|
|
|
Bøkur
|
Tveir av kendastu náttúruvísindamonnunum í Týsklandi eru høvuðspersónar, og vit hoyra bæði um teirra vísindaliga arbeiði og um, hvussu teir vóru sum menniskjur saman við familju og samstarvsfeløgum. Alexander von Humboldt (1769-1859) ferðaðist um allan heimin og gjørdi rannsóknarferðir á ókendum og illa atkomiligum støðum og royndi at savna plantur, djór, bein og annað úr náttúruni.
Allastaðni, har hann kom, royndi hann at máta og kortleggja heimin. Matematikarin og heimspekingurin Carl Friedrich Gauss (1777-1855) var serur og heimføðisligur, og longu sum 8 ára gamal gjørdist hann kendur fyri verk sítt. Hesi báðir friðleysu og ótolnu úrmælingarnir, sum hittust í Berlin undir napoleonskríggjunum, vóru við til at gera heimin størri. Bókin er ein blandingur av fakta og fiktión. Daniel Kehlmann: Opmålingen af verden (2007). 287 síður. |
|
Aztekarar á rannsóknarferð í Evropa |
|
Mangar eru søgurnar um, hvussu Columbus "fann" Amerika. Áhugavert er at hugsa um, hvussu heimurin hevði sæð út í dag, um aztekararnir høvdu verið fyrstir at finna Evropa. Federico Andahazi ímyndar sær í bókini Conquistadoren, hvussu tað kundi havt verið
Skaldsøgan fer fram stutt fyri, at Columbus fann Amerika. Tann ungi aztekarin Quetza, sum í evstu løtu slapp undan at verða offraður til gudarnar, veksur upp hjá einum vísum, eldri manni í býnum Tenochtitlan, núverandi Mexico City, og sum smádrongur er hann nógv saman einum bátabyggjara. Hann fær nyttu av tí, teir læra hann, tá ið hann við báti og mannskapi fer eina rannsóknarferð eystureftir og kemur til Evropa. Her sær hann mangt áhugavert og undrunarsamt, men eisini nógvar ræðuleikar. Rithøvundurin, ið er argentinari, hevur áður skrivað fleiri søguligar skaldsøgur. Federico Andahazi: Conquistadoren (2009). 276 síður. |
|
Hugtakandi endurminningar úr Libanon |
|
Hvussu var at vaksa upp í tí krígsherjaða Libanon, tá harðast leikaði á í sjeyti- og áttatiárunum?Hetta fáa vit at vita í bókini hjá Darinu al-Joundi, ið er sjónleikari og leikstjóri og nú býr í Fraklandi. Bókina hevur hon skrivað saman við rithøvundanum Mohamed Kacimi.
Hetta er ein persónlig frágreiðing um ógvusliga uppvøksturin undir borgarakrígnum í Beirut. Vit hoyra eisini um, hvussu átrúnarlig og tjóðskaparlig fanatisma oyðileggja býin, har fólk av ymiskum uppruna og átrúna áður kundu liva friðarliga saman.Ein høvuðspersónur í bókini er pápi Darinu, sum er frísinnaður, hatar trongskygdu religiónina og vil hava døtur sínar at vera frælsar kvinnur. Bókin gevur eina greiða fatan av, hvussu kríggj og neyð kunnu niðurbróta menniskju. Darina kemur út í rúsevnismisnýtslu og sjálvsoyðileggandi levnað, men klárar tó at hóra undan og skapa sær eitt gott lív í Fraklandi. Darina al-Jourdi: Den dag Nina Simone holdt op med at synge (2009). 142 síður. |
|
Beinrakin lýsing av barna- og ungdómsárum |
|
J. M. Coetzee, sum fekk Bókmentaheiðursløn Nobels í 2003, lýsir í hesum báðum sjálvsævisøguligu skaldsøgunum sín barndóm og ungdóm í 1950'unum og 1960'unum.
