verður bundin av heilivági og rúsevnum, og viðurskifti hansara við konufólk eru eisini merkt av misbrúki, hann leitar alsamt frá einari kvinnu til aðra. Bókin endar við, at hann fer at byggja lív sítt uppaftur einsamallur í Danmark, burtur frá tí Grønlandi, sum hann hevði stóran tokka til. Søgugongdin kann tykjast døpur, men hetta er ein ótrúliga kraftmikil, intens, spennandi og vælskrivað søga. Hetta er fyrsta bókin hjá Kim Leine, og meginparturin byggir á veruleikan. Kalak er millum tær bestu skaldsøgurnar, ið eru útgivnar í Danmark seinastu árini. Kim Leine: Kalak (2007). 344 síður. |
|
Søgulig skaldsøga, ið byggir á veruligar hendingar |
|
Ungi Thomas Glover flytir í 1859 úr Aberdeen til Nagasaki í Japan. Hansara dirvi og ævintýrhugur hava ongi mørk. Í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltingini í Evropa droymir hann um at broyta og nútíðargera Japan.
Hann megnar at grundleggja eina handilsrutu millum Kina og Bretland og at flyta silki, bummull og aðrar fremmandar vørur til Evropa. Henda litríka og spennandi frásøgn gevur okkum innlit í fremmandar siðir og vanar. Samuraiar og geishur fylgja Thomas Glover í handilslívi, politikki og kærleika. Alan Spence: Det rene land (2008). 461 síður. |
|
Japansk-amerikanska Jane Takagi-Little, sum býr í USA, veit ikki, hvat hon gongur inn til, tá hon tekur av tilboðnum at gera eina dokumentarrøð til japanskt sjónvarp.
Røðin er sponsorerað av BEEF-EX, og endamálið er at læra heimagangandi japanskar konur at keypa amerikanskt kjøt. Akiko Ueno, ein ung japansk húsmóðir, sær røðina, og um náttina lesur hon í loyndum 1000 ára gomlu "Koddabókina". Hetta setur nakað í gongd, og skjótt verða søgurnar hjá teimum báðum vavdar saman til eina frágreiðing um kærleika, kjøt, æru og eitt hormon, sum eitur DES. Ruth L. Ozeki: Mit år med kød (1999). 397 síður. |
|
Søgulig skaldsøga, bygd á veruligar hendingar |
|
Søgan fer fram norðuri í Finnmørkini í 1850'unum. Livihátturin hjá sámunum er hóttur, bæði av stiki og marki, men eisini av norskum brennivíni.
Ein vekingarrørsla tekur seg upp, og har tað talaða orðið ikki er nóg mikið at fáa fólk at rakna við, verður roynt við hørðum. Tey umvendu síggja keypmannin og lensmannin sum sjálvan Antikrist, og tá tey verða hótt við handtøkum og avmarkingum, gera leiðararnir hjá teimum av at drepa tey mest forherðaðu av teimum vantrúnu. Ungi sámin Thomas er fyrst ivandi, men verður so sannførdur og fer í hernað ímóti Antikristi, meðan tann ungi norski presturin Frederik, sum kom til Kautokeino við tolsemi, skjótt verður settur á eina harða roynd. Martin Petersen: Indtoget i Kautokeino (2004). 370 síður. |
|
Søgan fer fram í 1946 í Suðuronglandi og er um familjurnar Temperley og Chancellor, sum eru grannar.
Marius Temperley, sum hevur verið við í krígnum, kemur heim aftur til barndómsheimið, har systirin Julia heldur hús. Tá Topaz Brooke kemur at vitja systkinabørnini Jack og Will Chancellor, sær hon, at nógv er broytt, síðan hon vitjaði áðrenn kríggið. Bæði Jack og Will eru forelskaðir í Juliu, men tá Jack verður noyddur at velja millum hana og vakra garðin Sixfields, tekur hann garðin. Í báðum familjunum mugu tey ásanna, at sterkur kærleiki bæði kann oyðileggja og byggja upp Judith Lennox: Navnet på ruden (2002). 431 síður. |
|
Beinraknar menniskjalýsingar |
|
Ein bók fyri fólk, sum njóta at lesa bøkur ikki bara fyri handlingina, men eisini fyri gott mál og beinraknar eygleiðingar av mannalyndinum.
Søgan er søgd úr sjónarhorninum hjá Miriam. Maður hennara hevur fingið læknastarv í eini norskari bygd, og hon er flutt við honum til Noregs. Miriam trívist ikki væl í lítla fremmanda samfelagnum, og hetta fær hana at uppføra seg løgið. Rithøvundurin greiðir sakliga frá løgnum hendingum og dugir eisini meistarliga væl at siga frá gerandisligum fyribrigdum við einum undrandi yvirbrái. Ina Merete Schmidt: Fåresyge (2008). 196 síður. |
|
Í 1912 verður ein genta fødd á bygd í Noregi. Gentan er loðin um allan kroppin orsakað av einum sjáldsomum genfeili.
Mamman doyr í barsilssong, og pápin, sum hevur skomm av gentuni, fjalir hana innandura, so ongin skal síggja, hvussu hon sær út. Hon hevur eina daddu, men annars veksur hon upp púra einsamøll. Hon er tó bæði sterk og gløgg, so sum frá líður tekur hon ábyrgd av sínum egna lívi. Erik Fosnes Hansen: Løvekvinden (2007). 382 síður. |
|
Tríggjar systrar vaksa upp í Dublin um ár 1900 í einum umhvørvi, har tað verður hildið at vera nóg mikið, at kvinnur fáa sær mann, børn og tænastufólk.