Drengeår er um ein drong, sum veksur upp millum fátæk hvít í Suðurafrika. Við einum pápa, sum hann onga virðing hevur fyri, men kortini roynir at líkjast, og eini mammu, sum hann er góður við, men eisini argast inn á, roynir hann at trilva seg fram í einum heimi, har spælireglurnar kunnu vera ringar at skilja. Ungdomsår er um unga studentin, sum leggur ætlanir um at rýma úr tí tronga umhvørvinum heima. Hann droymir um at gerast ein stórur rithøvundur og heldur, at tá hann kemur burtur, verður dreymurin til veruleika. Hann flytir til London, men finnur ikki tað, hann leitar eftir. Hann lívbjargar sær við fyrifallandi arbeiði, og so við og við missir hann hugin at skriva. Við stórhendingum sum Sharpville, Kubakreppuni og Vietnamkrígnum í baksýni er bókin ein lýsing av einum ungum manni, sum roynir at finna seg sjálvan J. M. Coetzee: Drengeår (1997). 173 síður ella 5 bond . J. M. Coetzee: Ungdomsår (2003). 187 síður ella 5 bond. Bókasavnið hevur eisini bøkurnar á enskum: Boyhood (1998). 166 síður. Youth (2002). 169 síður. |
|
Søguligt drama við konspiratiónsteorium, kærleika og talvi |
|
Eitt avgamalt talv, sum var ein gáva til Karlamagnus, sigst geva eigaranum óavmarkað vald. Í nógv ár hevur tað ligið goymt í einum kleystri í Fraklandi, men í 1790, undir fronsku kollveltingini, verður tað leitað fram aftur, og gamla abbadissan býtir talvfólkið millum nonnurnar og sendir tær burtur úr kleystrinum, so talvið spjaðist um alt Evropa. Vit fylgja ungu novisuni, Mireilles, sum fer til París, har kollveltingin broytir alt.
Meira enn 200 ár seinni verður Catherine, sum er serkøn í kunningartøkni, ov trupul fyri arbeiðsgevara sín, og tí verður hon send til Algeria at arbeiða eitt skifti. Hon verður av óvart vavd inn í spælið, tá ein vinmaður biður hana royna at fáa fatur á talvinum. Eitt vandamikið spæl, har fá kenna reglurnar, og úrslitið fær avleiðingar fyri allan heimin. Katherine Neville: De otte (2008). 636 síður. |
|
Isabel Allende og familja hennara |
|
Summen af vore dage er skrivað sum eitt bræv til Paulu, dóttir Isabel Allende, ið doyði ung av sjúku. Isabel Allende fortelur um familjuna og tey nærmastu, frá tíðini eftir at Paula doyði og til 2007, tá ið henda bókin varð skrivað. Fyri Isabel Allende er tað av alstórum týdning at hava familju sína rundan um seg. Hon vil fegin hava eina stórfamilju, eins og hon minnist familjuviðurskiftini í Chile, har hon vaks upp. Hetta er ikki uttan trupulleikar, tí øll í familjuni eru ikki so glað um, at hon blandar seg so nógv uppí. Bókin er eins og hinar bøkurnar hjá Isabel Allende ein frøði at lesa, tí hon er eitt framúrskarandi frásøgufólk Isabel Allende: Summen af vore dage (2007). 363 síður. Bókasavnið hevur eisini bókina á enskum: The sum of our days (2008). 301 síður. |
|
Spennandi ættarsøga úr Noregi |
|
Hetta er søgan um tríggjar brøður frá ættargarðinum Neshov. Á garðinum býr elsti bróðurin, Tóri, saman við mammu sínari, tí tigandi og kúgaða pápanum og øllum svínunum. Margido er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Yngsti bróðirin Erlendur, sum er vindeygadekoratørur og samkyndur, býr í Keypmannahavn.
Teir tríggir hava ikki sæst í óminniliga tíðir. Teir hittast aftur, tá mamman liggur at doyggja. Dóttir Tóra, Tórunn, sum pápin nóg illa kennir, kemur eisini við. Meðan mamman liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvett, eru djúpari, enn teir grunaðu. Anne B. Ragde: Berlinaraspirnar (2007). 295 síður. Søgan heldur fram í donsku útgávunum Eremitkrebsene (2007) og Ligge i grønne enge (2009). |
|
Joakim og Karin Westin flyta úr Stockholm út á garðin Åluddin á oynni Øland at búgva. Men garðurin, ið er bygdur av viði frá skipbrotnum skipum, hevur sína óhugnaligu søgu. Har hava fleiri fólk gjøgnum árini latið lív á gátuføran hátt, og tað sigst, at hvørji jól vitja hesi aftur.
Natstorm er sostatt ikki bert ein krimi, men eisini spøkilsissøga og ættarsøga. Og víst er eitt plott í søguni, har vit eisini fáa klassisku uppgerðina og uppkláringina av málinum, men minst líka so áhugaverdar eru fínu persónslýsingarnar og frásøgnin um sorg, sakn og ættarbond. Bókin, ið er onnur krimisøgan eftir Johan Theorin, sum gongur fyri seg á Øland, var útnevnd at vera ársins krimisøga 2008 av svenska akademinum. Johan Theorin: Natstorm (2009). 413 síður. |
|
Í nógv ár hevur Eszter livað eitt friðarligt og keðiligt lív uttan at gera sær greitt, at lívsinnihald hennara hevur verið at bíða eftir manninum, hon elskaði. Lajos var ein óálítandi sjarmørur, sum segði seg elska bara hana, men áðrenn hon visti av, giftist hann við systir hennara og lumpaði pengar frá bæði henni og familjuni.
Og nú tá hann aftan á 20 ár kemur aftur, veit hon, at hann bara er komin at taka tað einasta, hon hevur eftir, húsini, og at hon fer at lata hann fáa tey. Viljaleyst letur hon hann tøla seg. Sándor Márai (1900-1989) var ein av teimum stóru rithøvundunum í Ungarn, og meginpartin av lívinum livdi hann í útlegd. Verk hansara vóru í nógv ár forboðin í heimlandinum, men tey seinnu árini hava tey verið nógv lisin. Eszters arv kom út á fyrsta sinni í 1938. Sándor Márai: Eszters arv (2001). 133 síður. |
|
Christopher Banks veksur upp í Shanghai fyrst í 20. øld. Pápin kemur sær upp í opiumshandil, og hetta er møguliga orsøkin til, at fyrst hann og síðani mamman hvørva uttan spor. Foreldraleysur og uttan systkin verður 10 ára gamli Christopher sendur til London til eina eldri skyldkonu at vera.
Hann fer á kostskúla og fær seinni universitetsútbúgving í Cambridge. Hann gerst ein av kendastu privatdetektivunum í Onglandi og loysir eitt mál fyri og annað eftir. Men enn er eitt mál, sum hann ikki hevur loyst: hvat hendi við foreldrunum og hví? Christopher, sum kennir seg rótleysan og er bangin fyri at vera øðrvísi, setir sær fyri at loysa gátuna um foreldrini og fer tí í 1937 aftur til tað krígsherjaða Shanghai. Sannleikin um foreldrini vísir seg at vera eitt sindur øðrvísi enn væntað, og eitt og annað er, sum Christopher má koma til sættis við. Rithøvundurin Kazuo Ishiguro er føddur í Japan, men flutti sum barn saman við foreldrunum og systrunum til Onglands. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri bøkur sínar, har tann kendasta man vera Resten af dagen (Remains of the day), sum er filmatiserað við Emmu Thompson og Anthony Hopkins í høvuðsleiklutunum. Kazuo Ishiguro: Vi forældreløse (2000). 343 síður. Bókasavnið hevur eisini bókina á enskum: When we were orphans (2000). 313 síður.
|
|
Vanvirðing fyri deyðanum og ironisk frástøða til lívið er tað, sum bindur kostskúlanæmingarnar Miles, Alasku og Chip saman.
Nørdurin Miles savnar seinastu orðini hjá víðagitnum fólkum, tann gátuføra Alaska lærir seg yrkingar uttanat, meðan Chip lærir tey bæði at kulka vodka við mjólk. Kostskúlalívið er stuttligt við skálkabrøgdum, størri og smærri ósemjum og nógvum tómum fløskum, men allan vegin gjøgnum søguna grunar tú, at her verður galin endi. John Green: Gåden om Alaska (2006). 248 síður.
|
|
Spennandi kærleikssøga úr Japan |
|
Ein heystardag í 1811 stendur unga bóndadóttirin Sachi spent og hyggur at, meðan fylgið hjá prinsessuni Kazu fer framvið. Prinsessan fær eyga á vøkru Sachi og tekur hana við sær á slottið, har hon skal tæna henni.