Men tíðirnar broytast, og tær hava allar vón um eitt øðrvísi lív. Í Belfast búgva tvær foreldraleysar systrar, sum eru noyddar at arbeiða á einum spinnaríi, men tá tey spentu viðurskiftini millum katolikkar og protestantar elva til ófrið og harðskap, mugu tær rýma. Lagnan førir genturnar saman, men tilvera teirra verður ikki sum væntað. Catherine Dunne: Et anderledes liv (2002). 420 síður ella 10 bond. |
|
Kendi listamálarin Peter Wihl fyrireikar ein stóra framsýning, tá hann fær eina ólekiliga eygnasjúku, sum ger, at hann fer at missa sjónina.
Hann verður frá sær sjálvum av angist, og tá hann samstundis í einari ringari støðu svíkir 6 ára gomlu dóttrina, kennir hann seg missa takið á veruleikanum. Hann kemur í samband við ein gamlan floksfelaga, og tá hann fær eitt freistandi tilboð um hjálp frá honum, tekur hann av. Men skjótt varnast hann, at prísurin fyri at varðveita síni skaparaevnir eisini kann vera ov høgur. Lars Saabye Christensen: Modellen (2006). 324 síður ella 8 fløgur. |
|
List, kærleiki, missur og svik |
|
Vælumtókta skaldsøgan byrjar í New York í 1975, tá ið listafrøðingurin Leo Hertzberg kemur fram á eina sjáldsama mynd, sum tann ókendi listamaðurin Bill Wechsler hevur málað.
Teir gerast vinmenn, og familjur teirra knýta alsamt tættari bond. Ein vanlukka fær tó stóran týdning fyri framtíð teirra. Siri Hustvedt: Det jeg elskede (2003). 382 síður. |
|
Indiska Akhila er 45 ár og gomul genta. Fyri fyrstu ferð er hon farin at ferðast einsamøll, og leiðin gongur gjøgnum India við toki.
Her hittir hon aðrar indiskar kvinnulagnur, og hesar fáa hana at rannsaka sítt egna lív. Tá tú ferðast saman við kvinnunum í hesari kvinnukupé'ini, fært tú eina livandi lýsing av indiska samfelagnum í dag. Anita Nair: Damekupeen (2003). 286 síður. |
|
Marcel Aymé var fransmaður (1902-1967), ið skrivaði skaldsøgur, sjónleikir og leikrit til film, men mest kendur er hann fyri absurdu stuttsøgurnar.
Tvær av søgum hansara eru umsettar til føroyskt: Maðurin, sum gekk gjøgnum veggir av T.N. Djurhuus og Pantifútin av Hanusi Kamban. Dámar tær stuttsøgurnar hjá Woody Allen, fert tú eisini at virðismeta Den lille sorte hane, har tú, um tú letur teg draga inn í eina verð, har tað ógjørliga er gjørligt, fært skemt av allarbesta slag Marcel Aymé: Den lille sorte hane (1986). 122 síður. |
|
Upprunin til telduna í dag |
|
Stuttlig bók við nógvum myndum av gomlum maskinum og teldum, sum eru forfedrar til telduna, sum vit kenna í dag.
Síggj og les um fyrstu teldumúsina, sum var ein trækubbi við hjólum. Og les, hvussu world wide web varð uppfunnið fyrst í 1990'unum. Computerens historie (2006). 256 síður. |
|
Kann ein kvinna gerast yrkisveiðimaður í Tansania? |
|
Natasha Illum Berg var 24 ár, tá ið hon fekk lærupláss sum veiðimaður í Tansania, ein rættiliga óvanlig yrkisleið hjá einari ungari danskari kvinnu í 1995.
Hetta er hennara søga um hesa tíð, ein søga um at berjast við og ímóti náttúruni og um, hvussu umheimurin dømir eina kvinnu, sum trokar seg inn á økið hjá mannfólkunum. Natasha Illum Berg: Floder af rød jord (1999). 147 síður. |
|
Skemtilig bók um álvarsligt evni |
|
Rithøvundurin er týskur jødi, og familja hennara flýddi úr Týsklandi til USA áðrenn kríggið. Hon letur ommuna siga søguna um tey trý ættarliðini av kvinnum.
Sjálv var omman katolikkur og av góðum fólki, tá hon giftist við jødiska læknanum Rother. Familjan var ímóti hjúnalagnum, sjálvt um hann gjørdist katolikkur. Tá nasistarnir avmarkaðu møguleikarnar hjá familjuni meir og meir, flýddu tey til USA, men heldur ikki har var so lætt hjá honum at fáa arbeiði, tí har var hann sæddur sum týskari og katolikkur. Omman heldur høvdið høgt gjøgnum allar royndirnar, tey fara ígjøgnum. Hon hevur sínar egnu meiningar um, hvussu alt skal vera, og við hjálp frá einari týskari arbeiðskonu roynir hon eftir førimuni at stýra allari familjuni. Men hvørki dóttirin ella ommudóttirin fáast at akta. Irene Dische: Flugten til Amerika (2007). 276 síður. |
|
Søgan fer fram í Suðurafrika í 1990'unum. Ruben Olivier, sum er farin frá við eftirløn, er einkjumaður, og tá besti vinur hansara verður myrdur, kennir hann seg ógvuliga einsamallan.
Hann ger av at leiga eitt kamar út, og leigarin er tann unga og vakra Tessa, sum fær hann at kenna seg livandi aftur. Men hon fær hann eisini at síggja sannleikan um langa hjúnalagið og konuna Rinu. Sjálvt um skaldsøgan snýr seg um einsemi og kærleika og um eitt land, sum er merkt av harðskapi og mutri, er hon eisini skemtilig. André Brink: Begærets ret (2000). 367 síður ella 11 bond. |
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 næsta > endi >>
| | úrslit 181 - 200 av 220 |
|