Sachi gerst alt vakrari, sum tíðin gongur, og verður at enda konkubina hjá shoguninum. Hetta skapar øvund millum tær nógvu kvinnurnar, sum búgva á slottinum. Borgarakríggj brestur á, og Sachi má flýggja frá marglætislívinum á slottinum, tá shogunurin verður dripin. Hon verður bjargað av einum hermanni, men hann er í parti við fíggindanum, og tað setur Sachi í eina trupla støðu. Hetta er ein spennandi og romantisk søga úr einari ógvusligari og stórslignari tíð. Lesley Downer: Den sidste konkubine (2008). 536 síður. |
|
Virðislønt bók, sum byggir á veruligar hendingar |
|
Í 1945 flýggja fólk eystanfyri undan russisku hermonnunum, sum fara harðliga fram. Á eini jarnbreytastøð í Stettin rýmir Helene frá sínum 7 ára gamla soni og letur hann vera einsamallan eftir í fólkamongdini. Hví ger ein mamma soleiðis? Bókin gevur ikki nakað svar, men lívssøgan hjá hesi mammuni er kanska ein frágreiðing.
Barnaárini hjá Helene vóru trupul. Pápin var innkallaður sum hermaður í fyrra kríggi, og tá hann doyði av skaðunum, hann fekk, flýggjaði mamman heilt inn í sinnisjúkuna, og Helene og systirin máttu klára seg sum frægast. Tær fara til Berlin, har tær uppliva 1920’ini við nógvum veitslum og rúsevnum, og tá Helene møtir Carl, sær alt ljóst út, men hann doyr í eini vanlukku. Mamma Helene var av jødiskari ætt, men hevði dult tað sum mansmorð, og nú, tá Hitler kemur til valdið og fer at jagstra jødarnar, verður tað truplari og truplari hjá Helene at klára seg uttan samleikaprógv. Tí giftir hon seg við einum, hon ikki er góð við, hann kann fáa til vega samleikaprógv til hana. Tá sonur teirra er lítil, rýmir maðurin, og Helene lívbjargar sær sum frægast til tann dagin, hon sjálv fer frá soninum. Skaldsøgan, sum fekk týsku virðislønina Deutscher Buchpreis 2007, lýsir søguna hjá Týsklandi fyrru helvt av 20. øld og varpar ljós á, hvussu gongdin ávirkar lívið hjá vanligum menniskjum og ger tey til offur. Julia Franck: Middagsfruen (2008). 388 síður. |
|
Árið er 1962, og Florence og Edward eru júst gift og farin til ferðastaðið Chesil Bech at vera saman brúðarnáttina. Meðan Edward er heilt óroyndur, klárar Florence ikki kropsliga nærleikan, og einki gongur eftir ætlan.
Hetta ljóðar kanska sum ein banal søga, men kann eisini síggjast sum ein tíðarmynd, og sum lesari kanst tú gleðast um, at tey ungu í dag hóast alt eru meira upplýst í kærleikans leiki. Men fyrst og fremst er hetta ein stutt, sera vælskrivað søga um tær væntanir, vit hava til hvønn annan, og hvørja ávirkan tey val, vit taka, fáa fyri leið okkara í lívinum. Ian McEwan: Ved Chesil Beach (2007). 137 síður. Bókasavnið hevur eisini bókina á enskum: On Chesil Beach (2007). 166 síður. |
|
Nathalie og David vóru ættleidd sum heilt lítil. Tey hava ikki somu biologisku foreldur, men somu ættleiðingarforeldur, sum hava givið teimum ein tryggan og góðan barndóm. Sum vaksin fáa tey bæði hjúnafelaga og børn og hava eitt gott lív, ikki minst takkað verið einum uppvøkstri í eini kærleiksfullari familju.
Ein dagin hendir nakað, sum fær Nathalie at taka upp samband við biologisku mammu sína, og hon fær eisini sannført David um at gera tað sama. Men hetta verður ikki uttan trupulleikar fyri tey øll. Joanna Trollope dugir sera væl at lýsa sambond millum menniskju, og skaldsøgur hennara eru ofta um tvístøður og ráðaloysi í samband við familju, kærleika og vinalag. Joanna Trollope: Søster og bror (2004). 342 síður. Bókasavnið hevur eisini bókina á enskum: Brother & sister (2004). 311 síður. |
|
Vøkur lýsing av truplum uppvøkstri |
|
Bókin er um Leenu, sum veksur upp í einum íbúðarumráði í býnum Ystad í Svøríki í 1960-unum og 70-unum. Foreldrini eru tilflytarar úr Finnlandi og eru komin til Svøríkis í vónini um eitt betri lív.
Lívið í Svøríki er tó ikki so lætt, sum tey væntaðu. Pápin fer at drekka og drekkur bara meir og meir. Mamman drekkur eisini, av tí at pápin drekkur. Saman við góðum vinkonum gerst tilveran tolulig hjá Leenu, og til tíðir er alt eisini gott har heima. Foreldrini lova sær sjálvum og børnunum, at nú skal skil koma í… Bókin er ein sterk, vøkur og tragikomisk lýsing av støðuni, ið henda familian er komin í, og sum er so torfør at koma úr aftur. Rithøvundurin fekk Augustprisen fyri bókina í 2006. Bókin lýsir ikki barnaárini hjá rithøvundanum, men sjálv hevur Susanna Alakoski eisini finsk foreldur og er uppvaksin í einum fátækum íbúðarøki í Svøríki. Susanna Alakoski: Svinestierne (2007). 257 síður. |
|
Ein Boeing 747 ger seg til reiðar at lenda í Hamburg, og úr hátalaranum streymar ein sukursøt útgáva av sanginum Norwegian wood hjá Beatles. Við flogfarinum er 37 ára gamli Watanabe, og lagið flytur hann aftur í studentatíðina í Tokyo.
Besti vinur hansara hevur forgjørt sær, og nú verður hann drigin at gentuni hjá vinmanninum, Naoko. Hon syrgir missin og tekur seg meira og meira burtur frá umheiminum, og tað gerst truplari og truplari hjá Watanabe at fáa veruligt samband við hana. Samstundis hittir hann ta lívligu Midori, har hon er, hendir altíð okkurt. Watanabe hevur ilt við at velja teirra millum, men ein dag er ov seint at velja, The bird has flown, sum tað stendur í sanginum. Watanabe noyðist at leita burtur í einsemi fyri at møta sær sjálvum. Haruki Murakami: Norwegian wood (2005). 317 síður.
|
|
Bókin fer fram í Keypmannahavn í 1870´unum. Tann unga, vakra Frederikke Leuenbech skal giftast við einum presti, men meðan hann er burturstaddur eina tíð, forelskar hon seg í tí vakra læknanum, og seinni professaranum, Frederik Faber. Hon giftir seg við honum uttan at hava fingið samtykki frá foreldrunum, og heim teirra verður eitt savningarstað fyri tey frísinnaðu, intellektuellu í Keypmannahavn.
Lívið verður ikki, sum Frederikke hevði ímyndað sær. Maður hennara hevur ikki hug á kvinnum, og hetta gerst alt meira sjónligt, tá ein ungur lækni flytir inn til teirra. Bókin lýsir Frederikke sum unga og frísinnaða, men eisini sum gamla og einsamalla, tá hon má sanna, at lívið gjørdist eitt stórt vónbrot. Jette Kaarsbøl: Den lukkede bog (2004). 534 síður.
|
Nina Rasmussen hevur saman við manninum Hjalte Tin skrivað fleiri ferðafrásagnir. Hesa ferð hevur hon verið einsamøll, saman við milliónatals øðrum muslimum, á hajj til Mekka.Nina, sum fyrr var ateistur, konverteraði í 2006 til islam og tók millumnavnið Aisha. Seinni sama árið fór hon við einum donskum pílagrímsferðalagi til heilagu støðini í Saudiarabia, har einans muslimar hava atgongd. Hon sigur livandi frá upplivingunum á ferðini, og bókin er prýdd við nógvum forkunnugum myndum, sum Nina hevur sníkt seg at tikið á ferðini. Umframt at vera ein ferðafrásøgn gevur bókin eisini innlit í gerandisislam, sæð við eygunum hjá einari danskari kvinnu. Nina Aisha Rasmussen: Pilgrim i Mekka (2007). 156 síður, myndir.
|
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 næsta > endi >>
| | úrslit 121 - 140 av 206 |
|